Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur KÍ var í nýggjum hami Havnin volað í steypakappingini Jóannes Hansen Fótbóltslagið var gott, og tað lætnaði orduliga í heima­ leguni, tá ið dómarin hevði bríkslað fyri síðstu ferð. Á heima­vølli tryggjaði KÍ sær í gjár við 1-0 sigri á ÍF pláss í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Hetta var fyrsta ferðin síðani 2006, at KÍ vann seg úr fjórðingsfinaluni og í hálvfinaluna. Talan var um ferðmikla og undirhaldandi og í løtum væl spælda uppgerð. Einsamalla málið var tað enn eina ferð Páll A. Klettskarð, sum var meistari fyri. Lítla løtu undan hvíldini setti Heðin á Lakjuni ferð á úr vinstru og inn móti miðásinum, hann stakk bóltin fram ímillum til Álv F. Christiansen, sum varð leysur innanfyri í hes­ um førinum ikki serliga sann­førandi ÍF verjuna. Álvur trillaði bóltin upp á tvørs til Páll A. Klettskarð, sum var púra blankur, tá ið hann trillaði bóltin í málið aftan­fyri sakleysa Jákup Mikkelsen. – Hatta var ein góður sigur. Vit høvdu takið í 1. hálvleiki, tá ið vit áttu at havt skorað fleiri mál. Eftir steðgin løgdu vit størri dent á verjupartin, og tað var fínt, at tað eydn­ aðist at halda tætt. ÍF hevði góðar møguleikar, men teir misnýttu, og tað gjørdu vit eisini nakrar ferðir. Tað er málskjúttin í Klaks­ vík í gjár,Páll A. Klettskarð, sum greiðir frá. Merkisvert var tað, at KÍ spældi seg í hálvfinaluna uttan Atla Danielsen og Hjalgím Elttør mill­um teir fyrstu ellivu. Teir komu á vøllin, tá ið tað rest­ aðu tíggju minuttir, og tað fyrst og fremst ráddi um at halda tørn. – Tað var ivamál, um teir vóru førir fyri at spæla. Henry Heinesen og Johan Jacobsen vórðu settir inn á sen­trala miðvøllin, og Ísak Simonsen var framrættaður í vinstru. Tað gekk væl, og tað er hugaligt, at vit megnaðu at vinna í uppaftur yngri útgávu enn henni, sum vit hava verið í. Og hvussu verður í hálv­ finaluni? – Hana hugsa vit als ikki um enn. Vit taka eina viku í senn. Longu fríggjakvøldið skulu vit spæla í Sarpu- gerði ímóti Víkingi. Tað er stór av­bjóðing, sum vit nú av fullum huga fara at savna okkum um, sigur Páll A. Klettskarð. Fyri ÍF var tað smeitur, at Clayton Soares og Bogi R. Petersen orsaka av skaðum ikki vóru við. Fuglfirðingar spældu seg til møguleikar, men teir vóru fleiri ferðir óneyvir, tá ið teir royndu seg úr góðum støðum, og tá ið tað ikki eydnast at skjóta mál, og mótstøðuliðið samstundis hevur skorað eitt mál, so ber ikki til at røkka longur. NSÍ vann tryggan sigur Á Skála sóu tey við stórum spenningi fram ímóti NSÍ vitjanini. Tá ið tað galt um, kendist tað sum um, at teir á óroynda skálaliðnum vóru mest sum ov spentir. NSÍ hevði stóra leikliga yvirvág og fleiri málmøguleikar. Í 1. hálvleiki skoraði NSÍ tvær ferðir í sambandi við deyðbóltsstøður – skála­ maðurin Andras Frederiks­ berg og Klæmint A. Olsen vóru málskjúttar – og mið­ skeiðis í 2. hálvleiki staðfesti Árni Frederiksberg við góðum skoti av brotsteigarmarkinum trivaliga NSÍ sigurin á 1. deildar­liðnum av Skála. joannes@sosialurin.fo Felags fyri bæði KÍ og ÍF var at lyklaspælarar ikki vóru við, tá ið klaksvíkingar fyri fyrstu ferð síðani 2006 tryggjaðu sær pláss í hálvfinaluni, sum einsamalli málskjúttin Páll A. Klettskarð ikki ætlar at hava fokus á fyrrenn seinni í mánaðinum Heldur ikki í ár fer høvuðsstaðurin at eiga lut í steypafinaluni, sum verður í Gundadali leygardagin 24. august, tá ið tvey bygdafeløg fara at stríðast um atgongumerkini til altjóða fótbólt Jóannes Hansen Tað plagdi at vera HB og so okkurt annað felag, og við­hvørt vóru tað B36 og HB, sum hittust í steypa­ final­uni. So­leiðis er tað ikki longur. Fjórðings­final­ur­nar í kappingini um løg­mans­ steyp­ið vóru í gjár. Úrslitini lag­aðu seg soleiðis, at tað nú er greitt, at tað eru fýra feløg av bygd, sum fara at telvast í háv­finalunum. Harvið er tað eis­ini greitt, at tað verða tvey feløg av bygd, sum saman við sínum viðhaldsfólkum fara at seta dám á høvuðsstaðin leygar­dagin 24. august, tá ið finalan er ásett at vera. Gongdin í steypa­kapp­ing­ ini seinastu árini er merkis­ verd. Serliga tá ið tað hevur við HB at gera. Felagið, sum næstan hevur vunnið kapp­ ing­ina so ofta sum hini feløg­ini tilsaman, hevur ikki vunn­ið kappingina síðani 2004, tá ið úrslitið í finaluni var 3-1 ímóti NSÍ. Í 2007 var HB aftur í finaluni. Ta ferðina vann EB/Streyumur 4-3, og síðani tá hava teir í Sunda­lagnum verið í øllum finalunum, meðan einki hevur verið at sæð til HB. B36 vann finaluna í 2006, tá ið úrslitið var 2-1 ímóti KÍ. Í 2008 rakk B36 aftur í final­ una, og tá vann EB/Streymur 3-2. Avrikið hjá EB/Streymi í gjár var merkisvert, tí meist­ ararnir hava ikki staðið seg so væl í landskappingini. At tað eydnaðist at basa HB er eisini merkisvert, tí HB varð sent úr kappingini, utt­an at nakað lið higartil – hvørki í landskappingini ella í steypa­ kappingini – hevur megnað at vinna á HB í vanligari leiktíð og longdari leiktíð. Nú var tað eftir brots­ sparks­kapping, at EB/ Streym­ur varpaði oddaliðið í lands­kappingini úr steypa­ kapp­ingini. Um hetta fer at ávirka gongdina í lands­kapp­ ingini hjá EB/Streymi og HB fæst at síggja komandi viku­ skifti, tá ið HB fær vitjan av TB, og tá ið EB/Streymur fær vitjan av B36. Hálvfinalurnar í steypa­ kappingini eru ásettar at vera mikudagarnar 29. mai og 7. august. Í 3-2 sendingini í sjónvarpinum í kvøld verður lutur drigin um, hvussu liðini skulu hittast í hálvfinaluni. Umfram EB/Streym eru hini liðini KÍ, sum ikki hevur verið í hálvfinaluni síðani 2006, NSÍ, sum ikki hevur verið í hálvfinaluni síðani 2004 og Víkingur, sum í fjør vann steypafinaluna ímóti EB/ Streymi eftir brots­sparks­ kapping. Myndir: Norðlýsið Fjórðingsfinalurnar Sunnudagin 5. mai KÍ - ÍF 1-0 (1-0) 1-0: Páll A. Klettskarð 44. Víkingur - FCS 4-1 (2-1) 1-0: André Olsen 4. 2-0: Finnur Justinussen 26. 2-1: Palli Augustinussen 40. 3-1: Finnur Justinussen 62. 4-1: Finnur Justinussen 82. Skála - NSÍ 0-3 (0-2) 0-1: Andras Frederiksberg 22. 0-2: Klæmint A. Olsen 43. 0-3: Árni Frederiksberg 73.