fríggjadagur 10. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
– Tað er so knívskorið. Tað
letur seg heilt einfalt ikki
gera, at sleppa í dialysu í Før
oyum, og tí sleppi eg heldur
ikki heim til Føroya aftur.
Tað er syrgiligi veruleikin
hjá Jógvan Petur Hentze úr
Skopun.
Síðani hann fekk staðfest
nýrasjúku fyri skjótt fýra ár
um síðani, hevur hann verið
noyddur at verið í dialysu
tríggjar ferðir um vikuna.
– Eg eri í dialysi mánadag,
mikudag og fríggjadag, og
tað tekur fimm tímar hvørja
ferð. Tað er til at liva við, og
at byrja við var tað heldur
eingin trupulleiki, tá vit vóru
í Føroyum og vitjaðu, sigur
Jógvan Petur Hentze.
Men seinastu tíðina er so
nógv spart á Landssjúkra
húsinum, at bert tríggjar av
fimm dialysumaskinum eru
í brúk.
– Tað er starvsfólkið, ið
er spart burtur. Tað, sum
eg fái at vita, er, at skorið
er so mikið nógv burtur, at
tað bert eru starvsfólk til
teir sjúklingar, ið ganga til
regluliga dialysu í Føroyum,
sigur Jógvan Petur Hentze.
Hann sigur, at hann fleiri
ferðir hevur tosað við Lands
sjúkrahúsið, og við yvir
læknan á deildini, men har
fær hann at vita, at har er
einki starvsfólk at taka sær
av honum.
– Hetta er ein nýggjur
trupulleiki, tí ta fyrstu tíðina,
at eg gjørdist sjúkur og mátti
hava dialysuviðgerð, var altíð
leyst og liðugt, tá eg kom til
Føroya. Men nú hevur pípan
so fingið eitt annað ljóð,
sigur Jógvan Petur Hentze,
ið til dagliga býr í Horne á
Jútlandi í Danmark.
Ongan føðingardag
Tað byrjaði sum nevnt fyri
tveimum árum síðani, tá
trupulleikar stungu seg upp
í sambandi við vitjan í Før
oyum.
– Fyrr høvdu teir fýra
dialysumaskinur á Lands
sjúkrahúsinum, í dag hava
tey fimm. Kortini verða bert
tríggjar nýttar í dag, sigur
Jógvan Petur Hentze.
Hann sigur, at tað hevur
einki við maskinur, nálir ella
aðra útgerð at gera.
– Eg havi bjóðað mær
at taka bæði nálir og aðra
útgerð við mær, men tað er
ikki har, ið skógvurin trýstir.
»Eg havi ongan at ansa eftir
tær«, er svarið, eg fái, tá eg
spyrji meg fyri, sigur Jógvan
Petur Hentze.
Hann er tískil fráskorin
at sleppa heim til Føroya
yvirhøvur.
– Tað verður eingin summ
arferia, eingin jólafrítíð sam
an við familjuni. Og nú høvdu
vit sett nøsina upp eftir at
sleppa heim til Føroya í sam
bandi við, at vermamman
fyllir 85 ár 31. mai, men eisini
tað má skjótast ein hvítur
pílur eftir, sigur Jógvan Petur
Hentze.
Hann undrast á, at tá fólk,
sum hann kennir, fara til
Noreg at ferðast, so er bara
at senda ein mail framman
undan.
– So stendur alt klárt fyri
teimum, tá tey koma vegin
fram. Men sum føroyingur í
Danmark ber ikki til at sleppa
heim til Føroya at ferðast, tí
ráð eru ikki at leggja okkum
í dialysumaskinuna, sigur
Jógvan Petur Hentze.
Tað eru fýra ár síðani, at Jógvan Petur Hentze úr Skopun
fekk nýrasjúku sum kravdi, at hann má í dialysu tríggjar
ferðir um vikuna, fimm tímar hvørja ferð. Men nú fær
Landssjúkrahúsið ikki givið honum hesa dialysuna
Leo Poulsen
Forkvinnan í nýrafelagnum,
Erikka
Eltør,
skilir
væl
frustratiónina hjá Jógvan
Petur Hentze.
– Men tað er ikki illvilji frá
Landssjúkrahúsinum, at fólk
ikki sleppa í hæmodialysu,
tá tey koma heim í feriu. Har
er snøgt sagt ikki pláss fyri
eyka sjúklingum, tá trýstið
er størst, sigur Erikka Eltør.
Seinastu tíðina hevur so
eisini verið neyðugt, at senda
tríggjar nýrasjúklingar niður
til Danmarkar at ganga til
dialysu.
– Tað gongur so upp og
niður. Av og á fær onkur
eitt nýtt nýra, og fólk doyr
burtur av, so við hvørt er nóg
mikið av plássi, við hvørt er
ikki páss fyri øllum, sigur
Erikka Eltør.
Hon sigur, at tað plagar at
laga seg.
– Vit, sum hava verið við
leingi, vita, at tað javnar seg
við tíðini. Tað er stórt trýst
á til tíðir, men tað javnar seg
sum frá líður, sigur Erikka
Eltør.
Hon undirstrikar, at á
Landssjúkrahúsinum gera
tey sítt besta.
– Tað er manglandi játt
an til fleiri starvsfólk, ið
er trupulleikin. Hesi, sum
arbeiða við dialysumaskin
urnar, arbeiða frá tíðliga á
morgni til langt út á dagin,
og tað er neyðugt, at tey hava
frí viðhvørt. Sunnudagar
er als eingin dialysa, sigur
Erikka Eltør.
Hon heldur, at teirra øki
er rakt av sparingum, eins og
so mong onnur øki.
– Nýrafelagið hevur ong
an hug at leypa á bláman
í hesum málinum. Tað er
rætt, at neyðugt hevur ver
ið at sent tríggjar nýrasjúk
lingar til Danmarkar at fáa
dialysu, men hetta er sum
nevnt nakað, ið plagar at
laga seg við tíðini. Á Lands
sjúkrahúsinum gera tey sítt
besta, men pengarnir eru
heilt einfalt ikki til onnur
enn tey, ið »eiga« at vera har,
sigur Erikka Eltør.
Alt botnar í vantandi játtan
Sleppur ikki heim
til Føroya
Erikka Eltør, forkvinna i Nýrafelagnum, mælir til at sláa kalt vatn í blóðið. - Trýstið skiftir so nógv; við hvørt
er stórt trýst, við hvørt minni, men eg haldi ikki, at tað er nøkur orsøk til at leypa á bláman, sigur hon
Erikka Eltør heldur ikki tað er nøkur loysn hjá
Nýrafelagnum, at leypa á bláman í málinum um
vantandi viðgerð til føroyingar, ið koma heim í feriu