mikudagur 8. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. mai 2013 · Nr. 52
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Háskúlaskeið fyri fólk
við sálarligum órógvi
Aftur í ár skipa Almannaverkið og Føroya Fólkaháskúli
fyri háskúlaskeiði fyri fólk við sálarligum órógvi. Øll eru
vælkomin.
Endamálið við háskúlaskeiðinum er, at luttakararnir fáa
høvi til at royna seg í ymiskum virksemi undir vardum
umstøðum, har dentur verður lagdur á førleikar heldur
enn avmarkingar hjá teimum luttakandi.
Á skránni eru glas-, smíð-, lista- og leirverkstaðir um-
framt seymiverkstaður. Eisini eru m.a. túrar, svimjing,
ríðing, bovling og kvøldsetur á skránni á Háskúla-
skeiðinum
Hvar: Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Nær: frá 22.-31. mai 2013.
Kostnaður: 1.800 kr fyri hvønn alt íroknað.
Tilmelding: Tilmelding fer fram við at venda sær til
Almannaverkið á tlf. 297372 ella
á t-posti: annikah@av.fo í seinasta lagi 15. mai 2013.
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Starvslýsing
Heimatænastan
Viðvíkjandi røktarheims
plássum, menning á
økinum og HVUSSU!
Bergun Kass
Okkara gomlu skulu hava
eina virðiliga tilveru á ellis
árum!
Mamma okkara hevur
verið innløgd á Landssjúkra
húsinum (Lsh) sum afasi
sjúklingur í 8 mánaðir – lið
ugt viðgjørd, sum tey siga
á Lsh, fyri eini 4 mánaðum
síðani.
Hevur verið liggjandi
sum bíðandi eftir ellisheims
plássi; seinasta mánaðin –
úti á gongini á B7.
Umstøðurnar hjá bíðandi
gomlum eru ikki virðiligar
ella nøktandi – hvørki við
atliti til innihald í gerandis
degnum ella sum mennandi í
uppvenjingarhøpi – tey tykj
ast sløvast og fyrikoma okk
um nærmast, ja, sum børn, ið
verða sett fyri seg sjálvi og
ikki verða stuðlaði – apatisk
og deyð í ’úttrykkinum’.
Hoyrdi landsstýriskvinnu
herfyri siga, at steðgað
verður at byggja ellisheim,
tí málið á eldraøkinum er
’heima sum longst’. Alt gott
um tað! – men tað eru ikki
øll, sum kunna vera heima
til tað síðsta, og støðan í
dag er óiva tann, at flestu
ellisheim og sambýli hýsa
bert røktarsjúklingum, sum
treingja hjáveru alt døgnið, -
ein rúgva er á bíðilista eftir
røktarheimsplássi og hetta
talið bara veksur. Og tí eigur
so avgjørt at arbeiðast við
báðum møguleikunum –
røktarheimsplássum
og
heimahjálpsplássum, - tað
eina útilokar ikki tað ann
að.
Hvaðani skulu so peng
arnir koma, tí tað má verða
talan um eina fíggjarliga
raðfesting.
Fyri tað fyrsta – byggja
størri og bíligari ellis- og
røktarheim í meginøkjum,
og fyri tað næsta - yvirornað
hyggja eftir, hvussu Før
oyar skulu skipast sum
bústaðarøki – bæði við at
liti til fíggjarligt rásarúm
(yvirskot), at varðveita fólk
ið, fáa útisetar heimaftur og
fremmandafólk at seta búgv
í Føroyum.
Hvørji øki í Føroyum
skula koma undir búskapar-
og fólka’udvikling’ og hvørji
skula koma undir ’afvikling’?
Vit mugu hyggja eftir hvørji
øki koma at vaksa og hvørji
koma at minka, óansæð
politiskar atgerðir, ið royna
at betra um, til dømis við
ferðasambandi og øðrum –
tíðin er farin frá smáum til
størri bústaðarøki – eisini í
londunum rundan um okk
um. Tað er bara so.
Vit kunnu ikki bæði
menna útjaðara (sum er
kolldømdur uppá forhond
– bæði við dømum frá sein
astu tunlum í Norðoyggj
um og við fleiri dømum úr
Noregi, har smápláss ikki
eru ment stórvegis aftaná
betra ferðasamband) – og
meginøkið.
Vit kunna ikki alt – vit
kunna ikki bæði menna
’skeivan’ útjaðara og sam
stundis kanska minka um
meginøkið, tí so koma allar
Føroyar ’undir afvikling’. Vit
eru ov smá, vit eru ov spjødd
og vit hava ikki orku til væl
ferðarsamfelagið fyri øll, við
hesum bústaðarmynstri –
tað er bara so.
Og ’teir góðu pengar, ið
ætlandi skulu kastast eftir
ringum pengum’ (afviklings
økjum) – kunna ístaðin nýt
ast til eldraøkið, menning av
einum landssjúkrahúsi og
øðrum, lívsdygd og trivnaði
tí stóru fjøldini at frama,
og uppá sigt øllum før
oyingum.
Veit, at til ber ikki at
samanlíkna íløgur í vega
kervi og íløgur í ellisheim
– tað er hvør sítt og sum
at samanlíkna perur við
bananir, men í hesum føri
- tá valið er millum dýrt
vegakervi til lutfallsliga fá
fólk og minimal menningar-
og vakstrarútlit – og átroðk
andi akuttan stóran tørv á
røktarplássum, eigur ikki at
vera ivi.
Vit mugu læra av feilum
og
steðga
skilaleysum
pengabrúki!
Politiskt fokus og nøkt
andi skipaði almenn viður
skifti innan tey basalu ting
ini/grundleggjandi
tørvin
– botnin á pyramiduni – fyri
allar samfelagsbólkar, fer at
síggjast aftur í trivnaði og
búskaparligari framgongd.
Við vón um skilagóða
politiska leiðslu og íløgu
raðfestingar við framtíðar
perspektivi.
Havi brúkt rúma tíð, persón
liga, uppá at roynt at skilt,
hvussu tað ber til, at hugurin
hjá summum er so góður til
forskúlar, og hvussu tað ber
til, at vit hava so ymiskar
áskoðanir
viðvíkjandi
hugtakinum.
Eg má helst ásanna, at
vit vera ikki samd. Tykist
fyri mær at okkara barna
áskoðanir liggja so mikið
langt frá hvørjum øðrum, at
tað verður heldur trupult at
sameina hugsanirnar.
Forskúlahugurin
tykist
byggja á eina áskoðan um, at
børn eru óskrivað bløð ella at
líkna við tóm kør, har tankin
er, at tann vaksni áhaldandi
skal fylla í. Annars kemur
barnið ongantíð at blíva til
fólk. Ein fatan, har fokus
er á, hvussu móttakiligt
barnið er, og hugsað verður
um, hvat barnið skal læra á
ymisku menningarstigunum.
Minnir eitt sindur um ástøð
ini hjá Piaget og Freud, har
menningin er býtt upp í
stig, og barnið skal mestsum
megna ávíst stig fyri at
koma víðari. Her tykist tað
vera skjótari at hugsa, at um
barnið ikki lærir tað, sum tað
skal, so er galið við barninum
- tað hevur ikki klárað okkurt
stig frammanundan.
Við hesi fatan er tað, at
spurningurin “hvat skal barn
ið duga, áðrenn tað byrjar í
skúlanum”, verður spurdur.
Hetta er ein fatan, ið sæst
væl aftur í skúlunum, har
lesiætlanir seta dagsskránna.
Mín
áskoðan
er
ein
onnur. Eg haldi at gransk
ingin vísir, at børn eru íborin
førleikarnar/evnini at virka í
heimin. Tað er náttúrligt at
læra, og tað er náttúrligt, at
vilja læra og ávirka sín heim.
Uppgávan hjá teimum vaksnu
er í stóran mun at tryggja, at
vit ikki skapa ella lata forð
ingar standa, ið kunnu av
marka menningina/læring
ina hjá børnunum. Tann
vaksni hevur ábyrgdina
av at tryggja eitt gott læru
umhvørvi, ið ikki tekur hugin
til lærdóm burtur.
Barnið verður fatað sum
ein persónur við sínum egnu
tankum, ynskjum og evnum.
Barnið
vil
sjálvt
ávirka
sín heim, og hvussu tað er
saman við øðrum børnum
og
vaksnum.
Leikluturin
hjá teimum vaksnu gerst tá
meira ein spurningur um at
vera vegleiðari, hjálpa við at
seta orð á tankar og ynski,
hjálpa við at røkka teimum
ynskjunum,
sum
barnið
hevur.
Gjøgnum øldir hava børn
spælt seg til ta vitanina, tey
hava tørv á fyri at megna tað
samfelagið, tey liva í. Eitt gott
dømi um tað er, hvussu lætt
tað er hjá børnunum at ogna
sær teir førleikar, ið skulu
til fyri at brúka nýggjastu
tøknina, fartelefonir, teldlar
og annað, ið vit vaksnu mugu
ásanna av og á spæla okkum
eitt puss.
So eg vænti, tað verður
ikki lætt at finna eitt felags
stev - og tað er helst torført
hjá
summum
at
broyta
áskoðan ella viðurkenna, at
kanska forskúlaskipanin ikki
er tann besta leiðin at ganga.
Serliga tá hugsað verður um,
hvussu stór orku er løgd í at
verja forskúlaloysnina.
Tíverri tykist tað sum, at
ráðgevararnar hjá menta
málaráðharranum
hava
somu barnaáskoðan, sum
tey forskúlahugaðu byggja
sína áskoðan á.
Mín vón er tó at vit
megna at endurhugsað støð
una, soleiðis at barni gerst
vinnarin.
Barnaáskoðanin ymisk?
Jógvan Philbrow