mánadagur 6. mai 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Út við seksti fólk møttu á
aðalfundinum
hjá
Javna
leygardagin, og forkvinnan
Sigrun Wardum var serliga
fegin um, at so nógv menn
ingartarnað fólk komu á
fundin.
Ein serlig orsøk var til
hetta, tí fyri fyrstu ferð
skuldu nú veljast tríggir
limir í undirnevndina -
Spyr meg - hjá Javna, og
valbæri høvdu bara menn
ingartarnað fólk.
Formaðurin
ella
for
kvinnan skuldi veljast bein
leiðis á fundinum.
- Eg var so bilsin, at eg
fekk næstan 30 atkvøður,
sigur Durita Strøm, sum
varð vald til forkvinnu.
Ellivu fólk stillaðu upp
til nevndina, og hini bæði
valdu vóru Meiken S. Olsen
og Dánial Gram Høgnesen.
Endamálið hjá nevndini
- Spyr meg - er at tala søk
teirra menningartarnaðu,
at seta orð á ynski teirra.
Nevndin í Javna hevur
fingið Tóru Øre Hansen at
leggja nevndini í Spyr meg
lag á og hjálpa teimum, eitt
nú við tí skrivliga.
Durita Strøm sigur, at
Spyr meg ikki minst fer at
viðgera bústaðarmál og
arbeiðsmøguleikar.
Tey
menningartarnaðu eiga at
fáa tað slagið av bústaði,
sum tey ynskja sær, og
tað er sera umráðandi at
sleppa til okkurt arbeiði
fyri at koma í samband við
fleiri fólk.
- Eg fari at finna fleiri
hugskot til nevndina at
arbeiða við, sigur Durita
Strøm.
Sjálv var hon heppin, tá
hon fyri sjey árum síðan
fekk arbeiði á vaskarínum
hjá Landssjúkrahúsinum.
Tað er eitt hálvt vart starv.
- Her er so nógv at gera,
at eg kundi arbeitt nógv
meira, sigur hon.
Arbeiðið er strævið, men
hon stórtrívist.
- Øll eru líka góð við meg,
sigur Durita Strøm.
Durita Strøm var ovfarin, tá hon leygardagin varð vald til
forkvinnu í undirnevndini - Spyr meg - hjá Javna
Felagið Skarðsbygd hevur eydnuhjól í bygdarhúsinum í Haraldssundi
hósdagin 9. mai, og tiltakið byrjar klokkan 16
Fari nú at finna hugskot
Tvílemba
Ein ær við
tveimum lomb
um í Nólsoy
Gás við ungum
Fríggjadagin kom
gásapar í Nólsoy
við 4 ungum
Minnisvarði yvir avtoftaða bygd
Flakatrolarin
Gadus er farin nýggj
an túr í morgin. Tað
upplýsir JFK-Trol
Aðalfundurin hjá
MBF varð hildin
hóskvøldið 2. mai. Her
var starvsnevndarval
fyri samskiftisbólkin
og rørslubólkin.
Í starvsnevndini
sita nú Carita Bjørk
lund, forkvinna,
Jensa Heinesen,
Sigrun Wardum,
Yvonna Hjaltalin
(afturvald) og Tóra
við Keldu (nývald).
Eykalimir eru
Anna Dahl Olsen og
Ásla Poulsen.
vilmund@sosialurin.fo
MBF
havt
aðal
fund
Úr Haraldsundi verður
sagt, at um undirtøkan
verður góð hósdagin,
og tiltakið verður væl
stuðlað, verður eydnu
hjólið ætlandi tikið upp
aftur fríggjadagin 10. mai
klokkan 19.
– Um so verður, verður
lýst við framhaldi, siga
tey, sum standa aftanfyri
Felagið Skarðsbygd.
Í Haraldsundi verður
eisini søla av kaffi, te,
breyði og køkum.
Nógvir góðir vinning
ar eru at vinna, eitt nú
súkla, málningur, lomb
í heyst, gávukort á 1500
krónur, døgurðamatur og
nógv annað.
Minnisvarði
Felagið Skarðsbygd varð
stovnað í september
2007. Endamálið er at
reisa ein minnisvarða á
Skarði - til minnis um
teir, ið fórust tollaks
messudag 1913.
Í ár eru 100 ár liðin,
síðani vanlukkuna, har
allir arbeiðsførir menn í
bygdini sjólótust.
Bygdin Skarð varð
avtoftað hin 26. januar
1919.
Við bátinum vóru
7 mans, og eingin kom
aftur.
Minnisvarðin er
liðugur. Tað er Hans
Pauli Olsen, ið hevur
gjørt listarverkið.
Ætlandi verður
minnisvarðin avdúkaður
á Skarði hin 14. august
í ár.
Eg fari at finna fleiri
hugskot til nevndina at
arbeiða við
Carita Bjørklund,
forkvinna í MBF
Í nevndina komu Dánial
Gram Høgnesen, Durita
Strøm, forkvinna og Meiken
S. Olsen, nevndarlimur