mánadagur 6. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Heri vil finna
- Tað skal bera til at finna Tjaldrið, sum sakk á Mjóvanesi. Tjaldrið hevur so stóran siðsøguligan týdning
fyri landið, sigur Heri Andreassen, sum hevur keypt sær serliga útgerð at leita eftir Tjaldrinum við
Randi Jacobsen
Tá ið Heri Andreassen sum
ungur fór at kava,var ikki
meira fekk hann áhuga fyri
at kenna søguna um fyrsta
Tjaldrið hjá Skipafelagnum
Føroyar. Lagnan hjá tí
Tjaldrinum var, at tað ein
góðveðursdag í 1946 rendi á
Mjóvanes og sakk tríggjar
tímar seinni.
Hann brúkti nógva tíð á
Landsskjalasavninum við at
lesa gomul skjøl um Tjaldrið,
bløð, um sjóforhoyrið og
annað.
Tey fyrstu árini bar ikki til
at fáa avrit av skjølunum,
men tað hevur borið til
seinnu árini.
Jólaskipið í vegin
Men so kom søgan um
Jólaskipið í vegin, og hann
noyddist at gloyma Tjaldrið í
nøkur ár. Tað kundi ikki bíða
at finna Jólaskipið, tí tey,
sum mintust vanlukkuna,
vóru komin upp í árini.
Jólaskipið varð funnið í
1999.
Tá ið tann kavingin var av
í 2001, fór Heri Andreassen
aftur á Landsskjalasavnið, og
hann var við, tá ið Brimil
gjørdi
ymiskar
venjingar
eystanfyri. Eisini hevur hann
gjørt streymroyndir á teldu
hjá MRCC.
Hann
hevur
kannað
streymin, sum hann var, tá ið
Tjaldrið fór á land og tríggjar
tímar aftraná.
Framkomið tól
– Fyri fimm árum síðan
ætlaði eg at gevast, tí tað
gekk ongan veg, men eg
fekk ikki slept Tjaldrinum,
og fyri hálvum øðrum árum
síðan keypti eg mær útgerð
at brúka til leitingina, sigur
Heri Andreassen.
Tólið sær 150-metrar nið
ur, men har Tjaldrið liggur er
í mesta lagi 60 metra dýpi,
sigur hann.
Útgerðin er ein skannari,
sum kann avmynda hav
botnin, eitt 400 metra breitt
øki í senn.
Heri Andreassen sigur, at
hann hevur verið nakrar
túrar eystanfyri og leitað
eftir Tjaldrinum, men enn
hevur hann ikki sæð farvegin
eftir skipinum.
Eitt stórt øki er eftir at
kanna.
Bíðar eftir líkindum
Nú er nakað síðan, at Heri
Andreassen
var
úti
við
báti og leitaði. Hetta er ein
ítriv, so hann sleppur bara
avstað, tá ið hann hevur frí
frá arbeiði. Haraftrat hevur
eysturættin ligið leingi, og tá
ber ikki til at arbeiða í hesum
streymharða sjóøkinum.
Havbotnurin er fjallalendi
við nógvum boðum og sker
um, suður móti Høgnaboða,
har fleiri halda, at Tjaldrið
liggur.
So skjótt, sum tað viðrar,
og hann hevur frí frá arbeiði,
fer hann aftur at leita.
Fleiri fólk hava áhuga í
søguni um Tjaldrið, og bøkur
og greinar eru skrivaðar um
tað, men Heri Andreassen vil
vita meira.
Upptøkur gjørdar
Hann hevur ikki lagt í at tosa
so nógv um leitingina eftir
Tjaldrinum, men við at siga
søguna nú, vónar hann at
frætta frá útróðrarmonnum,
sum kanska hava fingið
línuna fasta í vrakið av
Tjaldrinum. Tað var í hvussu
er soleiðis, at hann fann
Jólaskipið.
Fyri nøkrum árum síðan
gjørdi
Heri
Andreassen
nakrar upptøkur um Tjaldrið
saman við Zachariasu Ham
mer. Hann gjørdi samrøður
við fólk, sum vóru við skipi
num.
Millum annað tosaði hann
við
son
skiparan,
Hans
Mourits Mohr. Hans Mourits
var júst konfirmeraður, og
hann
misti
allar
sínar
konfirmasjónsgávur.
Smásøgur
Hann veit tí fleiri smásøgur
um fólk, sum vóru við
Tjaldrinum
hendan
van
lukkutúrin.
Eingin passaserlisti er til.
Einar
Waag,
stjóri
á
Føroya Bjór, var við. Hann
hevði verið í Suðuroynni og
kravt inn. Mappuna fekk
hann ikki við sær av Tjaldri
num.
– Hon liggur óivað í
Heri Andreassen hevur keypt sær serliga útgerð til leitingina