fríggjadagur 10. mai 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Fyri sjúkrahússtjóran er
málið greitt:
Útgangsstøðið er, at tað
skal bera til hjá øllum at fáa
dialysu í Føroyum.
Danir, eins væl og í Dan
mark búgvandi føroyingar,
hava rætt til ókeypis dialysu,
tá teir eru í Føroyum.
– Hetta hevur tíverri
verið ein trupulleiki seinastu
tiðina, tí vit hava heilt
einfalt ikki havt neyðuga
kapasitetin at avgreiða allar
dialysuviðgerðir, sigur Sig
urð Vang.
Fyri fólk uttan fyri Dan
mark er sakin eins greið, tí
tey mugu gjalda fyri at fáa
eina dialysuviðger í Føroy
um.
Tá tað kemur til fólk,
sum koma til Føroya at ferð
ast, hava vit tíverri ikki sæð
okkum før fyri at taka tey
inn, og tað sama er galdandi
fyri Jógvan Petur Hentze,
sigur Sigurð Vang.
Tað má eisini takast
við í viðgerðina, at talið á
nýrasjúklingum er alsamt
vaksandi.
– Vit hava verið noydd
ir til at senda fýra nýra
sjúklingar til Danmarkar at
verða viðgjørdir, og eyka
játtanin fyri apríl, sum varð
samtykt í Tinginum miku
dagin, ger tað møguligt
hjá okkum, at áa hesar
nýrasjúklingarnar heim til
Føroya aftur, sigur Sigurð
Vang.
Tað er tó torført at siga,
hvussu verður við frítíðar
dialysu til eitt nú føroyingar,
ið ætla sær til Føroya at
ferðast.
– Men tað er greitt, at við
hesari eykajáttanini verða
møguleikarnir
munandi
betraðir fyri, at tað gerst
møguligt hjá eisini Jógvani
Petur Hentze at koma heim
í styttri tíðarbil, sigur Sigurð
Vang.
Átti at borið til
Tað vísir seg sum nevnt,
at talið á nýrasjúklingum
økist.
– Hetta er eisini orsøkin
til, at vit hava sæð okk
um noydd til at senda fýra
nýrasjúklingar
til
Dan
markar til dialysu. Talið er
sum nevnt vaksið úr 15 upp
í 19 nýrasjúklingar bara í ár,
sigur Sigurð Vang.
Sjúkrahússtjórin
sigur
at dialysudeildin er støðugt
útbygd, fyrst til eitt maksi
mum upp á 14 síðani 16, og
nú upp í 19 sjúklingar.
– Eykajáttanin merkir, at
vit fáa økt um starvsfólka
brøkin, eins og ein stova
verður tikin í nýtslu aftrat.
Fyri okkum ræður um, at
veita so nógva dialysu í senn
um dagin, fyri at útnytta
kapasitetin sum best, sigur
Sigurð Vang.
Men tað skal sjálvandi
ikki bara verða so, at tað
bara skal passa landssjúkra
húsinum.
– Tað kunnu vera sjúk
lingar, ið arbeiða um dagin,
og at tað tí liggur betri fyri
hjá teimum at koma í dialysu
út á seinnapartarnar, og tað
skal sjálvandi eisini bera til,
sigur Sigurð Vang.
Hann harmast um, at
tað ikki hevur borið til, at
tikið Jóan Petur Hentze til
viðgerðar, men eftir eyka
játtanin fyri apríl er sam
tykt, átti eisini borið til
at tikið hann inn í styttri
tíðarskeið.
Eg kann sjálvandi ikki
lova nakað, men møguleik
arnir skuldu alt annað líka
verið betri, sigur Sigurð
Vang.
Flestu
nýrasjúklingar
eru í dialysu tríggjar ferðir
um vikuna.
– Vónandi ber til hjá
okkum, at vera so mikið
fleksiblir, at tað átti at
borið til at tikið fólk inn til
einar tvær-tríggjar dialysu
viðgerðir, men tað er sjálv
andi upp til yvirlæknan
at gera av, sigur Sigurð
Vang við ávísing til Torkil
á Steig.
Torkil á Steig er í feriu í
løtuni, og hevur onga við
merking.
Eykajáttan ger ikki
møguleikarnar verri
Eykajáttan fyri apríl, sum varð samtykt í Løgtinginum mikudagin,
umfatar eisini penig til dialysu á Landssjúkrahúsium, og tað fegnast
sjúkrahússtjórin, Sigurð Vang, um, tí hetta merkir, at teir tríggir-fýra
føroyingarnir, ið hava verið í Danmark til dialysu, nú kunnu koma he
m
Leo Poulsen
Tað var tikið við í eykajátt
anarlógina fyri apríl, at dial
ysudeildin á Landssjúkrahús
inum skuldi fáa eina millión
krónur, so at økjast kundi
um starvsfólka-brøkin, og at
eitt rúm aftrat kundi takast
í nýtslu.
Og tað var ein fegin lands
stýrismaður ið kundi stað
festa, at undirtøkan í ting
inum var góð.
– Tað var ógvuliga posi
tivt at síggja, at allir 33 ting
limirnir atkvøddu fyri hesari
eykajáttanini, sigur Karsten
Hansen.
Slangur og heilivágur er
ógvuliga dýrt, men serliga
fegnast landsstýrismaðurin
um, at fólkini nú kunnu flyta
heim aftur til Føroya.
– Hetta verður ein stórur
lætti fyri hesi fólkini, sum í
tveir-tríggjar mánaðir hava
verið í Danmark, í fleiri før
um saman við fylgjarum. Nú
kunnu tey aftur búgva heima,
sigur Karsten Hansen.
Hann heldur at hetta er
tann týdingarmiklasti part
urin.
– Tað er stórur munur at
seta seg í ein bil úr egnum
húsum og koyra til dialysu
viðgerð, og at seta seg í ein
bil úr Hotel Tórshavn og
koyra til dialysuviðgerð, sig
ur Karsten Hnsen.
Hann vísir eisini á, hvussu
nógv talið á nýrasjúklingum
er økt seinastu árini.
– Fyri nøkrum árum
síðani vóru tey heilt fá, ið
høvdu tørv á dialysuviðgerð,
men seinastu árini er talið
økt munandi. Tá árið byrjaði
var talið 15, og tað er longu
komið upp á 19, sigur Karsten
Hansen.
Eina millión
Í eykajáttanini fyri apríl varð
biðið um eina millión krónur
og tað var einmælt samtykt.
– Tað hevur nógv at siga
fyri fólkini, at tey kunnu
verða verandi í Føroyum
hjá familju síni, og at kunna
búgva heima, sigur Karsten
Hansen.
Hann heldur, at tað er eitt
krav hjá føroyingum.
– Fólkið hevur krav upp
á, at vera ein partur av tí
samfelag, tey liva í, staðfestir
Karsten Hansen.
Hann heldur, at við hesari
eykajáttanini er komið væl
áleiðis.
– Eg hugsi, at vit við hesari
eykajáttanini á eina millión
krónur hava nøktað tørvin
restina av árinum, sigur
Karsten Hansen.
Ein partur av játtanini er
markaður til fleiri starvsfólk,
meðan ein partur er til at
útgera enn eitt rúm til dia
lysuviðgerð.
– Tað er nøktandi, at vit
hava fingið hesar pengarnar,
og teir áttu at kunna rokkið
til at hjálpt føroyingum, sum
ætla sær til Føroya at ferð
ast, i hvussu er í styttri tíðar
skeið, sigur Karsten Hansen,
landsstýrismaður í heilsu
málum.
Positivt fyri familjurnar
Tað heldur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú Løgtingið samtykti
eykajáttanina fyri apríl sum merkir, at fýra sjúklingar nú sleppa heim í dialysuviðgerð
Jógvan Petur Hentze býr
í dag í Horne á Jútlandi,
og har má hann eftir
øllum at døma verða
verandi, tí pláss er ikki
fyri honum at fáa dialysu
á Landssjúkrahúsinum
í danmark
Sigurð Vang, sjúkrahússtjóri, vónar, at við eykajáttanini
fer at bera til, eisini at taka fólk inn, ið eru í feriu
Karsten Hansen fegnast
um, at ein millión nú er
meira til dialysudeildina
á Landssjúkrahúsinum