Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. mai 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 so góðtrúgvin, at hann lat tað upp í hendurnar á beiggja sínum, at ansa eftir unnustu síni. Tað gjørdi beiggin so fæ virðiliga at hann gifti seg við henni og ein av eftirkomarum teirra var Kristian Djurhuus løgmaður. H. A. Djurhuus kom ongantíð sjálvur at verða giftur, men livdi saman við Olivinu, dóttir teirra, sum høvdu havt vertshúsið frammanundan uttan at nakar fekk ilt av tí. Helgi Jacobsen fer rættiliga víða, og í sambandi við ætlanirnar hjá Hotel Føroyum um at opna kafe í fabrikkini hjá Őström, leitar hann eisini aftur til tíðina hjá hesi verksmiðju og øllum tí vinnuliga og fólkalívsliga, sum hekk uppi við henni. Eina tíð høvdi Jacob Lützen & Sønner niðursjóðingarvirki har og framleiddu millum mangt annað haruragout í blikkum við uppskrift uttaná. Eins og Helgi Jacobsen trans­formerar tað hendingaríka lívið frá Rybergshandilstíðini til tað, sum í dag fer fram í Hvonn, so ger hann eisini eina roynd at mana fram lívið rundan um fabrikkina hjá Őström í síni tíð og tvinna tað upp í tað, sum í dag hendir hes­um nýggja mentunarhúsinum, sum hýsir bæði Steinprent, fundar­ virksemi, framsýningum og skjótt eisini nýggjasta alvanum hjá Hotel Føroyar samtakinum við altjóða­ navnunum Butique og Café. Á ein rættiliga subliman hátt eydn­ast tað eisini Helga Jacobsen at fáa blómuvirksemið hjá Fa. Trónd Hansen og tað vælrøktaða hava­pettið hjá tónaskaldinum Petur Alberg at hanga saman við tí, sum kom at henda niðan fyri amt­ mansgarðin, tá hesi glashús komu at verða matstova. Eitt nú etika, ein framúrskarandi sushimatstova, eisini í altjóða høpi. Tað mest áhugaverda í bókini er um hotell- og matstovuvirksemi frá tí gamla vertshúsinum til í dag. Sjómannaheim hava altíð havt ein ikki sørt paternalistiskan hugburð til síni viðskiftafólk, sjómenn, sum tey vildu halda uttan fyri alla ringa ávirkan meðan teir vóru í landi. Eldsbrunin í 1950, tá ein brenni­ vargur setti eld á bæði Hotel Føroyar og úti á Tinganesi fær sjálvsagt sín stóra lut í hesi søgu. Eisini verða tær legendarisku løgmansveitslurnar, sum fóru fram í veitsluhølinum á Hotel Føroyum niðri á Kongabrúnni lýstar væl. Men tær høvdu, sum alt í hesum heimi, eisini sína tíð. Eftir uppskoti frá Paula Ellefsen, løgmannni, avtók landsstýrið tær í 1981. Við hesum mistu nógv av teim­ um á landsins hægstu rók møgu­ leikan, í hvussu so er einaferð um árið, saman við konum sínum, at tína fram í dýrasta skrúð og eta og drekka væl fyri rokningina hjá skatta­borgarunum. Hin vegin kom Hotel Føroyar framvegis at verða karmurin um kong- og drotninga­ veitslur í stórum stíli og tá var einki spart. Tann kulinariski sjefarkitekturin aftan fyri hesar veitslur og borðhald var tann legendariski Meinhard Jensen, sum á mangan hátt í sínum matmentanarliga framburði var nógv framman fyri sína tíð í mat­ listarligum kreativiteti. Hann ser­ veraði hummarar og annan góðan mat úr føroyskum jørðildi væl áðrenn tað gastronomiska norður­ lendska matkonseptið var upp­ funnið. Matarskráirnar til drotn­ inga­døgurðarnar eru til skjals í bók­ini. Umframt stjórar og onn­ur starvsfólk so lýsir Helgi Ja­cob­sen eisini onkrar gestir, eitt nú ameri­ kansku mjørka­dals­her­menn­irnar, sum búðu har ta fyrstu tíðina. Tann gesturin, sum hevur gist longst á hotellinum. Man vera løg­tings­maðurin Poul Petersen, sum búði har í fleiri ár. Ein dag var Poul Petersen ússaligur og ork­aði ikki upp. Meinhard Jensen hevði tann dagin fingið fatur á longu og longulivur og gjørdi tað til døgurða. Hann sendi eina gentu upp til Poul Petersen og blað hana siga, hvat hann hevði sett á borðið. Poul Petersen var skjótur á føti og gjørdist púra frískur av hesum døgurða. Men longulivur skal eis­ ini verða avbera góður matur og tilgjørd so fesk, sum tað yvirhøvur ber til. Søgan hjá tí nýggja Hotel Før­ oyum verður lýst bæði tá tað gekk væl og tað gekk minni væl, men øll sum høvdu við tað at gera, vistu at íløgan var ov stór til at bera seg. Hotellið fór á húsagang og reistist uppaftur úr eldinum sum Hotel Borg til tað aftur kom undir veingirnar á Tryggingarsambandinum og øðr­ um góðum áhugaðum, sum tað Hotel Føroyar, sum tað er í dag við landsins bestu matstovu og einum sera virðiligum vínkjallara, sum tann í tíni tíð so kondi vínkennarin úr Vestmanna Pauli Joensen lynti undir. Hann hevði framman und­ an við Kræsnum gómum, lært nógvar føroyingar at skyna á víni, so teir vandu seg við annað enn vínið við tarvinum og Matteus. Eg minnist, at verfaðir mín - ein ágrýtin sambandsmaður, helt at hann tryggur kundi leska seg á sambandsveitslunum, tí har drukku teir bara Matteus. Hotelsøgan, sum Helgi Jacobsen lýsir hana í síni heild áhugaverd um ikki fullkomin, og Helgi Jacobsen kemur eisini inn á menningina av tí matmentanarliga tilvitnum, sum hevur broytt seg munandi frá teimum sera væl umtóktu veldigu dupultpaneraðu kotelettunum við reyðkáli og brúnari sós á Perluni, sum nógv elskaðu, til tey meira gourmetkendu og fyri ikki at siga esoterisku matupplivilsini, sum byrjaðu á matstovuni Gourmet og sum í dag eru at finna á mat­ mentanarligu háborgini KOKS. Um eg ikki fari heilt skeivur, so var tað ofta umborð á ferða­ mannaskipunum millum londini, at fólk lærdu at eta fínt og drekka afturvið. Men ein kundi eisini kenna mannagongdirnar, so ein ikki drakk vínið hjá síðumanninum, sum eg einaferð gjørdi. Tað er ein søga um ein norðing, sum var á ferð við Norrønu og hevði sett seg at eta av tí kalda borðið umborð á Norrønu. Har var nógv at velja í, so onkur sum kendi hann, dugdi tí ikki at skilja, hví hann eitt sindur seinni satt og fekk sær at eta í kafeteriuni umborð. “Jú”, segði hann, “ har í matstovuna fór hann ikki aftur, tí hann hevði bert fingið sær eitt sindur av sild og eina hálva breyðflís upp á tallerkin, og so skjótt sum hann hevði etið tað, kom tænarin og tók tallerkin frá honum”. Til hetta er at siga, at eitt, sum mær ongantíð dámdi umborð á gomlu Norrønu var spikið. Tað var skorið alt ov tjúkt, sum stórir sukurmolar, ið vuksu í munninum. Spik skal skerast so tunt sum gjørligt, tá verður tað til gloypubitar, sum øll kunnu eta, eisini fremmandafólk. Nú eg havi høvi til tað, vil eg eisini finnast at einum upplivilsi, sum eg hevði á Café Vágar. Eg fekk mær ein dag ein temunn úr kannuni, sum stóð á borðinum. Teið smakkaði sum tvaðið frá einum hosum við einum farra av kaffiráka. Ein drekka­m­unnur skal verða góður, øllum øðrum fær ein gron av. Bókin meira av tí góða er sera áhugaverd og søguligu krumspring og kombinatiónir av nútíð og fortíð hjá Helga Jacobsen eru í støðum fasinerandi. Helgi Jacobsen: Hotel Føroyar, meira av tí góða Sprotin 2013, Tórshavn 313 bls. við nógvum myndum ikki r!!! Á træbrúnni uttan fyri Hotel Djurhuus. Myndin er tikin í 1911. Kristian Edvard og konan Anna Katrina, sum stóðu fyri Vertshúsinum, tá Dia á Vertshúsinum ikki orkaði meira. Drongurin til vinstru er sonur teirra, Hans Andreas, nevndur Dia á Vertshúsinum, yngri, og gentan á fanginum á Onnu Katrinu er Jona – ella Birran Í 1957 avgjørdi Tryggingarsambandið at byggja nýggjar skrivstovubygningar og nýtt hotell, og hetta arbeiðið var liðugt á sumri í 1959, tá hotellið kundi lata upp aftur í stásiligum hølum og arbeiðsligari umstøðum