mikudagur 8. mai 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Magn søkir eftir:
Leiðsluskrivara/marknaðarsamskipara
Um Magn
Magn tryggjar orku til Føroyar og føroyingar.
Vit eru 130 starvsfólk. Høvuðsskrivstova okkara
er í Tórshavn, og deildarskrivstovur eru í Klaks-
vík og á Tvøroyri. 11 Magnstøðir eru kring
landið. Mált eftir sølu eru vit ein av Føroya
størstu fyritøkum.
Um starvið:
Talan er um eitt sera fjølbroytt starv. Sum
marknaðarsamskipari hevur tú alla marknaðar-
føring av Magn um hendi, bæði mótvegis
vinnukundum og privatkundum. Tú hevur
ábyrgd av marknaðarætlanum og marknaðar-
budgettinum. Tú samskipar herferðir, umsitur
heimasíðuna, samskiftir við lýsingarfyritøkur
og tekur tær av prenti og “in-store” marknaðar-
føring á Magnstøðunum.
Sum leiðsluskrivari hevur tú ábyrgd av størri og
smærri uppgávum og verkætlanum. Tú loysir
vanligar skrivarauppgávur fyri stjóra og leiðslu-
bólk, samstundis sum tú hevur yvirlit og tryggjar,
at einki verður gloymt og at einki dettur niður
ímillum. Hartil hjálpir tú stjóra og leiðarum við
ymsum uppfylgingum, og tú luttekur á leiðslu-
og nevndarfundum sum skrivari.
Starvið vísir til stjóran á Magn.
Vit bjóða:
Eitt gott, ábyrgdarfult og mennandi starv í eini
av Føroya størstu fyritøkum. Her er vítt til veggja,
og um tú vilt og dugir, so sleppur tú eisini. Tað
er avgerandi, at tú ert før/ur fyri at arbeiða
sjálvstøðugt, og at tú loysir tínar uppgávur væl.
Tí fært tú góðan stuðul og alla neyðuga upp-
læring. Starvið er fjølbroytt, og tú fært góðan
møguleika at mynda arbeiði títt eftir egnum
ynskjum og førleikum.
Vit bjóða kappingarføra løn, fleksiblar arbeiðs-
tíðir og heimaarbeiðspláss.
Vit vænta:
• At tú hevur árræði og dugir at arbeiða
sjálvstøðugt
• At tú hevur yvirlit og dugir væl at skipa fyri
• At tú ert tænastusinnað/ur í øllum
viðurskiftum
• At tú dugir at samskifta við fólk, og haraftur-
at dugir væl at skriva føroyskt
• At tú hevur hegni til og áhuga fyri
marknaðarføring og verkætlanarleiðslu
Royndir innan verkætlanarleiðslu/marknaðar -
føring/skrivarayrkið er ein fyrimunur. Um-
søkjarar við viðkomandi útbúgving hava ein
fyrimun.
Okkara virði eru:
• Kundin í fokus
• Vitan og førleiki leingi livi
• Skjótt er gott
• Gleði gevur megi
Um tú vilt vita meiri um starvið, vinarliga ring
til Hendrik Egholm, stjóra, á 237410, ella send
ein teldupost til hendrik@magn.fo.
Umsóknir skulu sendast innan 17. mai kl. 12.00
til hendrik@magn.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.