mánadagur 6. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið á ymiskan hátt
sýndu samkenslu, tá elskaða mamma og
vermamma, okkara
Kitty Maria Kjærbo
andaðist og varð jarðað.
Takk til familju, vinir og kenningar, sum vóru
um okkum. Takk til prest, Hanus í Gerðum og
Pól Johannesen, fyri góð og troystarík orð í
kirkjuni. Takk til berarar, gravarar, kirkjutænarar,
urguleikara og sangarar. Takk fyri heilsanir,
blómur, kransar og gávur til Christianskirkjuna.
Takk til tykkum øll, ið á ymiskan hátt hjálptu til
við jarðarferðini og ervinum og takk til tykkum
mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Ein serlig tøkk til heimasjúkrasystrarnar í Klaks
vík, sum hava verið mammu og okkum til stóra
hjálp gjøgnum hennara sjúkralegu.
Hjartans tøkk øll somul.
Ása og Jón
Tøkk
Vit vilja av hjarta takka fyri sýnda samkenslu, tá
mamma, vermóðir og omma okkara
Sofía Kjærbo
so brádliga andaðist og varð jarðað.
Takk fyri umsorgan, kærleika og hjálp.
Takk til B8, Umlættingarheimið og virkisstovuna
á Lágargarði, at tit vóru so góð við mammu.
Familjunnar vegna
Marin Kristina, Jákup Eyðfinn og Elin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá okkara kæra mamma,
vermamma og omma
Torgerð Joensen
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til starvsfólkini á Deild M, sum vóru so góð
við hana. Tøkk til Hanus og Magnus prest fyri
troystarrík orð á kapellinum og í kirkjuni. Tøkk
til berarar, sangarar, kirkjutænarar og til tykkum
øll, ið hjálptu til á annan hátt við jarðarferðini.
Takk fyri blómur og kransar og peningagávu
til Sambýlið í Bøgøtu, og takk til tykkum øll, ið
fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Anny, Elieser, Dánial og Helena
kjak
Í seinastu viku var orðaskifti
í løgtinginum um hetta, at
landsstýrið ætlar at fáa ein
ar 28 milliónir í studningi
úr
Íleggingargrunninum
fyri Føroyar fyri at fullføra
arbeiðið við útbygging og
nútíðargerð av okkara flog
vølli.
Talan er um ískoyti til
tær umleið 370 milliónirnar,
ið grunnurin hevur veitt í
studningi til hetta arbeiðið.
Soleiðis sum orðaskiftið
fór fram, fingu vit ta fatan,
at ávís tingfólk halda, at
Íleggingargrunnurin
ikki
eigur at rinda hesar 28 milli
ónirnar, sum hava samband
við útbyggingina av flog
vøllinum í 1986-1989.
Tann útbyggingin varð
goldin av landskassanum.
Løgtingið játtaði fylgjandi
pening til Grunnin til byggjan
av flogvølli:
1986 6 milliónir
1987 12 ”
1988 13 ”
1989 25.5 ”
1990 13 ”
Soleiðis varð útbyggingin
av flogvøllinum fíggjað av
nevnda landskassagrunni.
Í 1991-1997 rindaði lands
kassin (§ 13 í fíggjarlógini) 12
milliónir til »flogferðslu.«
Eftir orðaskiftinum at
døma fara nøkur tingfólk
kanska ikki at atkvøða fyri
at biðja Íleggingargrunnin
um restfígging (28 mió.) til
at gera tað stóra arbeiðið
vesturi í Vágum, sum hevur
verið í gerð í nøkur ár, liðugt.
Tað mest rímiliga hevði
verið, at flogvallagrunnurin
rindaði eisini hesa upphædd,
men tað letur seg tíverri ikki
gera, tí hesin grunnurin
hvarv í 1992, tá ið løgtingið
við lóg skrottaði meira enn
70 landskassagrunnar. Allir
hesir
grunnar
uppstóðu
upprunaliga av milliardum
av skattaborgaranna pen
ingi. Lukkutíð var Føroya
Ídnaðargrunnur ikki teirra
millum. So kunnu fólk gita,
hví hesin grunnurin slapp
undan tí politisku destruk
tiónini, massakruni av al
mennum grunnum fyri 22
árum síðani.
Nakrir
serfrøðingar
í
løgtinginum halda, at ríkis
blokkurin til heilsuverkið og
almannaverkið var orsøkin
til hesa okkara ólukku, og at
hann tí má beinast burtur,
áðrenn hann ger fleiri ólukk
ur. Fleiri massakrur í okkara
fíggjarheimi.
Í orðaskiftinum varð eis
ini framhildið, at landsstýris
maðurin við fíggjarmálum
nú hevur lagt upp til at fáa
nevnda studning (28 milli
ónir) úr stovnsfænum hjá
Íleggingargrunninum.
At taka av stovnsfænum
letur seg snøgt sagt ikki gera,
og tað átti framsøgumaðurin
sjálvandi at vitað.
Stovnsfæið
í
hesum
grunni, 140 milliónir, er – eins
og í øllum grunnum – órøriligt
uttan so, at fólkatingið ætlar
at
niðurleggja
grunnin.
Um tað skuldi komið upp
á tal, so er væl eingin ivi
um, at stovnsfæið, játtað av
fólkatinginum yvir 15 ár, fer
aftur í ríkiskassan, og ognir
grunsins – útlán og tøkur
peningur minus stovnsfæið
– fellur til landskassan. Tá er
fryktandi fyri, at Íleggingar
grunnurin fyri Føroyar, sum
hevur havt – og framhaldandi
hevur – ómetaliga stóran
týdning á so mongum økjum
í okkara samfelagi, hvørvur á
sama hátt, sum allir løgtings
grunnarnir hvurvu í 1992.
Eitt sindur meira
um orðadráttin í
løgtinginum:
Um hann, ið hetta skrivar,
hoyrdi rætt, so segði umrøddi
framsøgumaður, at Føroyar
onga Marshall hjálp fingu fyri
stívliga 60 árum síðani. Hetta
krevur eina rættleiðing: Jú,
vit fingu 10 milliónir (tá var
hetta nógvur peningur) av
Marshall hjálpini, sum varð
brúkt eitt nú til útbygging av
SEV og eitt nýtt »Tjaldur«til
Skipafelagið Føroyar. Og so
fingu vit harumframt tað
stóra farmaskipið «Oyrna
fjall« til ognar.
Er nakað av tí, ið undir
ritaði her hevur skrivað, ikki
samsvarandi veruleikanum,
verður tað vónandi rættað
av onkrum, ið veit betri.
Fólk, ið tosa ósatt, verða
vanliga ikki tikin fyri fult;
men verður tað ósanna (lygn
in) tugt upp í saman, kann
avleiðingin av slíkari in
doktrinering gerast ræðandi
veruleiki.
Flogvøllurin v. m.
Heri Mohr
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!
EbEnEzEr
www.ebenezer.fo