mánadagur 6. mai 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað var hósmorgunin 27.
juni 1946, at Tjaldrið hjá
Skipafelagnum Føroyar
rendi á Mjóvanes og
sakk. Tjaldrið var á veg
til Klaksvíkar.
Skipið hevði verið í
Suðuroynni, og ætlanin
var at fara av Havnini
henda morgun klokkan
fimm.
Men
tað
var
nógvur mjørki, at ikki
sást fram fyri stavn,
men so lætti eitt sindur
í, og skiparin Erik Mohr
avgjørdi at leggja frá
landi.
Løtu seinni var aftur
greytasvart, floytan varð
brúkt alla tíðina, og
afturljóðið frá floytuni
gjørdi av, nær snarast
skuldi út frá landi.
Men við Mjóvanes
lumpaði floytan skipar
an. Afturljóðið var veik
ari, enn hann hevði
væntað, og Tjaldrið ren
di á ein flúr á Mjóvanesi.
Tjaldrið fór av aftur,
men hol var komið á
bógvin, so skipið tók
nógvan sjógv inn.
Har var einki at gera
enn at seta bátarnar út
og fáa manningina og
ferðafólkini í bátarnar.
Tað gekk ikki væl, og í tí
arbeiðinum
hendi
vanlukkan, at ein maður
fór fyri borð og sást ikki
aftur.
Maðurin var Johan
Petur Hentze á Tvøroyri.
Tað var ein stórur
missur fyri Skipafelagið
Føroyar, at Tjaldrið fórst.
Men missurin var eisini
stórur fyri landið, tí
Tjaldrið var nakað ser
ligt, og ikki bar til at
finna annað skip í staðin
beinanvegin.
Tjaldrið varð smíðað í
1916 á Kjøbenhavns Fly
dedok og Skibsværft og
var 1130,06 BRT.
Tað gekk 12,8 míl og
tók 135 ferðafólk.
Tjaldrið varð upp
runliga smíðað til eitt
russiskt felag fyri at
sigla til Vesturindisku
oyggjarnar,
men
ØK
yvirtók tað, tá ið tað var
liðugt smíðað. Skipið
fekk navnið St. Thomas.
Næsti eigarin doypti
skipið Baltannic, og í
1925 keypti Skipafelagið
Føroyar skipið og doypti
tað Tjaldur.
Rendi á land í
greytasvørtum
mjørka
Tjaldrið
onkrari kahútt á Tjaldrinum.
Ein kona hevði eitt pinku
barn við, og mamma og barn
endaðu í hvør sínum bjarg
ingarbáti.
Ein kona, sum skuldi flyta,
hevði alt sítt innbúgv um
borð, og tað fór alt niður við
Tjaldrinum.
Ein spildurnýggjur Singer
bilur, sum stóð á dekkinum,
fór sama veg.
Eitt bragd
Ein maður sjólátst. Annars
eydnaðist at fáa alla mann
ingina og øll ferðafólkini
umborð á bjargingarbátar
nar.
Tá ið øll vóru komin í
bátarnar, vildi ein av mann
ingini sleppa umborð aftur
at seta línu á floytuna, so teir
frá bátunum kundu toga í
floytuna. Skiparanum dámdi
einki, men gav seg. Maðurin
fekk boð um at skunda sær,
men tað gekk ein góð løta, til
hann kom av Tjaldrinum.
Hann hevði verið og lempað
kol fyri at fáa damp, sum
skuldi til fyri at fáa damp til
floytuna.
- Tað var djarvt og væl
gjørt, tí annars hevði verið
torført at funnið bjargingar
bátarnar í tí nógva mjørka
num, sigur Heri Andreassen.
Bátarnir lógu við Tjaldrið,
til tað sakk tríggjar tímar
seinni.
Fá fólk avhoyrd
Í annars væl skrivaðu dag
bókini hjá Thorshavn stendur
ikki eitt orð um hendingina.
Heri Andreassen heldur
tað eisini vera løgið, at so fá
fólk vóru avhoyrd í sjófor
hoyrinum. Eingin av Thors
havn og gamla Smyrli, sum
komu á staðið suttu fyri, at
Tjaldrið sakk.
Heri Andreassen er sann
førdur um, at hann ein dag
fer at finna Tjaldrið. Tað má
vera har onkrastaðni. Hann
heldur,
tað
hevði
verið
stuttligt at fingið klokkuna
og floytuna upp, men nú er
lógarforboð móti at taka
nakað av einum skipsvraki.
Tað má hann so til at sam
ráðast við myndugleikarnar
um.
Siðsøga
– Tað eru fyrst og fremst
siðsøguligar orsøkir til, at
eg vil finna Tjaldrið. Tjaldrið
er brikkurin, sum vantar í
søguni hjá Skipafelagnum.
Tjaldrið hevði so ómetaliga
stóran týdning fyri landið,
og var týdningarmiklari fyri
Føroyar tá, enn Norrøna
er tað í dag, sigur Heri
Andreassen.
Hann
vil
eisini
hava
søguna at vakna aftur, so
fólk verða meira tilvitandi
um, hvussu farleiðirnar hava
verið fyrr.
Hendan myndin av Tjaldrinum varð tikin ein mánað fyri, at vanlukkan hendi
Skannarin sær eitt fýra hundrað metra
breitt øki í senn. Hesa myndina hevur hann
við skannaranum tikið av Havnarvág