Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Seinasta fríggjadag setti klaks­víkingurin Pól Sund­ skarð hol á sína størstu av­ bjóð­ing nakrantíð innan renn­ing. Tá luttók hann í kapp­ingini Solomon Hammer Trail, sum fer fram norðaliga á donsku oynni, Born­holm. Upp á minni enn 30 tímar skuldi Pól renna 160,9 kilo­metrar uttan íhald. Har­afturat skuldi hann bera ein rygg­sekk, sum vigaði eini 6-8 kilo. Tá 29 tímar vóru gingnir, setti ein útlúgvaður Pól Sund­skarð føturnar røttu megin málstrikuna. – Kappingin kann ikki saman­líknast við nakað ann­ að, eg áður havi roynt. Teir 29 tímarnir vóru nógv verri, enn eg roknaði við, teir fóru at verða, sigur Pól Sundskarð, sum annars hevur roynt fleiri aðrar heldur ekstremar renni­kappingar. Eitt nú hevur hann runnið sjey marathon upp á seks dagar, luttikið í tveimum sokallaðum 24 tímar-kappingum og gjøgnum­ført 100 kilometrar- kapp­ingar. – Tað snýr seg um, at seta sær sjálvum høg mál og síð­ani at fáa ta fantastisku kensl­ una, sum tú merkir, tá málini verða rokkin. Tann kenslan er torfør at lýsa, tí hon er so ótrúlig, sigur Pól Sundskarð. Hann er ein av teimum fáu sokallaðu ultrarennarunum í Føroyum, sum renna longri enn marathonteinin, ið er góðar 42 kilometrar. Ekstremur í øllum At vera ultrarennari og lut­ taka í rennikappingum, har teinarnir eru longri enn marathon, er ikki so vanligt í Før­oyum. Men júst tí passar tað væl til Pól Sundskarð at vera ultrarennari. – Eg eri ekstremur í øll­um. Eg tími ikki at gera ting­ini hálv, men geri tey meir enn heil, kanst tú siga. Og so­leiðis eri eg eisini, tá tað kem­ur til renningina. Tað skal vera ekstremt, sigur Pól Sund­ skarð, sum byrjaði at renna í 2004. – Tá valdi eg at broyta lívs­stíl, tí eg minti einamest um eina bamsu, vigaði ov nógv og orkaði ov lítið, og tað tímdi eg ikki longur. Eg vildi gerast meira fit og fór tí at renna nakrar túrar hvørja viku, greiðir Pól Sundskarð frá. Og hann bleiv eisini skjótt væl fyri kropsliga. – So við og við vildi eg royna fleiri avbjóðingar og gera okkurt meira ekstremt. Í 2009 var eg við í eini 100 kilo­ metrakapping á Bornholm, og eg fekk veruliga blóð upp á tonnina, so tað var byrjanin upp á eina røð av ekstremum rennikappingum, fortelur Pól Sundskarð, sum seinastu fimm árini hevur verið fastur luttakari í drúgvum renni­ kappingum á Bornholm og eis­ini aðrastaðni úti í heimi. Men tað er ikki bara innan renningina, at Pól Sundskarð er víðgongdur. – Eg havi eisini hatta ekstrema, hvat mati við­ víkur. Alt feitt verður skorið burtur og sukur røri eg ikki. Til dømis kemur tað ikki upp á tal hjá mær at eta eitt lag­køku­stykki, sigur Pól Sundskarð. Hart fyri kroppin At luttaka í ekstremum renni­kappingum merkir ikki bara, at Pól Sundskarð kennir seg væl og hevur fingið tann kropp­in og ta heilsuna, sum av fyrstan tíð vóru orsøk til, at hann í 2004 valdi at broyta lívsstíl. Føroyski ultra­renn­ arin vísir á, at kapp­ing­ar, sum tann, hann var við í farna vikuskiftið, eru ógvu­ liga harðar fyri likamið. Nú nakrir dagar eru farnir, síðani hann rann í 29 tímar í grýtutum skógarlendi á Born­holm, hevur kroppurin tað ikki nakað serligt. – Eg havi ikki sovið væl, síð­ani kappingin endaði. Haldi tað er adrenalini, sum fram­vegis súsar í kroppinum, for­telur Pól Sundskarð og legg­ur afturat: – Eg eri húðarleysur fleiri staðni á føtrunum og havi fingið nøkur sár. Onkrar tánegl eru eisini dotnar av, með­an onkur onn­ur iva­leyst fer av ein av kom­andi døg­ unum, greiðir Pól Sund­skarð frá. Sambært honum var strævnasti parturin av hesi sein­astu rennikappingini náttin, tá hann eisini skuldi renna. – Náttin var tað strævn­ asta. Tað var bølamyrkt, og eg kendi meg als ikki tryggan. Tað var sum at renna ímóti einum betongveggi, sigur Pól Sundskarð og heldur fram: – Undir eini slíkari kapp­ ing, sum hesari, kemur tú fleiri ferðir í sokallaðar krepp­ur. Serliga tá teir fyrstu 60-80 kilometrarnir eru lagdir um bak, og tú hevur runnið í einar 12 tímar. Teir seinastu tímar­nar er mann nervøsur. Hesaferð var eg nervøsur fyri, um okkurt skuldi henda mær tað seinasta strekkið, tí tá var eg komin so mikið langt, at eg visti, at eg hevði møgu­leika at gjøgnumføra kapp­ingina, fortelur Pól Sundskarð, sum fekk góðan stuðul frá familjuni, meðan kapp­ingin var. – Konan, dótturin og tvey abbabørn vóru til staðar und­ir kappingini, og tá eg rann framvið, har tey stóðu, róptu tey á meg og stuðlaðu mær í at halda fram við at renna. Tað stuðlaði mær heilt ótrúliga nógv. Tað snýr seg um, at seta sær sjálvum høg mál og síðani at fáa ta fantastisku kensluna, sum tú merkir, tá málini verða rokkin. Tann kenslan er torfør at lýsa, tí hon er so ótrúlig Tað skal vera ekstremt – Fleiri ferðir hugsaði eg um orðini hjá Martini Joensen, um at viljin er sterkasta svørið, tí soleiðis er veruleikin. Tú klárar tað, tú veruliga vilt. Soleiðis sigur 55 ára gamli ultrarennarin Pól Sundskarð, sum um vikuskiftið luttók í harðastu rennikappingini í Danmark