týsdagur 7. mai 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Tú veitst ikki, at tær tørvar summar tøknir,
fyrr enn tær finnast. Men tá tær fyrst eru
har, kanst tú ikki ímynda tær eitt lív uttan!
Soleiðis er avgjørt eisini við tráðleysum neti,
sum hevur gjørt tað gjørligt at vera íbundin
alla staðni og allatíð. Tøknin hevur kollvelt
okkara hátt at samskifta við umheimin, og
hevur samstundis skapt grundarlag fyri eini
røð av tráðleysum gadgets, teirra millum
teldlum. Tú fært valla eitt tól í dag, sum
ikki hevur onkran møguleika fyri tráðleysari
íbindan.
Tráðleysa tøknin er langt síðani komin
til ljóðheimin. Tað finst í dag hópin av
ljóðútgerð, sum kunnu taka tónleikin
beinleiðis frá tráðleysa netinum, og sum
kunnu stýrast við einum teldli ella eini
fartelefon. Men hvør er munurin, og hvat
skalt tú hugsa um, áðrenn tráðleysa
ljóðútgerðin verður keypt.
Hvat er tráðleyst ljóð?
Tráðleyst ljóð er í stuttum ljóðsignal, sum
verða flutt (streamað) ímillum eindir.
Tónleikurin verður streymaður frá alnetinum
(eitt nú umvegis WiMP, Spotify og Qobuz),
frá einum lokalum harðdiski, har tónleikur er
goymdur, ella frá einum teldli ella snildfon.
Hartil kunnu flestu tráðleysu avspælararnir
eisini fjarstýrast frá fartelefonini ella
teldlinum – treytað av at rætta app’in er
funnin á netinum.
Felagsnevnarin er, at ljóðið so ella so verður
flutt uttan leidningar. Tað kann era streaming
av tónliki frá neti ti lanlegg, beinleiðis til
aktivar hátalarar ella ein blanding av hesum
báðum. Hvør loysnin er tann besta veldst
um, hvussu umfatandi ljóðendurgeving tú
vilt hava, og um hetta skal fara fram í einum
ella fleiri rúmum. Tú kanst keypa ein leysan,
komplettan hátalara, eitt størri multisystem
ella ein tónleikaavspælarar, sum tú kanst
íbinda til stereoanleggið, sum tú longur hevur.
Tekstur: Audun Hage
Tað liggur í luftini
1. Internetradio
2. Bluetooth-hátalarar
Vilt tú hava lekkurt ljóð uttan at síggja leidningar?
Les okkara vegleiðing til tráðleysa ljóðútgerð
Vegleiðing til tráðleyst ljóð:
dømi: Tivoli Audio Networks
dømi: Sony SRS-BTX300
Hóast tað kann tykjast kollveltandi, so er tráðleysa
tøknin kjølfest í meira enn hundrað ára gomlu
radiotøknini. Munurin er, at tráðleysa netið virkar á
nógv hægri frekvensum, og at signalið er digitalt,
og tí kann flyta nógv størri datamongdir.
Wi-Fi
Wi-Fi er eitt felagsheiti fyri tráðleys net, ið
brúka frekvensbandið 2,4 GHz. Dáturnar verða
streamaðar sum 0- og 1-tøl, og fyri at skipanirnar
skulu kunnu tosa saman, mugu tær tosa sama mál.
Málið eitur Universal Plug and Play (UPnP), og er
hetta ein altjóða standardprotokol, sum ger tað
gjørligt hjá ymsum einum at samskifta.
Wi-Fi Direct
Tráðleys útgerð krevur aloftast ein serskildan
tráðleysan routari, sum tær tosa umvegis, men
nú finst eisni Wi-Fi Direct, har kompatiblar
eindir kunnu upprætta egið lokalt net og harvið
samskifta uttan millumlið.
DLNA
DLNA (Digital Living Network Alliance) er eitt
altjóða samstarv millum framleiðararnar innan
audio/videomarknaðin. DLNA ásetur vegleiðandi
reglurnar, sum skulu gera tað lætt hjá ymsu
eindunum at samskifta umvegis UPnP.
Bluetooth
Bluetooth er ein tráðleys tøkni, sum skapar eitt
persónligt dátanet millum eina ella fleiri eindir
innan avmarkaða frástøðu. Bluetooth hevur verið
á marknaðinum leingi, og flestu snildfonir kunnu
nýta tøknina.
AirPlay
Er tráðleysi standardurin hjá Apple, har fleiri
ljóðeindir hava møguleika at streama tónleik
frá Apple-eindum so sum iPod, iPhone og iPad
umvegis netið. Tól, sum nýta AirPlay, kunnu eisini
taka tónleik beinleiðis frá eini teldu, sum hevur
iTunes.
NFC
NFC (Near Field Communication) er ein standardur
fyri snildfonir og líknandi eindir, har hesar skjótt
kunnu aktivera radiosamband umvegis Bluetooth
ella Wi-Fi. Sambandið verður skapt við at halda
eindirnar nær at hvørjari aðrari. NFC gerst alt
meira vanligt á tráðleysum hátalarum, har tú fært
samband millum telefonina og hátalaran við at
halda telefonini heilt nær hátalaranum í nøkur
sekund.
Fakta:
Eitt sindur um tøknina
Dømir
um tráðleys
ljóðanlegg:
Eitt internetradio er kanska mest vanligi
tráðleysi avspælarin. Umframt at taka
»veruligt« útvarp umvegis DAB/FM kann
eitt internetradio eisini koma á netið og
harvið ber til at lurta eftir túsundtals
útvarpsstøðum, sum senda á alnetinum.
Hartil fáast eisini internetradio, sum kunnu
streama tónleik beinleiðis frá ymsum
tónleikatænastum ella frá lokalum netverki.
Fyrimunir
Eitt internetradio gevur bíliga, skjóta og
lætta atgongd til live tónleik og undirhald.
Nakrar útgávur kunnu eisini taka ímóti DAB/
FM og hava docking til iPhone.
Vansar
Eitt lítið internetradio gevur sjáldan
serliga kraftigt ljóð, og er tí best egnað
til bakgrundstónlk. Funkurnar eru oftast
avmarkaðar og ikki serliga vælegnaðar
til streaming frá berbarum eindum. Í dag
finnast eisini apps, sum kunnu nøkta tørvin
fyri einum internetradio.
Bólkurin við Bluetooth-hátalarum er ein tann
skjótast vaksandi innan far- og tráðleyst ljóð.
Ístaðin fyri at íbinda seg til Wi-Fi kopla hesir
hátalarar seg beinleiðis á tína snildfon ella
tín teldil. Hen tog snilt um tær ikki tørvar at
flyta teg ov nógv.
Fyrimunir
Bluetooth-hátalarar eru ofta smáir, lættir at
flyta og við battaríum ,sum kunnu løðast,
so tú kanst hava teir við á strondina ella á
skíðbreytina. USB-inngangir gera, at teir
eisini kunnu nýtast sum pc-hátalarar ella til
at løða telefonina við.
Vansar
Avmarkað net. Lítla støddin gevur aloftast
avmarkað trýst í ljóðið, men tað finnast eisini
undantøk, sum ljóða heilt væl.