Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ummæli Jóan Pauli Joensen Hotel Føroyar samtakið fevnir í dag hotellið uppi við Oyggjarvegin, vall­araheimið Kerjalon á sama stað og Hotel Tórshavn ella gamla Sjó­mansheimið. Bæði á Hotel Før­oyum og Hotel Tórshavn eru mat­stovur, KOKS og Hvonn bras­ serie. Afturat reimum kemur Áar­ stova, Etika, Kafe Borðkrókur í Norðurlandahúsinum, Cafe Vágar á flogvøllinum, uttanduraserveringin í Vágsbotni, sum er um summarið og so Burger King, Baresso og Sun­ set Boulevard í SMS. Skjótt eltur eisini upp Boutique & Café í kul­ turmiðstøðini Őström við Rættará. Herfyri kom út eitt sera prýðiligt verk um KOKS – ein sonevnd coffe- table edition – við framúrskarandi myndatilfari, ætlað teimum sum kanska ikki lesa so nógv, men sum heldur vilja hava nakað fyri eigað. Eitt bókaverk, sum óivað kemur at verða eitt gott brand bæði hjá matstovuni og Føroyum sum heild. At Hotel Føroyar samtakið eisini kann leggja fram eitt rættiliga fitt yvirskot er tí eisini bert at gleðast yvir. Tað eru nú liðin 30 ár síðani, at Hotel Føroyar við Oyggjarvegin varð tikið í nýtslu, og eru tað eis­ ini liðin 80 ár síðani Hotel Før­oy­ ar var stovnað. Tað er tí at Hotel Føroyar umvegis tað virkna for­ lagið Sprotan, hevur givið út eina bók, sum rithøvundurin og jour­ nal­isturin Helgi Jacobsen hevur skriv­að. Hetta er ikki ein vanlig firma­søga, men heldur ein søgulig polyfoni, har høvundurin blandar ein cocktail av bæði nútíð og søgu og dregur upp í hetta eitt nú eisini søguna hjá ferðamannaskipunum Norrønu. Hetta kann virka eitt sindur kroyst við hvørt, men riggar fyri tað mesta. Søgan hjá nýggja Hotel Føroyum við Oyggjarvegin fellur saman við søguni hjá Norðurlandahúsinum, sum eisini í ár verður 30 ár. Teir gestir sum komu til vígsluna av Norðurlandahúsinum vóru millum teir fyrstu liggjandi gestirnar á ho­ tel­lin­um. Til tíðarmyndina tann dagin fyri 30 árum síðani, tá Norður­ landa­húsið var tikið í nýtslu, hoyrir eisini tann víðagitna friðargongan, tá skaldið William Heinesen eitt lítið bil, gekk á odda. Henda friðargonga var umrødd ikki sørt niðrandi í Dag­blaðnum, har friðarelskandi hampa­fólk vóru skírd perlutrøll og seturs­snobbar. Ein av teimum í Dagblaðnum avmyndaðu, um hann var perlutrøll ella seturssnobbur, dugi eg ikki at siga, men tað, sum hann í dag er mest kendur fyri, er ein doktararitgerð um brøðurnar í Føroyum. Eisini dregur Helgi Jacob­ sen upp í ta víðagitnu lag­kaku­ røðuna hjá Paula Ellefsen sála, sum hann helt á Vaglinum 1. mai sama ár. Hann lýsti tá Sambandsflokkurin sum tann mest sosialistiski flokk­ urin í Føroyum. Eg skal ikki skylda Helga Ja­cob­ sen fyri at hava latið seg ávirkað av Kim Simonsen, men hann dregur eisini upp í framløgu sína, tað sum fremmand fólk siga um Føroyar og hvussu Føroyar verða lýstar, bæði tá tað snýr eg um menn, sum eru við missa fótafesti í fiskaroðslu og slipu og um góðar sengur og sera góðan mat og um, hvussu tað eydn­ aðist teimum at finna sær bæði ból og breyð, tá teir komu til Føroyar. Vit kunnu altíð skifta orð um, nær moderniteturin kom til Før­ oyar. Men tað sum hendi, tá tann múgvandi danin Niels Ryberg sett fekk skipað fyri einum eini stórari handils- og smuglarafyritøku í Havnini hoyrir upp í eitt tað fyrsta í hesum sambandi. Tað er einki at ivast í, at Rybergshandilin ella Vágs­ botnshandilin, sum Helgi Jacobsen i vísir á, kom at hava eitt ómetaliga stórt árin á alt lívið í Havn, bæði vinnuliga, sosialt og ikki sørt ment­anarliga eisini. Í summum førum eisini óargaliga, tí tað hendi, at floksur onkustaðni úti á Reyni “gjørdu teimum mest treingjandi til vildar, so javnur streymur hevur helst verið út eftir nesinum at fáa sær kvøldarvív”. Á ein merkisverdan hátt dug­ ir høvundurin at snara tað so, at tað eydnast honum at balla tubbakið hjá Ryberg upp í mat­ stov­una Hvonn, sum er tann fyrsta roykfría matstovan í Før­oy­um. Tubbaks­spinnaríðið lá á sama stað sum Hvonn. Sjálvt um smugl­ara­ vør­urnar skuldu haldast burtur frá før­oyingum, so fingu teir nógv burtur­úr kortini. Fyrst og fremst arbeiði og onkran stuttleika eisini. Bøkjarin Qvilling, sum var ættaður av Man – eisini eitt smuglarareiður, fekk skipað so fyri, at tað var sovn­ aður ein klubbi – Havnar Klubbi – til tað betra (man)fólkið Í Havn. Fólk kendu tað sum eitt stórt tap og tómrúm, tá Ryberg pakkaði saman. Tíðin aftan á kom at verða keðilig og av kríggjum og øðr­um rættiliga fátækslig, men eitt gott kom úr fyri okkum søgu og fólka­ lívs­frøðingar, tað vóru tabellirnar hjá Løbner. Hann reikaði kring landið og skrivaði upp hagtøl um grund­leggjandi búskaparlig og samfelagslív viðurskifti, sum í dag er ein frálík kelda til viðurskiftini fyri júst 200 árum síðani. Eftir eina stutta søguliga útferð til tað fyrsta skeinkiloyvið í Føroy­ um hjá vertshúsi í Havn, greiðir Helgi Jacobsen bæði frá tí góða og tí minni góða í sambandi við vertshúsið og tað, sum har fór fram. Tað var ein góð sosial institutión, men eisini ein staður har óstúttar sálir kunnu koma sær út í óføri. Fólkini sum áttu vertshúsið verða lýst væl. Mest kendur er Hana Andrias Djurhuus, pápabeiggi skald­ið við sama navni. Hann hevði siglt úti og var ein sera fantasifullur frá­søgumaður, sum monnum dámdi væl at lurta eftir. Tá hann fór út at sigla, var hann Gerið gott te – og skerið spikbitarnar ov tjúkkar Tey eru ráðini hjá Jóan Paula Joensen í hesum ummæli av bókini hjá Helga Jacobsen um Hotel Føroyar, sum kom út herfyri í sambandi við føðingardagin hjá hotellinum Hotel Føroyar umleið 1936. Niels Jacob Joensen bygdi beinan vegin aftur at Evensens húsum, men í 1936 var Niels Jacob longu farin av landinum aftur. Í bygninginum frammanfyri læt Niels L. Arge upp urhandil vinstrumegin, og høgrumegin hevði Oscar Arge tubbakshandil. Har Knút Lambaa hevði skrivstovu, var Skipafelagið eitt skifti, og Heimavirkið helt eisini til har Ingrid drotning var fleiri ferðir til døgurða á Hotel Føroyum. Her situr hon við eitt kaffiborð saman við Atla Dam og Kjartani Mohr