Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hvør dømdi? Tey klóku plaga at siga, at um tú ikki minnist hvør dømdi, so hevur viðkomandi dømt væl. Ongin tosaði um dømingina eftir dystin, og tað sigur væl alt um avrikið hjá Eiler Rasmussen og hansara monnum. Okkurt smávegis kunnu liðini sikkurt grenja um, men tá er talan um fluguknepparí. Fín døming. H E S A V I K U N A fótbóltur løgmanssteypið Hans Jørgensen 5 Fekk seg royndan fleiri ferðir og kom væl frá uppgávuni. Átti eina framúr bjarging í seinna hálvleiki, tá áleypari bleiv púra leysur. Tryggur í brotsteiginum og kom væl út. Jógvan Rói Davidsen 3 Spældi ein miðal dyst og gjørdi sum so, tað, ið hann skuldi gera. Kom framvið til innlegg fleiri ferðir. Altíð raskur í verjupartinum. Jóhan T. Davidsen 5 Spældi væl í miðverjuni. Umframt at vinna teir flest av sínum nærdystum, so breyt hann fleiri ferðir spælið langt uppi á vøllinum og førdi bóltin væl fram í uppbyggjandi spælinum. Gunnar Haraldsen 4 Spældi til eitt 4-tal. Sterkur í nærdystinum og riggar væl saman við Jóhan í miðverjuni. Valdi tað trygga, tá trýst kom á og gyppaði vekk. Alex José dos Santos 4 Var sjónligari í álopsspælinum enn Jógvan Rói, men gjørdi eisini onkra vandamikla avlevering. Varð dømdur fyri rangstøðu, tá hann fylgdu upp eftir skot og skoraði. Heini Vatnsdal 5 Tað var ikki tann nærdysturin, sum Heini ikki vann á miðvølliunum. Tvær ferðir kendu sundalagsmenn seg royndar hála í bremsuna, tá Heini setti ferð og fingu gult kort. Stútaði eisini á tvørstongina. Fróði Benjaminsen 5 Somuleiðis stinnur í nærdystum og var aktivur rundan um málið hjá EB/Streymi. Átti fleiri ferðir lut í málroyndum og átti orku í allar 120 minuttirnar. Kristin R. Mouritsen 3 Lívligur í álopspartinum. Luttók nógv í framrættaða spælinum og kom til onkrar møguleikar. Manglar enn tað seinasta áðrenn hann byrjar at avgera dystir. Christian R. Mouritsen 3 Var í løtum omaná í tvídystinum móti Rógva Egilstoft Nielsen, men datt eisini úr dystinum. Trekti fleiri ferðir inn í vøllin úr høgrum og fordeildi bóltin væl. Vísti eisini síni góðu evni við bóltinum fleiri ferðir. Símun Samuelsen 3 Fekk ov lítið burtur úr í vinstru síðu. Varð fleiri ferðir spældur í góðar støður, men megnaði ikki at fáa meiri burtur úr enn okkurt innlegg. Hevði annars bóltin nógv og tóktist sjónligur á vøllinum. Andrew av Fløtum 3 Røkti sín leiklut væl. Helt væl upp á bóltin og fordeildi hann víðari. Kom ikki til nakrar vandamiklar møguleikar. Avrik: tøl 1 til 6 HB 0 (0) EB/Str 0 (0) Tróndur Arge Hvørja ferð favorittarnar úr HB komu í álop, so stóð verj­an fyri. Sjónligastur var 39 ára gamli Egil á Bø. Hann hevur ikki vant nógv í ár, men játtaði at spæla í fjórð­ ings­finaluni móti HB. EB/Streymur hevur síðani 2007 verið í steypafinaluni, men undan dystinum í gjár spáddu fleiri, at tíðin við EB/ Streymi í oddinum í før­oysk­ um fótbólti er fyribils komin til ein enda. Tað skuldi blíva staðfest við einum greiðum tapi fyri HB, sum hevur lagt seg á odda í landskappingini. Hóast HB hevði bóltin mest, so vóru Egil á Bø og hinir á EB/Streyma liðnum ikki sinn­aðir at lata spádómarnar ganga út. Eg eri ikki byrjaður aftur Tað sigur Egil á Bø. Hann er eins og allir hinir á liðnum hjá EB/Streymi fegin eftir dystin í Gundadali. Í 120 min­uttir gekk hann á odda í verjupartinum hjá EB/ Streymi. Hann tók eingi óráð fyri og ruddaði bóltin vekk, tá vandi var á ferð. Fleiri ferðir royndi HB at spæla seg upp gjøgn­um sína vinstru síðu. Gert Hansen hevði úr at gera á høgra bakki hjá gestunum, men hvørja ferð Gert ikki fekk fatur á bóltinum sjálv­ ur, so kom Egil honum til hjáplar. Hann stútaði, skump­aði og sparkaði so HB ikki slapp fram til málið. Ein verju­skansi, sum hevur mangl­að á liðnum hjá EB/ Streymi. Verjan hjá EB/Streymi hev­ur verið mett sum veika lið­ið á liðnum, men sunnu­ dag­in vóru Egil á Bø og Marni Djurhuus saman við Rógva Egilstoft Nielsen, Gert Hansen og Rene Tórgarð trygg­ir í aftastu rekkju, með­ an Pætur Dam Jacobsen og Arnar Dam arbeittu hart á mið­vøll­inum. Tað kom fram fyrr á deg­ num, at Egil á Bø hevði funn­ ið sær gaggurnar fram aftur. – Eg havi játtað at spæla hendan dystin, men eg eri ikki byjaður aftur, sigur Egil á Bø. Spurdur um hvørjari venjing hann er, svara hann skemtiliga. – Eg vandi við fríggja­ dagin. Lættin er at fáa eyga á. Egil hevur gjørt eitt lítið »come­ back« í føroyskum fótbólti undir torførum umstøðum, og hann gjørdi sær alt annað enn fyri skommum. – Eg havi spælt tveir dyst­ ir við 3. deild og ein við 1. deild. Eg havi eisini runnið mær nakrar túrar, leggur Egil afturat. Hann verður ikki fastur partur av verjuni hjá EB/ Streymi hetta kappingaárið, men tað er ikki óhugsandi at hann tekur onkrar dystir. – Tað kann gott verða, at eg spæli onkran dyst afturat, sigur Egil. At fyrsti dysturin, um­ framt at vera móti HB í Gunda­dali, eisini vardi í 120 min­uttir, tekur hart upp á beinini á einum 39 ára goml­ um mannin. – Seinast eg spældi vi 3.deild, tað var ein leygardag, tá kom eg ikki fyri meg fyrr enn mikudag, sigur Egil við einum smíli. So er spurningurin nær Egil verður til fólk aftur, eftir framúr avrikið í Gundadali? Eitt er vist, Egil hevur fram­vegis nakað at geva før­ oyskum fótbólti. 120 málleysir minuttir Hóast einki mál kom í 120 minuttir, so var talan ikki um nakran vánaligan fót­bólts­ dyst. HB var leikliga omaná og mundi hava fleiri skot á mál, meðan EB/Streymur við sínum skjóta spælið í um­ still­ingini eisini kom til góðar møgu­leikar. Størsta møguleikan í dyst­inum fekk Gunnar Zachariasen, tá rangstøðu­ fell­an hjá HB miseydnaðist. Hann gjørdist púra leysur móti Hans Jørgensen í mál­ inum hjá HB, men Hans kom út í móti og fekk vart fyri royndini. Fyri HB hevði Heini Vatns­ dal ein stútara á tvørstongina, meðan Kristian R. Mouritsen og Fróði Benjaminsen vóru mill­um teirra, ið høvdu royndir móti málinum hjá Rene Tórgarð. Tað er framvegis lív í EB/Streymi. Eftir 120 minuttir av málleysum fótbólti í Gundadali vann EB/Streymur seg víðari til hálvfinaluna eftir brotssparkskapping. 39 ára gamli Egil á Bø gjørdist dagsins maður við einum framúr avriki í verjuni hjá EB/Streymi Egil bjargaði steypasøguni