Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat skal barnið duga, áðrenn tað byrjar í skúlanum? Allan Mortensen námsfrøðingur í skúlastovuni Løkin á Dagstovninum Birkilund Ein áhugaverdur spurn­ing­ ur. Summi duga at lesa sum 6 ára gomul, onnur hava torført við at skriva navnið hjá sær rætt. Summi duga at plussa, minussa, falda og deila, onnur klára at telja uppí 10. Summi kenna nógvar fuglar, summi duga at klatra, summi duga at finna maðkar...... Børn eru so ymisk, líka mikið um tey eru á dagstovni, í skúlastovu, í forskúla ella hvar tað so skal vera. So stutta svarið á spurn­ingin “Hvat skal barnið duga, áðrenn tað byrjar í skúl­anum?” man vera einki, fólkaskúlin er fyri øll. Spurningurin um hvat er besta loysnin fyri 6 ára gomlu børnini hevur verið frammi í eini tíð nú, og tað er at gleðast um, at fleiri tyk­ast at vera áhugaði í evn­ in­um. Sjálvur starvist eg í einari “skúlastovu” á einum dagstovni. Tað vil siga á ein­ari stovu við børnum í for­skúlaaldri. Næstan all­ir dagstovnar hava eina ser­ staka skipan fyri teimum 6 ára gomlu børnunum, og tað er av tí einføldu orsøk, at tey meina at hesi børnini hava brúk fyri nøkrum øðrum enn tey yngru børnini. Tey hava ikki hesar skip­ anir, tí tey hava tað barna­ áskoðan at børn eru at líkna við tóm kør, ið skulu fyll­ast av teimum vaksnu. Tað meti eg heldur ikki at áskoð­anin hjá teimum ið ganga inn fyri forskúla er, so hvussu so er ikki øllum. Mín fatan er heldur ikki at tað er barnaáskoðanin hjá teimum flestu lærarunum í fólkaskúlanum. Skulu tey 6 ára gomlu børn­ini so vera í einari van­ ligari stovu á dagstovni, vera í einari stovu fyri seg á ein­ um dagstovni ella fara í for­ skúla? Eitt sum hevur týdning í hesum sambandi er, hvat tað er fyri barn vit tosa um. Sum áður nevnt, so eru øll børn ymisk, hava ymisk áhugamál og ymiskar førleikar, og hava tískil eisini ymiskar tørvir. Tað sum er best fyri eitt barn, er ikki neyðturviligani best fyri øll børn. Tað eru fleiri aspektir. Er á staðnum eitt rørsluliga stimbr­andi umhvørvi? Er eitt utt­an­umøki sum gevur hósk­ andi avbjóðingar? Stimbrar umhvørvið menningina hjá børnunum? Hava børnini møgu­leika til at brúka sín­ar kjarnuførleikar? Hava børn­ ini møguleika at for­djúpa seg, at koma í flow? Hava tey møguleika fyri ávirka sín gerandisdag? Har er nógv at hugsa um. Tað eru vit, námsføðingar ella lærarar, ið skapa um­ hvørv­ið børnini eru í. Á dag­ stovnum og skúlum eru tað vit ið skapa rúmið børnini ferðast í. Vit hava ávirkan á hvørjar møguleikar børnini hava at menna seg í teimum ym­isku førleikunum. Vit hava ávirkan á hvørji sansa­ inn­trykk børnini fáa, vit hava ávirkan á hvørjar møguleikar børnini hava at ogna sær vit­ an, og hvørja vitan. Vit hava ávirkan á hvønn møguleika børnini hava at royna seg í ymiskum sum tey hava áhuga í. Sjálvsagt er tað eis­ini okkara uppgáva at víðka sjónaðarringin hjá børnunum, so tey fáa størri møguleika fyri at ogna sær vitan um nýggj øki har tey kunnu brúka sítt hugflog og menna sín kreativitet. Ein av avbjóðingunum hjá okkum øllum, sum eru um hesi børnini, er at lata tey varveita sín ymiskleika, børn eru ymisk, og tað skulu tey sleppa at verða. Vit mugu lata tey varðveita sítt forvitni og geva teimum hóskandi avbjóðingar, soleiðis at tey kunnu menna seg . Líkamikið um tað er á ein­ um dagstovni, í einari skúla­ stovu sum okkara, ella í ein­ um forskúla, so er tað sum hevur størstan týdning, teir persónligu eginleikarnir hjá teimum ið starvast á stað­ num. Líkamikið um tað er eitt hjálparfólk, ein lærari ella ein námsfrøðingur sum er um børnini, so eru tað persónligu eginleikarnir hjá viðkomandi, ið er altavgerandi fyri hvussu børnini trívast, og harvið eis­ ini mennast. Hvussu síggja vit sum starvs­fólk børnini? Síggja vit tey sum sjálvstøðug, initiativ­ rík og við nógvum ymiskum førleikum? Duga vit at fáa børnini at kenna seg sæddan, hoyrdan, skiltan og tiknan alvorligt? Duga vit at fylgja stigunum, ið hvørt einstakt barn tekur? Vónandi finna vit eitt felags stev, tað sum umræður er at síggja møguleikarnar í staðin fyri forðingarnar. Og spurningurin má væl verða, hvat er best fyri 6 ára gamla barnið? kjak Søren Kierkegaard 200 ár Virgar T. Dalsgaard Í dag, tann 5. mei, eru 200 ár liðin, síðan tað filo­sof­iska stórmenni, Søren Kierke­ gaard varð føddur við Ny­ torv í Kjøpinhavn. Hann var “síðla­fødingur “ (á donskum: sildeføding). Mam­m­an var 45 ár og pápin var 57; framm­ an­undan vóru seks onnur systkin. Kierke­gaard var spinkul og visa­sligur, men kvikur og flog­vit­ugur. Tad sigst, at pápi hans­ara spákadi imaginerar túrar um alt Europa saman vid Sørini í stovuni, og tad eggjadi hugsjónarlívid hjá tí gløgga soninum. Stovulívið við eldri fólki gjørdi, at hann bleiv gamalklókur, fantasi­fullur og aldurs-búgvin langt fyri tíðina. Men hann var eisini einsligur, egin og ikki sørt argaður av øðr­um dreingjum. Hann kom í Borgerdydsskolen, og har var hann millum teir mæt­astu næmingarnar í klass­isk­um málum. Eftir stu­ dentar­ek­samiuna fór hann at lesa teo­logi. Men hann hevði størri inte­ressu fyri psykologi og filosofi, sum hann las aftur­við teologiini. Longu sum blaðungur skrivaði hann um alskyns filosofisk evni og kritiseraði serliga religiøsar autoritetir. Hann skrivaði so nógv og so febrilskt, at tað finst eitt serligt “Søren Kierkegaards-selskab” , sum nýliga hevur útgivið ikki færri enn 55 bókabind við hansara skrivtum og søgu­ ligum og littererum við­ merk­ingum til teirra. Hann er upphavsmaður til tann filosofiska rætt­n­ing­in, sum kallast kristin eksistential­ isma, og meginparturin av hansara skriving er um er­ kennilsi av eksistentiellum spurningum í mannalívinum. Mest kenda maximan hjá hon­um er, at sannleikin er subjektivur, og hvør mað­ ur hevur sín sannleika. Lopið út á 70.000 favna dýpi Fáur, um nakar hevur gjøg­ num so fá ár, sum hann livdi, fingið so stóra ávirkan á ta intellektuella Europa og seinni á alla verðina. Hann var ironiskur, tvørur og polem­iskur, men næstan aldrin keðiligur. Hann var konservativur av lyndi og fagnaði politiskum einaveldi, men hann tordi kortini at bjóða øllum vanatankum og dogmum av. Hann hevði onga respekt fyri akademiskum ella religiøsum autoritetum. Grundtvig og hann kendust og sóust av og á, men teir vóru ikki væl. Socialar og fólks­ ligar rørslur, sum Grundt­ vig var upptikin av, helt Kierke­gaard lítið um. Hann var egocentreraður og so introvertur, at sociologiskir spurningar rinu næstan ikki við hann. Úr tí ovurrúgvu, sum hann skrivaði, er vert at nevna “Enten eller”, “Begrebet Ironi”, “Begrebet Angest” og “Philosophiske smuler”, sum allar eru relativt lættlesiligar og hartil undirhaldandi, sjálvt um tær viðgera álvarsmál. Sørin var nevniliga bæði álvars­maður og argandi humoristur. Hann var eitt stutt skifti trúlovaður við eini væl yngri kjøpinhavnar- gentu, Reginu Olsen, sum hann av mystiskum grund­um narraði og so valdi at blíva piparssveinur. Tey allar­síðstu árini, hann livdi, var hann í hvøssum persón­lig­um stríði við danska presta­stættin, men serliga við biskopp­in í Kjøpin­havn, Mynster, sum hann kallaði fyri sunnu­dags­ kristnan og statsbetaltan sálar­hirða. Í hesi orrustu bleiv hann sjúkur og kom á sjúkrahús, har hann doyði 11. november1855, bara 42 ára gamal. At eitt einsamalt menniskja hevur lagt so nógv skrivligt tilfar úr hondum við berum penni uppá so stutta tíð, sum Kierkegaard gjørdi, er framvegis ein gáta. Hann tordi lopið út á 70.000 favna dýpi, sum hann so ofta filosoferar um. Eg gleði meg, til tað verða leiguíbúðir til lesandi í Før­ oyum, tí í løtuni ber ikki til at lesa í Føroyum uttan at búgva hjá familjuni. Eg droymi um, at studn­ ingurin hækkar munandi, tí í løtuni røkkur studningurin illa nokk til mat. Eg vóni, at ein skúla­ bókaskipan verður stovnað, tí tað er ov dýrt at keypa nýggjar bøkur á hvørjum ári. Eg vænti, at vit fáa eitt gott lestrarumhvørvi í Før­ oy­um, tá vit fáa leigu­íbúð­ ir til lesandi og skúla­heim til lesandi á hægri læru­ stovnum. Eg droymi um eitt sam­ anhald, har vit øll kunnu verða líka glað og ikki bert líkaglað. Við javnaðarkvøðu Bergur A. Dalsgarð Tann perfekti lesnaðurin