Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Hóast einki mál kom, so var spælið á góðari leið. Undirhaldsvirðið var gott fyri ein málleysan dyst. Tað skulu bæði liðini hava rós fyri. HB er oddalið, men tað tykist sum felagið hevur mist megin partin av sínum viðhaldsfólkum. Hvussu ber tað til, at tað næstan er til at síggja, at tað stendur HB á áskoðaraplássunum til eina fjórðingsfinalu í Gundadali? Um havnarfólk ikki tíma til dyst, so er sikkurt líka frætt at flyta landsdystir og steypafinalur til onnur støð, har fólk vísa fótbóltinum størri ans Dysturin var ferðmikil í so máta, at liðini gjørdu skjót av í álopspartinum, tá tey høvdu møguleika fyri tí. Hetta gav fleiri spentar støður, har verjan og álopini runnu kapp um bóltin. Tó vann verjan í flestu førum hesar tvídystirnar. Báðar verjurnar spældu væl og tað gjørdu málverjarnir eisini. Eg orkaði ikki at skjóta Egil á Bø er royndasti mað­ urin á liðnum hjá EB/ Streymi, men hevði als ikki hug at skjóta í brots­sparks­ kapp­ingini. – Eg var nummar ellivu á listanum. Eg vildi ikki skjóta, tí eg orkaði ikki, sigur Egil og hyggur upp á Rene Tórgarð, sum nikkar. – Rene stóð sum nummar tíggju á listanum. So eg hevði ikki hug at skjóta, staðfestur Egil. Tað var heldur ikki neyð­ ugt, tí teir, ið skutu, vóru allir tryggir úr ellivu metrum. Sum altíð er við eini brots­sparkskapping, so má onkur brenna fyri at annað liðið skal vinna. Hesa ferð fall tað Tróndi Jensen í lut. Brots­spark­ið hjá innskifta HB mið­vallaranum brast á tvør­stongina, og so kundi somu­leiðis innskifti Niels Pauli Danielsen avgera alt við fimta og avgerandi brots­ spark­inum. Tá hugsað verður um steypa­søguna frá 2007, so mundu tey flestu nokk skilja, at nú gjørdi EB/Streymur tað aftur. Teir hava enn eina ferð havt hegni til at vinna ein avgerandi steypadyst. Spurning­urin er so um Egil á Bø verður við, tá EB/ Streymur spælir hálvfinalu. Hann hevur ikki tapt ein dyst í steypakappingini í fleiri ár. Hann var ikki við tá EB/Streymur tapti finaluna í 2009 og í 2011. Tað er vert at hugsa um, nú EB/Streymur hevur útsett niðurtúrin í før­ oyskum fótbólti. trondur@sosialurin.fo Egil ikki tap í fleiri ár Egil á Bø er ikki útsligin úr steypakappingini í fleiri ár. Hann var ikki við í finalunum í 2009 og 2011, har Víkingur vann. Sostatt skulu vit hvørtfall fleiri ár aftur í tíðina fyri at finna Egil á Bø á vøllinum og EB/Steym útslidnan í steypakappingini. Rene Tórgarð 5 Stóð ein frálíkan dyst. Varð mangan trýstur av innleggum og deyðbóltum, men tók alt sum hann skuldi, og kom eisini út í brotsteigin tá brúk var fyri tí. Rógvi Egilstoft Nielsen 4 Hevði í løtum trupulleikar av kviku dribblinginum hjá Christiani R. Mouritsen, men sum dysturin gekk, so fekk hann betri tamarhald á tí. Stóð seg annars væl. Marni Djurhuus 5 Spældi sum ein brandur í miðverjuni. Hann og Egil á Bø hava spælt nógv saman og tað sást greitt. Stinnur í tvídystinum og luttók í uppbyggjandi spælinum. Egil á Bø 6 Gjørdi alt tað tú kanst forlanga av einum 39 ára gomlum manni, sum ikki hevur vant við í ár. Ruddaði alt sum varð vandamikið vekk og átti óteljandi týdningarmiklar taklingar. Dagsins spælari í Gundadali. Gert Hansen 3 Røkti eftir førimuni sína uppgávu væl móti Símuni Samuelsen, sum er væl skjótari enn Gert. Kom ikki so nógv framvið, men í verjustøðu var Gert stinnur við góðari hjálp frá Egili. Pætur Dam Jacobsen 4 Strídist á miðvøllinum allan dystin. Lá undir nakrar ferðir í mun til Heina Vatnsdal og Fróða Benjaminsen. Arnar Dam 5 Meðan Pætur tók nærdystirnar, so tuskaði Arnar runt og órógvaði spælið hjá HB-miðvøllinum. Vann fleiri taklingar og fangaði fleiri leysar bóltar, umframt at hann slapp sær væl av við bóltin. Helst besti dysturin hjá Arnari í EB/ Streymi. Gunnar Zachariasen 3 Var í løtum sjónligur og lívlígur í álopsspælinum, men bleiv eisini vekk í spælinum aðrar tíðir. Riggar væl inn í skjóta spælið hjá sundalagsmonnum og lut í fleiri av skjótálopunum. Hans Pauli Samuelsen 3 Spældi ikki illa, men slapp heldur ikki til sítt rætt uttan í nøkrum av umstillinginum. Hevði onkrar góðar møguleikar, men var óneyvur. Levi Hanssen 3 Ósjónligi arbeiðsmaðurin á EB/ Streyma liðnum spældi ein miðal dyst. Brúkti nógva orku í verjustøðu, men var ikki sjónligur í álopspartinum. Leif Niclasen 3 Er ein lívligur áleypari og riggar væl saman við hinum kviku og skjótu spælarunum á liðnum. Spældi sum fremsti maður, men megnaði ongantíð at fáa yvirtakið á miðverjuni hjá HB. Avrik: tøl 1 til 6 René Tórgarð Egil á Bø Marni Djurhuus ■ Gert Hansen Rógvi E. Nielsen Arnar Dam ■ Pætur Dam Jacobsen ■ Levi Hanssen Gunnar Zachariasen Hans Pauli Samuelsen ■ (Niels Pauli Danielsen, 111.min) Leif Niclasen Hans Jørgensen Jóhan T. Davidsen Gunnar Haraldsen ■ Jógvan Rói Davidsen Alex J. dos Santos Heini Vatnsdal Fróði Benjaminsen Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen Símun Samuelsen (Tróndur Jensen, 109.min) Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 106.min) HB - EB/Str. 0-0 (0-0) eftir longda leiktíð Brotssparkskapping (3-5) 0-1: Hans Pauli Samuelsen 1-1: Fróði Benjaminsen 1-2: Leif Niclasen 2-2: Símun Samuelsen 2-3: Levi Hanssen 3-3: Christian R. Mouritsen 3-4: Gert Hansen 3-4: Tróndur Jensen misnýtti 3-5: Niels Pauli Danielsen Myndir: Álvur Haraldsen 1 Hans Pauli Samuelsen (0-1) 2 Leif Niclasen (1-2) 3 Levi Hanssen (2-3) 4 Gert Hansen (3-4) 5 Niels Pauli Danielsen (3-5) 1 Fróði Benjaminsen (1-1) 2 Símun Samuelsen (2-2) 3 Christian R. Mouritsen (3-3) 4 Tróndur Jensen (misnýtir 3-3) 5 1 2 4 4 2 3 5 EB/Streymur brotsspørk: HB brotsspørk: 3 1