Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-06, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 6. mai 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í Føroyum verður ofta tik­ ið til, at øll hava tað gott og her kunnu øll liva og virka javnbjóðis. Men er tað veruliga so? Enn kunnu samkynd t.d. ikki gifta seg ella ættleiða børn. Ikki fyrr enn øll hava fing­ið javn­ bjóðis rætt­indi, kunnu vit kalla okk­um eitt sam­felag fyri øll. Rætturin at velja sær lívs­maka, er eitt av okkara grund­leggj­andi manna­ rætt­ind­um og eigur at vera ein sjálvfylgja. Rætturin at ganga saman í hjúnalag er ein mannarættur, ið er staðfestur í Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða frá 1948. Kjakið ofta merkt av fordómum Ofta er kjakið um rættindi hjá samkyndum merkt av fordómum og spjaðir hetta heldur enn at savna. Kjakið snýr seg als ikki um ser­rættindi til nakran bólk ella einstakling. Tað einasta samkynd, tvíkynd og trans­ persónar ynskja, er at fáa javnbjóðis møguleikar, eins og aðrir borgarar í land­ inum. Ofta verður borið fram, at tað er ónormalt hjá tveimum kvinnum ella tveimum monnum at gifta seg. Hetta minnir ikki sørt um mismunin, ið var framd­ur í USA heilt fram til síðst í 60-ini, har litt og hvít ikki sluppu at gifta seg – tí tað vart hildið at ganga ímóti natúrlógini. Í dag munnu tey allarflestu taka stóra frástøðu frá hesum. Tí hvussu kann tað stilla okkum verri, tá okk­ara medmenniskju fáa javn­rættindi? Eg haldi, at Eva Sarita Berg lýsir hetta so væl í átakinum hjá LGBT um javnrætt: “At eg elski eina kvinnu, og at vit ynskja at víða okk­ ara lív til hvør aðra, hvørjar ónáðir ger hetta tær? Hvussu verður títt lív verri still­að av mínum? Hvussu kann mín gleði føra til tína sorg?....” Ofta verður sagt, at LGBT Føroyar ætlar at virka fyri at samkynd kunna giftast í kirkjunum. Mær vitandi hevur LGBT Før­oyar ongantíð tosað um rætt­indi teirra samkyndu at gift­ast í kirkjuni. Hetta eru for­dómar, sum ofta eru at hoyra og byggja á væntandi vitan um evnið. Tíðirnar broytast Men tíbetur, tíðirnar broyt­ast - og vit broytast við! Í Før­oyum síggja vit, at hug­burðurin mót­vegis sam­kynd­um er broyttur sein­astu árini til tað betra. Farna summar gingu yvir 5000 fólk skrúðgongu, ið LGBT Føroyar skipaði fyri, á Ólavsøku. Hetta var eitt klárt tekin um nýggj­ar og litfagrari tíðir. Á Ólav­ søku í summar, verður sum flestum kunnugt, lagt fram uppskot um at sam­kynd pør kunnu vígast borgar­ liga. Vónandi lata sam­ gongu­limir ikki Miðflokkin avgera fyri tey. Eg vil heita á politikarnar um at atkvøða við støði í egnari sann­føring, og ikki lata seg trýsta. Virðing fyri ymiskleika Føroyar skal verða eitt rúm­ligt samfelag, hvørs eyð­kenni er fjølbroytni og virðing fyri ymisleikunum hjá hvørjum einstøkum per­ sóni. Vit skulu skapa trivn­ að og javnbjóðis rættindi, so at Føroyar verður eitt lit­ríkt stað, har pláss er fyri øllum. Javnrætt! Einki meir! Einki minni! Javnbjóðis Føroyar Tráin Petursson Nónklett Vegna Unga Tjóðveldið Kringvarpið á vandakós Gunvør Balle tingkvinna Kringvarpið hevur gjørt sátt­ mála við privata fyritøku um at fyritøkan, fyri proivisjón, skal selja lýsingar og spon­ so­ratir fyri KVF. Enn hava vit ikki fingið fult innlit í júst hvussu sáttmálin er orð­aður, men kenslan er ikki góð. Fyrsti tankin er, at her ruggar ikki rætt og allar ávaringarlampur byrja at blinka. Skulu vit nú vera á varð­haldi tá vit lurta og hyggja eftir sendingum frá Kring­varp­inum, um nú onkur privatur lýsari hevur fíggjað sending­arnar, haft ávirkan á inni­haldið ella onkursvegna hevur verið við til at avgjørt pro­gramm­politikkin? Kringvarpið er hart spert fíggjarliga og roynir tí allar kreativar loysnir til at skaffa inntøkur til stovnin. Tað er væl skilligt, men tað kann als ikki góðtakast, at almenni kringvarps- stovnurin fer beint inn og kappast um somu inntøkur, sum privatu miðlarnir skulu liva av. Eitt og hvørt samfelag hev­ur stóran tørv á fleiri, sterk­um, fjølbroyttum og óheft­um miðlum. Fyri at tryggja fólkaræði, er tað vanligt í grannalondunum, at privatir miðlar verða stuðl­ aðir á onkran hátt, tí trupult er hjá dagbløðum kring allan heim at bera seg. Loysnin til trupulleikan hjá Kringvarpinum finst í upp­skotinum um broytingar í kringvarpsgjaldinum hjá Tjóð­veldi og Javnaðar­flokk­ inum, sum samgongan feldi í vetur. Uppskotið hevði har­ um­framt bøtt um um­støð­ ur­nar hjá øll­um miðlunum og gjørt kring­varpsgjaldið rætt­vís­ari. Í stuttum, vóru hes­ir høv­ uðstættir í upp­skotin­um: 1. Kringvarpinum varð tryggj­að eitt støðugari inn­tøkugrundarlag og sparir stórar um­sit­ingar­ út­reiðslur av at heinta gjaldið inn. Hetta tí, at farið verður burtur frá húski til einstaklingagjald og TAKS heintar gjaldið inn. 2. Borgarin fær eitt rætt­ vís­ari kringvarps­gjald. Við at broyta inngjaldið til ein­staklingagjald, og við at differentiera tað millum inntøkubólkar, koma tey, sum eru ring­ ast fyri fíggjar­liga, eis­ini at rinda minni í kring­ varpsgjaldi. 3. Banna handilslýsingum og aðra handilsliga spon­ so­rer­ing í útvarpinum hjá Kring­varpinum. Fær Kring­varpið eina støðuga inntøku, eigur stovnurin ikki at vera bundin av handilslýsingum í úf, sum bæði virka kapp­ ingar­avlagandi mótvegis privatu miðlunum og skaða umdømið hjá Kring­ varp­inum sum óheftur public-service miðil. 4. Seta á stovn miðlagrunn, sum skal umsita lýsing­ ar­inntøkurnar frá sjón­ varps­lýsingum, ið verða kanali­seraðar út til útber­ ingarstuðul til privatar miðlar, eftir nærri ásett­ um reglum. Hetta uppskotið er heilt ein­ falt tað skilabesta, ið hevur verið frammi í langa tíð og loysir í stóran mun teir trupulleikar, ið eru innan før­oyska fjølmiðlaheimin. Politiska skipanin kann ikki standa hendur í favn og hyggja at, meðan allir okkara fjøl­miðlar bløða út. Tí fara vit at leggja uppskotið fram aftur á Ólavssøku. kjak HUXA - Fólkafloksungdómur Fyri bert 55 árum síðan var Føroyar so fátækt, at vit ikki høvdu fólkapensjón ella tað sosiala trygdarnetið, sum í dag tryggjar óarbeiðsførum eina rímiliga tilveru. Almannaverkið er bliv­ ið so stórt, at tað eisini um­ fatar tey, sum áttu at liva av egnari kraft og ikki av almannastuðuli. Sosiallógir og al­manna­ verk átti at gjørt fleiri fólk fíggjarliga óheft av og ikki meiri bundin at skipanini. Ein nýggjur heilivágur, gjørdi fólk líka heft og bund­ in av, sum vit eru vorðin av væl­ferðarstatinum, hevði í dag verðið bannaður. Hevði vælferðarstaturin ikki verið ein góður máti hjá politikarum at keypa atkvøður, hevði hann aldri sloppið at vaksið so nógv. Nú er hann størsta hótt­ an­in móti framtíðini hjá okk­ ara eftirkomarum. Næstan øll vestanlond eru komin í størstu fíggjarneyð av útreiðslum til vælferð. Danmark er lutfalsliga dup­ult so illa stætt sum Før­ oyar. Vælferðarskipanin er hin mest brúkta politiska ‘egn­ ingar­maskinan’ til at fiska atkvøður. Tí nýta allir flokkar hana uttan framtíðar atlit. Ein heilivágur verður tik­in av marknaðinum, um hann ger sjúklingin sjúkan og verri fyri. Ein bilverkstaður, sum gevur bilum fleiri nýggj brek enn umvældar skaðar, má skjótt lata aftur. Men ikki vælferðar­ maskin­an. Vit hava vent øllum sosial­ um virðum bakið. Vit brúka so nógvan pen­ ing til ‘vælferð’, við tí úrslit at vit framleiða vesaladóm ístaðin fyri at enda honum. Vit liva lukkutíð longur og betur enn nakrantíð. Við betri heilsu skuldu fleiri og fleiri klárað seg bet­ur við egnari kraft enn nakrantíð fyrr. Men hitt almenna ger tað lættari hjá støðugt fleiri at sleppa undan fylgjunum av teirra skeivu avgerðum og lívshátti. Tey, sum gera seg inn á samfelagið og spilla sítt egna lív, verða loftað og stuðl­að av kommunu- og lands­kass­ anum. Alsamt fleiri familjur upp­ loysast, tí tað almenna eggjar til hjúnarskilnað. Er tað rímiligt, at ein stak­ ur forsyrgjari skal verða vill­ leidd/ur til at vænta (næst­ an) líka stóra inntøku, sum tvey foreldur arbeiða fyri at tjena? Tað er lættari at ‘gifta seg’ við Almannastovuni enn við einum maka. Nakrir sosialir studningar halda fleiri niðri í livistøði við at revsa teirra arbeiðshug. Vælferðarstaturin rurar mong í blund, so tey liva í nú-inum og hugsa ikki um framtíð og eftirkomarar. Mong missa viljan til per­ sónligt frælsi og kasta ábyrgd frá sær. Politikarar (serliga vinstra­hallir) ynskija meiri vald við at ‘keypa’ atkvøður frá teim­um ‘passivu’ fyri skattin hjá teimum, sum eru í vinnu. Støðugt fleiri verða tøld inn í vælferðargarnið, sum verður umborið við sosialari umsorgan, ‘sum kemur øllum tilgóðar’. Nøkur av okkum ávara og mæla ístaðin til at skilja millum tey mongu, sum kunnu klára seg sjálvi (serliga við minni skatti), og tey færru, sum ikki kunnu klára seg og hava sjálvsagdan rætt til almenna hjálp. Vit verða jarðløgd í kjakin­ um og skuldsett fyri at vera ónd. Hugtøk sum javnstøða, líka­rættur, samhaldsfesti og mannakærleiki (fyri peng­ar­ nar hjá øðrum) verða jabb­að og lyft upp til trúar­setn­ ingar. Alt annað enn ‘javning’ frá øllum til øll verður niðurgjørt og bannlýst. Onnur enn vinstravend sjónarmið verða kallað ónd­ skap og sjálvsókn. Tað stóra javningarkórið karaktermyrðir samfelt ein og hvønn, sum hugsar, talar og skrivar øðrvísi enn tey. Tey offra okkara grund­ lógar­festa talu- og skrivi­ frælsi á sosialismunar altari. Fylg við næstu vikurnar, tá HUXA fer at avdúka enn fleiri borgarligar gloypubitar. Borgarligar gloypubitar: Sosialistiska ‘egningarmaskinan’