Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fyrireikararnir hava nú av­ dúkað tey seinastu nøvnini, sum fara at framføra í Sør­ vági. Tey nøvn, sum koma aftrat teimum áður kunn­ gjørdu, eru Four MENh, Jørgen & Jákup, Punjab og Ólavur og Milson & Niels. Four MENh er heima­ hoyr­andi í Fuglafirði, tó við einum vestmenningi í Sørvági og einum leir­ vík­ingi. Allir eru royndir innan tónleik. Teir, sum manna bólkin, eru Ann­ finn Jacobsen, trummur og sang, Hugo Leo, bass og sang, Mouritz Mohr, guitar og sang og Njal Reinert Petersen, guitar, key´s og sang. Jørgen & Jákup er sør­ vágs­bólkur. Jørgen Nicla­ sen og Jákup á Stongum byr­jaðu at spæla saman heilt afturi í 1990. Teir komu við útgávu í 1993, har alt var egin tón­leikur. Nú er bólkurin víðk­að­ur. Punjab er bólkur við ung­um tónleikarum, sum spæla egnan tónleik. Teir lut­tóku á Sement 2013 og hava síðani verið rætti­ liga aktivir. Teir, ið manna bólkin, eru vatnsoyrar­mað­ urin, Matth­ias Kjølbro á saxofon, havn­armennirnir, Árni Jo­hannesson, sang, Robert Bjarnasson, guitar, Kári Ell­ingsgaard, bass, Kristian Pauli Ellefsen, klaver og Tórð­ur Dam, trummur. Ólavur, Milson & Niels eru kend nøvn. Manningin er Ólavur Højgaard, Mil­ son Zachariassen og Niels Midjord. Milson er kendur úr eitt nú Faroe Boys, har hann spældi bass. Mil­ son man vera fyrsti og elsti steelguitarspælarin í Føroyum, og júst steel­guit­ arin setur sín serliga dám á countrytónleik. Niels er mest kendur fyri sín eyðkenda vísusang. Nú eru 17 nøvn kunn­ gjørd, og nú er skráin full­ teknað. Tey luttakandi eru Eve Selis, Tamra Rosa­nes, Hallur Joen­sen, Kristina Bærendsen, Uni Debess, Tinganest, Rann­ vá Vesturklett, Sámal Ravns­fjall, Jackson, Blátt Gras, Magni Christiansen, Froðbiar Sókn­ar Blues­or­ kestur, Holgar & Tórfríð, Four MENh, Jørgen & Ják­up, Punjab og Ólavur, Milson & Niels. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jcobsen Føroya Arbeiðsgevaraf­ elag og Føroya Reiðara­ felag hava gjørt avtalu um, at Reið­arafelagið hús­ ast í Vinnu­húsinum. Herálvur Joensen er sett­ur stjóri í Reiðara­ felagnum. Tað er í hesum sambandi, at avtala er gjørd millum feløgini. Reiðarafelagið fer so­ leiðis saman við restini av arbeiðsgevarafeløgunum á privata arbeiðsmarkn­ að­inum at húsast undir somu lon. – Vit gleða okkum til eitt tættari sam­starv, sigur Føroya Arbeiðs­gev­ ara­felag. Herálvur Joensen tók við starvinum hin 1. mai í ár. Sørvingar eru væl í gongd við at fyrireika seg til Sørvágs Country-& Bluesfestival, sum verður 7. og 8. juni Stórhvalur í Leirvíksfirði Um vikuskiftið sóu fólk í Leirvík ein stórhval damla út fyri bygdini 17 nøvn í Sørvági Reiðara­ felagið fer nú at húsast í Vinnu­ húsinum Herálvur Joensen byrjaði í starvinum sum stjóri í Reiðarafelagnum hin 1. mai í ár. Teir, sum byggja nýggju frysti­ goymsluna í Kolla­ firði, arbeiða bæði gerandis-og halgi­ dagar. Leigunevndin hevur í farna ári gjørt Al­manna­ ráðið vart við, at nevndin ikki áleggur dagbøtur, um útleigari ikki endurrindar depositum sambært av­ gerð leigunevndarinnar. Nevndin, sum herfyri læt Almannaráðnum sína ársfrágreiðing, sigur, at heimildin í leigulógini er ikki nóg greið. Sambært leigulógini skal leigumál latast aftur í sama standi, sum tá inn­ flutt varð, burtursæð frá vanligum sliti og elli. Men leigunevndin held­ur ikki, at lógin í mun til afturrindan av depositum gevur leig­ar­ um nóg góða vernd fyri rættindum teirra. – Vit hava fyrr gjørt vart við hetta, og hava vit frá Almannamálaráðnum í desember 2012 mót­ tikið lógaruppskot til hoyringar. Her verður skotið upp, at depositum verður at rinda á eina deponer­ingskonto. Leigu­nevndin hevur latið Al­mannamálaráðnum hoyringssvar um hesi viður­skifti fyrst í 2013. Leigunevndin heldur seg tískil ikki kunna áleggja dagbøtur, soleiðis sum lógin í løtuni er orðað. – Um hetta skal gerast, er neyðugt við greið­ari heimild enn henni, sum er í lógini í dag, sigur formaðurin í leigu­nevndini, Andrass Holm Arge. Í hesum árinum hevur leigunevndin annars fingi­ð fleiri fyrispurningar frá útleig­arum um, hvussu teir skulu bera seg at, nú alt fleiri leigarar eftir øllum at døma ikki megna at rinda fyri leigu. - Vit hava ikki fingið so nógvar fyrispurningar um hesi viðurskifti áður, sum vit hava fingið higartil í ár, sigur Andrass Holm Arge, formaður í leigunevndini. vilmund@sosialurin.fo stjóri Leigarar ov lítla vernd