mánadagur 6. mai 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
Í
allan vetur hava kvinnurnar hjá Neistanum
átt so nógv tað besta liðið av øllum, og
tær hava í landskappingini givið øllum
mótstøðuliðunum mønustingin, so ikki
eitt einasta stig fór til spillis í tilsamans 20
landskappingardystum. Somuleiðis hava menninir
hjá KÍF gingið sína sigursgongd ígjøgnum
landskappingina, so teir í góðari tíð tryggjaðu sær
eitt sjálvsagt pláss í FM-finalunum. Og bæði hesi
nevndu lið hava eisini í vetur sera sannførandi
vunnið greipuna.
Men uttan at taka nakað frá teimum, ið
vórðu heiðrað við »Ársins hetta-og-hatta« á
gallaveitsluni hjá hondbóltinum leygarkvøldið,
so avspeglaði handanin í síni heild slett ikki tað,
øll hava sæð í vetur. At spælarar á botnliðum
fara avstað við einum stórum parti av tí, sum
verður handað, kann illa síggjast sum annað enn
fullkomuliga óseriøst og beinleiðis happing av
teimum, sum veruliga eru tey bestu – og sum øll
eisini vita, eru tey bestu!
Tíbetur er ein annar partur av skránni, at
landsliðsvenjararnir velja ársins lið hjá bæði
kvinnum og monnum, og har sást endiliga tað,
sum í veruleikanum skuldi havt dominerað hinar
handanirnar, heldur enn tann beri taktikkurin.
Takk skulu landsliðsvenjararnir hava fyri tað,
tí teir bjargaðu hesum frá at verða fullkomuliga
til láturs og einki annað! Serliga aftan á ein
hondbóltsvetur, har øll í fleiri mánaðir hava vitað,
hvør veruliga hevði uppiborið at fáa heiður og æru
á gallaveitsluni.
Tá atkvøtt verður upp á tann taktiska mátan,
so tað endar við, at botnlið verða heiðrað
fullkomuliga yvirdrivið, er tað altso barasta
ikki í lagi. Ein stórur meiriluti av atkvøðunum
tykist bara hava til endamáls, at summi bara
ikki skulu verða vald sum tey bestu, hóast tey
eyðsæð eru tað, og er altso neyðugt at broyta
alla mannagongdina, so forðast kann fyri tí. Eitt
sindur av veruleika má sleppa at spæla við eina
aðru ferð, tí sum nú er, kann eingin taka hesa
atkvøðugreiðsluna fyri fult. Tað er stórt spell og
– sum verri er – fúl skomm!
Happaðu
tey bestu
HB-heimasíðan:
Vit eru enn einaferð lidnir í steypakappingini í úrtíð, og nú nærkast tað
tíggju árum síðan, at Havnar Bóltfelag seinast vann steypakappingina.
Vit bíða framhaldandi.
Óalmenn EB/Streym-heimasíða:
Verjan var stinn móti HB í dag, og gævi satt, at gongdin heldur fram.
Um fá mál koma ígjøgnum hjá okkum, nýtast vit ikki at gera so øgiliga
nógv mál í hinum endanum.
Heimasíðan hjá Víkingi:
Í fjør góvu FC Suðuroy okkum skarpan gang í steypakappingini, og tað
var um eitt hár gjørt, at vit komu víðari og seinni vunnu kappingina. Í dag
møttust vit aftur, og á pappírinum vóru vit stórfavorittar, men tað er ikki
altíð ein løtt uppgáva. (…) Frískur vindur var í Sarpugerði, og hann hevði
sína ávirkan á spælið. Áskoðaratalið var ikki av teimum størstu, men tey,
ið vóru har, fingu mál at síggja.
Norðlýsið:
Dysturin (KÍ-ÍF, blðm.) fekk bara eina málið, hóast bæði liðini gjøgnum
dystin høvdu nokk av møguleikum til fleiri mál. Liðini áttu hvør sín hálvleik
og trupult er at taka dagar ímillum, hvat lið var betri.
ÍF-heimasíðan:
Ikki frítt, at tá ið dómarin Rúni Gaardbo (Johnleif Gerðisá og Edvard
Højgaard), ið dømdi væl, bríkslaði dystin av, var tað við kensluni, at dystin
kundu vit gott havt vunnið – og tað føldist enn kaldari, tá ið dysturin var
liðugur.
FSF-fjepparasíða á Facebook:
Ná, so er lagt upp til brak í hálvfinalunum í Løgmansteypinum
… NSÍ, KÍ, ÍF og EB/Streymur. Hvørja finalu kundu tit hugsað tykkum?
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Hilmar Jan Hansen
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Uni Holm
Johannesen
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Hilmar Jan Hansen
Fimleikaliðið »Snjóhvíta« hjá
Havnar Fimleikafelag, sum
er í bólkinum gentur 12-14
ár, stóð seg leygardagin væl í
stórari World Cup-kapping í
Spania, sum var í katalanska
høvuðsstaðnum, Barcelona.
Tá avtornaði, høvdu før
oysku
fimleikagenturnar
fingið 12,9 stig og blivu numm
ar 16 av tilsamans 19 liðum,
ið komu úr sjey londum
– Danmark, Estlandi, Finn
landi, Føroyum, Russlandi,
Spania og Tjekkia.
Á teimum trimum pláss
unum aftan fyri »Snjóhvítu«-
liðið hjá Havnar Fimleikafelag
vóru tvey sponsk lið og so
danska liðið, sum endaði
aftast í kappingini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Fimleikagentur flott úrslit
Guðmundur góða tíð
Heri Simonsen
Guðmundur Joensen fekk
eina góða tíð á hálva Iron
man-teininum
í
kapping
leygardagin í Lissabon í
Portugal, har tað bleiv til eitt
flott fimtapláss av tilsamans
um 100 sterkum kappingar
neytum.
Hálvi
Ironman-teinurin
er 1,9 kilometra svimjing á
sjónum, 90 kilometra súkk
ling og 21,1 kilometra renn
ing.
Guðmundur kom saman
við trimum øðrum fyrstur úr
sjónum, og legði hann seg á
eitt triðja pláss í súkklingini,
til eitt tekniskt brek hendi
við súkkluni. Tí mátti hann
steðga og fáa súkkluna í
ordan aftur.
Tað
eydnaðist
honum
tó aftur at stríða seg fram
millum
teir
fremstu,
og
hann kom sum fimti maður
í gongd við renningina, og
helt hann hetta plássið allan
vegin á mál.
Hóast hitin var nógvur,
tóktist
tað
ikki
darva
Guðmund stórvegis, og hann
fekk eina avbera góða tíð,
sum lá um fýra tímar, tveir
minuttir og 40 sekund.
heris@sosialurin.fo
Mynd: Haldur Suni Johansen/HF