Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gongur á DTU, Danmarks Tekn­iske Universitet, í Keyp­ mannahavn, og saman við Andreas Nørballe og Marie Stampe Berggreen hevur hon fingið eitt hugskot, sum sambært teimum hevði verið ein stór hjálp á festivalum og øðrum tiltøkum, sum savna nógv fólk. Talan er um eina rusk­ spann, sum er framleidd úr endurnýtslupappi. Rusk­ spann­in verður brett út, hev­ ur eina vatnavvísandi yvir­ flatu, rúmar 60 litrum og ber 25 kilo. Ruskspannin er ment soleiðis, at hon hevur eitt ógvuliga lágt tyngdarpunkt, sum hevur við sær, at hon ikki er so at syfta. Sambært Heiðu skal tað meiri enn eitt spark ella eitt vindblak til at koppa Dropbucket, sum ruskspannin rópast. Ólavsøka og bygdastevnir Heiða vísir á, at Dropbucket hóskar væl til festivalar og onnur tiltøk, har nógv fólk eru savnað. Og tað halda bæði Frederiksberg kommuna og Keypmannahavnar komm­ una eisini. – Frederiksberg kommuna ynskir at brúka Dropbucket, í fyrstu atløgu í samband við stórar loppumarknaðir, sum tey fara at halda í mai og juni. Keypmannahavnar kommuna sær eisini stórar møguleikar í hesum, greiðir Heiða frá. Umframt hesar báðar kommunurnar, so hev­ur Århus kommuna eis­ ini hevur víst Dropbucket stóran áhuga. – Vit vóru á fundi við um­ boð fyri Århus kommunu fríggjadagin, og tey hava hug at royna hetta til North Side, ið er stórur tónleika festi­ valur í býnum. Men hevði ein ruskspann sum henda riggað í Føroy­um? – Ja, tað hevði hon. Ikki minst tí, at Dropbucket hev­ ur eitt lágt tyngdarpunkt og tískil ikki koppar lætt. Á ólav­søku, bygdastevnum, festi­valum, ráðstevnum og øðrum tiltøkum, sum savna nógv fólk, er hetta upplagt, heldur Heiða, ið eisini hev­ur verið í samband við Íverk­set­ arahúsið, sum heldur hetta vera eina ógvuliga spennandi verkætlan. Næstbesta hugskot í Danmark Í Danmark síggja tey eisini eitt stórt virði í hugskotinum hjá Heiðu og teimum. Hós­ dagin í farnu viku var Drop­ bucket í kapping við 59 onn­ ur hugskot, um at vinna Íverk­setaravirðisløninina 2013, Innovationsprisen 2013. Heiða og tey gjørdust nummar tvey. Grunnurin fyri arbeiðstakarar, Fonden for Entreprenørskab, sær eisini stórar møguleikar í Dropbucket og hevur stuðlað teimum við 35.000 krónum. Umframt hetta hava Heiða og tey eisini verið í sonevndu VentureCup finaluni í fjør, har tey kappaðust við phd- lesandi um at hava besta hug­skotið. Pappframleiðarar øvunda teimum Hóast Heiða og tey so seint sum í hósdagin gjørdust numm­ar tvey í kappingini um Íverksetaravirðislønina í Dan­mark, so er hugskotið við Dropbucket ikki nýtt sum so. Alt byrjaði við einari verkætlan á DTU fyri hálvumøðrum ári síðani, sum tey fingu 12 fyri. Ein professari á DTU heitti á tey, um at fara víðari við hugskotinum – og tað vísti seg at vera ein røtt avgerð. Tað er tó langt frá hug­ skoti til veruleika og fram­ leiðslu. Seinastu tíðina hava tey tó verið í samband við fleiri pappframleiðarar, sum eru ógvuliga áhugaðir í at framleiða ruskspannirnar fyri tey. – Vit hava tætt samstarv við tveir framleiðarar nú, sum iðra seg um, at teir ikki sjálvir eru komnir á hetta hugskotið, fortelur Heiða, sum ikki fyrr enn í gjár kundi fara alment út við hugskotinum, tí tá fór umsóknin um patent avstað. rolant@sosialurin.fo Ruskið skal burtur – og ruskspannin UMHVØRVI Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe hevur saman við øðrum ment eina eingangs ruskspann úr endurnýtslupappi, ið verður burturbeind saman við ruskinum. Fleiri danskar kommunur hava víst hugskotinum áhuga, og Heiða heldur, at ruskspannin eisini hevði tænt á eitt nú ólavsøku Gjøgnumhugsað hugskot Dropbucket er eitt gjøgnumhugsað hugskot, sum tískil hevur fingið viðurkenning av alskyns slagi í Danmark. Dropbucket skal framleiðast av endurnýtslupappi, sum annars ikki kann nýtast aftur. Botnurin er styrktur við tveimum løgum av pappi, soleiðis at hann tolir vekt og ikki skrædnar undan. Somuleiðis er eitt lítið hol í hornunum, soleiðis at væta kann renna frá. Ruskspannin skal brettast út, og av tí sama fyllir hon ógvuliga lítið áðrenn, umframt at hon er løtt at bæði flyta og bera. Haraftrat er pláss fyri lýsingum á sjálvari ruskspannini, sum er við at fíggja framleiðsluna. Sí annars dropbucket.dk Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe við einum modelli av Dropbucket Soleiðis sær hugskotið við Dropbucket út