mánadagur 6. mai 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. mai 2013 · Nr. 51
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mong vóru vallyftini til
kommunuvalið 2012 og eg
hugsi at hetta mál at fáa
kommunulæknaskipanina
at virka aftur, hevur verið
nýtt áður. Kommunulækni
eigur at hava viðtalu í Nóls
oy aðru hvørja viku!
Tá eg nýtti kommunu-
læknaskipanina til vallyfti,
var hetta fyri at vísa á,
at eg meti hendan partin
sum nátúrligan rætt. Fyri
mær er tað logiskt, at tað
er lættari fyri ein lækna
at fara um fjørðin, heldur
enn, at nólsoyingar skulu
til Havnar.
Fyri mong er tað ein fyri
tøka at fara um Nólsoyar
fjørð og tá kann henda, at
ein heldur setist aftur enn
at fara til lækna. Í onkrum
føri kann eisini vera, at fólk
hugsa: "Trupulleikin er ikki
nóg stórur at fara til Havnar
við." Tá ið ein síðani hættir
sær um fjørðin, er tann lítil
trupuleikin kanska versn
aður munandi.
Hølini standa tøk í Nóls
oy, tí Tórshavnar kommuna
hevur nýtt pening at broyta
sethús til tilhald og lækna
viðtalu. Tilhaldið eydnast
stak væl og nú ræður um
at fáa í lag aftur læknavið
taluna.
Eingin skrivlig avtala er
um fasta kommunulækna
skipan í Nólsoy, men nú fleiri
kommunulæknar
vórðu
settir í starv í nov.'12, rokni eg
við at tað ber til at semjast
um nøktandi skipan.
Eingin sigur, at allir
kommunulæknarnir í Havn
skulu knýtast í skipanina.
Tað kundi væl hent, at einir
fýra kommunulæknar vildu
tikið hetta á seg og harvið
vildi talan bert verið um
eina viðtalu annan hvønn
mánað.
Vónandi
kunnu
hesi
orð skumpa undir, at Tórs
havnar kommuna og komm
unulæknafelagið sessast at
fáa í lag nøktandi skipan
fyri borgararnar, ið búgva í
Nólsoy.
Kommunu
lækna
skipanin
eigur
eisini at
fevna um
Nólsoynna!
Jákup av Skarði
Nýggj fótbóltskapping fyri
evropeiskar smátjóðir
Ivan Eginsson Eysturland
Í
ljósinum
av
knúsandi
ósigrinum
hjá
føroyska
landsliðnum
í
Eysturríki
fyri nøkrum vikum síðani
vaknaðu tær dapurskygdu
røddirnar her á landi, sum
ynskja at Føroyar melda
seg heilt burturúr EM- og
H M - u n d a n k a p p i n g u m
ella ein nýggj undankapp
ingarskipan fyri evropeiskar
smátjóðir má setast í verk
- soleiðis at Føroyar fyrst
skulu møta teimum lægri
styrkismettum
londum,
fyrrenn føroyska landsliðið
- kanska - kemur í eina "ordi
liga"
undankapping,
har
føroyingar kunnu sleppa at
møta hvørjum sum helst.
Persónliga eri eg hart
ímóti tílikum hugskotum, tí
at tað hevði verið eitt risa
stórt afturstig fyri føroyskan
fótbólt og føroysku tjóðina
sum heild - tað er einki duls
mál at teir allarflestu út
lendingarnir, kanska upp til
90%, hava fingið sína fyrstu
vitan um Føroyar ígjøgnum
fótbólt.
Samstundis noyðast vit
at viðganga at støðan við
víkjandi
kappingum,
før
oyska landsliðið er í, ikki er
nøktandi.
Høvuðstrupul
leikin er at Føroyar, í teimum
allarflestu førum, møta nógv
størri londum í HM- og EM-
undankappingum og hava tí
ilt við at fáa sigrar og javn
leikir til holdar - í øllum før
um so ofta, sum vit kundu
ynskt okkum tað. Tað hevði
uttan iva verið gagnligt fyri
føroyska landsliðið, um tað
slapp at møta sínum "javn
líku" - teimum smáu lond
unum, sum Føroyar kunnu
samanberast við, oftari -
helst regluliga og ikki einans
í onkrum vinadysti fimta
hvørt ár.
Hvussu kunnu vit loysa
hendan trupulleikan, soleiðis
at Føroyar kunnu fáa meira
javnar landsdystir - og helst
fleiri landsdystir sum heild -
uttan at missa síni sjálvsøgdu
rættindi til at vera við í HM-
og
EM-undankappingum
og kunna møta Týsklandi,
Italia og kanska Onglandi
ein dag?
Jú - loysnin er har!
Ein almenn kapping fyri
allar evropeiskar smátjóðir
kann setast á stovn! Ein
kapping, har øll tey UEFA
limalondini við fólkatali um
eina hálva millión íbúgvar
og færri verða við. Hesi lond
ini eru Luksemborg, Malta,
Ísland,
Andorra,
Føroyar,
Liktinstein, San Marino og
so Gibraltar, sum gjørdist
eitt fyribils UEFA-limaland í
oktober i fjør og vil vónandi
fáa fullan limaskap í evro
peisku fótbóltssamgonguni
seinni í hesum mánaðinum.
Átta lond høvdu eisini givið
eitt frálíkt luttakaratal. Hetta
hevði merkt tveir bolkar og
minimum tríggjar dystir fyri
hvørt land, tvær hálvfinalur
og eina finalu - júst sum EM-
endaspæl varð fyriskipað í
árunum 1980-2000.
So kunnu vit fara ígjøg
num tær ítróttarligu, prakt
isku og fíggjarligu treytirnar
viðvíkjandi einari slíkari EM
fyri smátjóðir:
1. Tað ítróttarliga. Tað er
lítið at ivast í at at EM kapp
ing fyri smátjóðir hevði
verið áhugaverd og kær
komin - ikki bara fyri Før
oyar men sannliga fyri øll
tey nevndu smálondini - av
júst somu orsøkum, sum
henda kappingin hevði verið
spennandi fyri føroyingar!
Eitt møguligt undantak kann
vera kortini: Ísland. Hóast
lítla fólkatalið, hevur Ísland -
í øllum førum tey seinastu 25
árini - ikki verið roknað sum
ein ordilig smátjóð í fótbólti,
við nógvum stjørnuleikarum
á hægsta evropeiska støði
og fleiri minniligu sigrun
um. Møguliga vildi Ísland
sæð
eina
slíka
kapping
við somu eygum sum før
oyingar sóu fótbótskapp
ingina í oyggjarleikunum á
sinni og fóru burturúr, tí at
støðið var ov lágt fyri teirra
viðkomandi. Men tað er altíð
upp til eitt fótbóltssamband
at gera av, hvørt tað vil vera
við og upp til ein landsliðs
venjara at velja leikarar til
eina tílíka uppgávu. Ísland
kundi kanska stillað upp
við eykaleikarum ella liga
landsliðnum.
Skuldi
tað
hent at Ísland als ikki
hevði áhuga fyri kapping
ini, kundi eitt frískligt hug
skot verið at bjóða einari
smátjóð aðrastaðni frá at
vera luttakari - og har kann
tað vera alt frá Bermuda
til Tahiti, sum annars er
meistari í Okeania og skal
vera við í Confederations Cup
í Brasilia í juni. Við øðrum
oðrum, hevði talan verið um
eina spennandi og nøkulunda
javna kapping millum nøkur
smálond, sum ynskja at fáa
fleri sigrar á kontoina og ikki
bara í onkrum tilvildarligum
vinadysti!
2. Tað praktiska. Øll vita at
tað finnast ásettir FIFA dag
ar, nær landsdystir kunnu
leikast. Sovorðnir dagar eru
ikki nógvir í tali - men fyrru
summarhálvuna í hvørjum
líkaári er støðan hin mót
sætta - flestar landskappingar
standa stillar og lond, í øllum
førum tey, sum eru við í HM
og EM endakappingum, leika
landsdystir. Tað er rættiliga
greitt at einki at smálond
unum, sum vóru nevnd áður,
fer at vera upptikið í HM-
endaspælinum í Brasilia í
2014 - burtursæð frá Íslandi,
sum hevur ein ikki so fjaran
møguleika fyri at gerast tað
minsta
landið
nakrantíð
í
einum
HM-endaspæli!
Hetta merkir at kappingin
kann
skipast
til
dømis
beint fyri HM-endaspælð,
sum byrjar hósdagin 12.juni
2014. Fleiri vikur áðrenn eitt
HM-endaspæl enda lands
kappingar í teimum flestu
evropeisku londunum og
tíðin er passalig til eina smá
landakapping, meðan tey
londini, sum skulu kappast
um tað "ordiliga" heims
meistaraheitið, fyrireika seg
til HM og leika vinadystir.
Ein kann saktans ímynda
sær eina kapping við fylgj-
andi skrá:
Bólkur A. Føroyar, Malta,
Liktinstein, Gibraltar á Tórs
vølli. Dystardagar: leygar
dagur 24.mai (16:00/19:00),
týsdagur 27.mai (16:30/19:30),
fríggjadagur 30.mai (3.umfar:
samstundis
Tórsvøllur/
Svangaskarð, 18:30).
Bólkur B. Luksemborg, Ís
land, Andorra, San Marino á
Svangaskarði. Dystardagar:
sunnudagur 25. mai (15:00/
18:00), mikudagur 28. mai
(16:30/19:30), leygardagur 31.
mai (3. umfar: samstundis
Tórsvøllur/Svangaskarð,
16:00).
1. hálvfinala: týsdagur 3.
juni (19:00), Tórsvøllur
2. hálvfinala: mikudagur
4. juni (19:00), Svangaskarð
Finalan: leygardagur 7.
juni (18:00), Tórsvøllur
At skipa fyri einari tílikari
kapping hevði verið nógv
lættari enn til dømis fyri
oyggjaleikum
-
munandi
færri luttakarar og bert tveir
fótbóltsvøllir skulu til!
Tað eru møguliga nøkur,
sum kunnu seta spurning
við, um tað er rúm fyri einari
nýggjari kapping í einum
trongum kappingarári. Men
ímyndið tykkum at Før
oyar (ella fyri tann skyld
okkurt av hinum møgu
ligum luttakarum) høvdu
kvalifiserað seg til eitt HM-
endaspæl.
Hvussu
nógv
hevði tað tikið av einum
kappingarári? Hálvan ann
an mánað, sum minst. Her
er talan um tvær vikur. Før
oyska landsliðið luttók eisini
í oyggjarleikunum á sinni
(har eitt land sum Gibraltar
blívir við at luttaka) og fór
einans burturúr, tí at tað
ítróttarliga støðið hjá øllum
hinum var ov lágt. Luttøka
í oyggjarleikunum tekur 2-3
vikur.
3. Tað fíggjarliga. Ferðing
til eina kapping kostar einum
fótbóltssambandi ikki meira
enn ferðing til ein einstakan
vinadyst - tað snýr seg bert
um ferðaseðlar báðar vegir
fyri eitt lið og fólk rundanum
eitt lið. Hetta kunnu gestirnir
saktans klára. Gisting við
meira eigur at vera fyri
rokning vertstjóðar - men
talan er jú ikki um so stórar
upphæddir - og hetta kann í
øllum førum partvís dekkast
við atgongumerkjasøluni -
ein kann rokna við at áhugin
fyri dystunum hjá føroyska
landsliðnum
man
vera
hampuliga stórur! Føroyar -
Malta á Svangaskarði í 1997
eigur framvegis áskoðaramet
í fótbóltssøgu Føroya - 6.642
gjaldandi!
Ja, Føroyar kunnu saktans
vera
undangongutjóð
og
skipa fyri hesari kappingini -
har eru altjóða fótbóltsvøllir,
gistingarhús, tilboð til út
lendsk
viðhaldsfólk...
Eg
ivist ikki í at ein slík fótbólts
kapping millum evropeiskar
smátjóðir hevði blivið til
afturvendandi tiltak 4.hvørt
ár - ella enntá 2.hvørtár,
beint áðrenn HM- og EM-
endaspøl, sovorðnar "fót
bóltsoyggjarleikir" av sínum
slagi.
Eg vil heita at Fótbólts
samband Føroya og øll tey
áhugaðu fyri fótbólti og
millumlanda
samstarvi
at hyggja gjølla at hesum
møguleikanum fyri menn
ing av føroyskum fótbólti
- og umrøða hetta við fótb
óltssambondini í Luksemb
org, Malta, Íslandi, Andorra,
Liktinstein, San Marino og
Gibraltar.
EM-smálanda
kappingin
kann
gerast
veruleiki longu komandi ár
- áhugi og vilji skulu til!
kjak
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo