mánadagur 6. mai 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur hondbóltur
Eg fari ikki úr
Føroyum uttan
meistarheitið
Tað sigur 24 ára gamli Filip Jojic,
sum annað árið á rað er kosin
til ársins spælara í føroyskum
mannfólka hondbólti. Hann hevur
hug at taka eitt ára afturat í
Vestmanna, men dreymurin er
at gerast betri og koma víðari
Tróndur Arge
Filip Jojic fór ikki tómhentur
heim
úr
hondbólts-galla
veitsluni
um
vikuskiftið.
Hann gjørdist ársins spælari,
ársins áleypari, toppskjútti
og spælskipari á ársins liðið.
Alt bendir á, at Filip eisini
komandi ár verður partur av
liðnum hjá VÍF.
– Ja, vit arbeiða við mál
inum og eg rokni við, at eg
spæli í VF aftur komandi
kappingarár, sigur ein sjón
liga fegin Filip Jojic, eftir at
hann er kosin til ársins spæl
ara.
Filip Jojic kom til Føroyar
í farna kappingarári. Fyrsta
árið spældi hann við Team
Klaksvík og tá gjørdist hann
somuleiðis ársins spælari.
– Eg vil fegin siga stóra
takk til øll, ið hava atkvøtt
fyri mær. Eg eri bara so fegin
í kvøld. Eg hevði ikki væntað
at vunnið aftur í ár, sigur
Filip Jojic.
Vil vinna
meistaraheitið
Filip Jojic hevur sett sær
eitt greitt mál fyri komandi
kappigarár.
– Eg vil vinna meistara
heitið komandi kappingarár,
sigur Filip avgjørdur.
Hann er 24 ára gamal
og hevur nógv ár eftir sum
hondbóltsspælari.
Hann
hevur somuleiðs ein dreym
um at sleppa víðari sum
hondbóltsspælari.
Eg kundi hugsað mær
at spælt eitt ár afturat her
í Føroyum og blivið nakað
betri. Síðani kundi eg hugsað
mær at komi víðari í hond
bóltsverðini, men eg fari ikki
úr Føroyum uttan meistara
heitið, sigur Filip at enda.
Hjá
kvinnunum
bleiv
Liljan
Djurhuus
ársins
spælari. VÍF/Tjaldur var í
harðari kapping við Kyndli
um at koma í FM finaluna.
Tað
ljóðar,
at
Durita
Christophersen verður aftur
í VÍF/Tjaldur til komandi
kappingarár og at meiri
styrkur er á veg.
trondur@sosialurin.fo
Kristian Dulavík