fríggjadagur 10. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
Smáar
tríggjar
milliónir
krónur kostaði raksturin av
nýggja og stásiliga Boðanes
heiminum, væl at merkja áðr
enn fyrsta fólkið nakrantíð
flutti inn har at búgva, 1. des
ember í fjør. Útgoldnar vórðu
2,1 milliónir krónur í lønum,
umframt aðrar rakstrarút
reiðslur fyri 750.000 krónur.
Væl at merkja, áðrenn fyrsta
fólkið nakrantíð flutti inn.
Tá talan er um rakstur,
er tað Almannaverkið, sum
skal gjalda. Raksturin á ein
um røktarheimi verður rokn
aður út eftir einum føstum
gjaldi fyri hvørt búfólkið,
einum
sonevndum
dags
prísi, ið Almannverkið rind
ar leiðslunum á einstøku
røktarheimunum at umsita.
Men Almannaverkið, ið
rindar pengarnar út, eftir
lýsir einum amboði at stýra
pengunum, ið verða játtaðir.
Í brævi til landsstýris
kvinnuna í almannamálum í
mars mánað staðfestir stjór
in í Almannaverkinum, at
talan er um ein generellan
trupulleika fyri allar rakstr
arútreiðslur á økinum. Men
trupulleikin við vantandi
stýringsamboðum er serliga
sjónligur í samband við at
nýggj røktarheim lata upp.
Og
tað
gekk
eisini
heilt galið, tá tølini fyri
fyrsta
roknskaparár
hjá
Boðanesheiminum
skuldu
gerast upp. Í roknskapartøl
unum er staðfest ein meir
nýtsla á 2,3 milliónir krónur,
sammett
við
ta
rakstr
arjáttan, ið Almannaverkið
veitti Boðanesheiminum.
- Tað er neyðugt við neyv
ari regulering av økinum. Vit
mugu hava greiðari ásetingar
um, hvat er at rokna sum
vanlig
rakstrarútreiðsla,
ið landskassin skal gjalda
(gjøgnum
Almannaverk
ið, red.), og nær rakstrarút
reiðslan má sigast at hava
ein slíkan karakter, at hon av
røttum eigur at vera goldin
av kommununi, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen.
Sjónarmiðini hevur stjór
in á Almannverkinum ført
fram fyri Almannamálaráð
num, millum annað í brævi
til ráðið í mars mánað.
Boðanesheimið
verður
brúkt sum dømi um, hvussu
trupult tað er at stýra einum
øki, har ein partur tekur av
gerðir um viðurskifti, ið ein
annar partur skal gjalda.
Ella, sum stjórin á Almanna
verkinum málber seg:
- Samanhangur er ikki
millum gjald og vald. Á
flestu
røktarheimum
er
setanarmyndugleikin
hjá
kommununi ella stýrinum
fyri røktarheimið. Leiðslur
nar á røktarheimunum vísa
tí ikki beinleiðis til Almanna
verkið. Og tí eru stýringsam
boðini avmarkað til at gera
vart við fíggjarligu gongd
ina, tá framskrivingar og
metingar geva ábendingar
um, at játtanin ikki fer at
halda, sigur Petra Johnsdótt
ir Joensen.
Og tað er ikki í lagi, sam
bært stjóranum á Almanna
verkinum, sum vísir á, at tað
jú er hennara fremsta upp
gáva at syrgja fyri, at saml
aða játtanin á fíggjarlógini til
ellis- og røktarheim verður
hildin.
- Almannaverkið hevur
onga heimild at áleggja sank
tiónir, um boðini ikki verða
fylgd. Í fleiri førum kunnu
vit bara heita á avvarandi
kommunu ella stýri fyri
røktarheimið um at taka
neyðugu stigini, verður ein
játtan ikki hildin. Tí hava vit
ikki tey stýringsamboð, sum
eru neyðug fyri at tryggja, at
nýtslan verður hildin innan
fyri játtanina á fíggjarlógini,
sigur Petra Johnsdóttir Joen
sen.
Stjórin
á
Almanna
verkinum vil tó ikki skjóta
alla skyldina yvir á teir skeiv
leikar, ið eftir hennara tykki
eru í skipanini. Tað venda vit
aftur til.
Sprongja karmar
Nýggja
Boðanesheimið
í
Havn er sum nevnt bara eitt
dømi um eina skipan, har
tað sambært stjóranum á Al
mannaverkinum ikki er sam
svar millum gjald og vald.
Ein uppgerð yvir rokn
skapirnar hjá øllum røktar
heimunum fyri 2012 staðfesti
tíðliga í ár, at so at siga øll
hava sprongt sína játtan. Her
er talan um tey røktarheim,
ið vóru opin alt árið í fjør,
og tí eru Boðanesheimið og
heimið á Grønanesi í Vest
manna
ikki
við.
Níggju
av 11 stovnum hava brúkt
fleiri pengar, enn teimum
varð játtað. Samanlagt játt
aði Almannaverkið teimum
11
røktarheimunum
192,3
milliónir krónur til rakst
urin. Men tey brúktu 196,7
milliónir.
Staðfesta
meir
nýtslan á 4,4 milliónir krón
ur svarar til 2,3 prosent av
játtanini.
Á flestu røktarheimum
hevur Almannaverkið sum
nevnt ikki heimild at skera
ígjøgnum og krevja spar
ingar, einans gera varug við
støðuna og heita á leiðsl
urnar á røktarheimunum
um at koma við uppskotum
til sparingar fyri at halda
játtanina.
Í mars mánað komu so
leiðslurnar á røktarheim
unum við einum felags út
spæli
til
Almannaverkið,
har leiðslurnar góvu sítt boð
uppá, hvussu sparast kann
upp aftur meira á økinum.
Spariætlanin kemur aftur
at øðrum sparingum, ið
komu í gildi á nýggjárinum.
Í stuttum mæltu røktar
heimsleiðslurnar
til
at
skera burtur tilboðini um
ítrív,
terapeuttímar
og
rehabilitering. At miðsavna
alt
bókhaldið
og
finna
pengarnar til hesa upp
gávuna onkra aðra staðni
enn á rakstrarjáttanini til
røktarheimini. Og sum tað
triðja mæltu leiðslurnar til
at niðurleggja nøkur røkt
arheimspláss og javna so
nevnda dagsprísin fyri tey
(játtanina til hvørt einstakt
búfólk, red.) út á tey røktar
heimspláss, ið eftir eru.
Í brævi til Almannaverkið
vístu leiðslurnar á røktar
heimunum á, at dagsprísurin
er útholaður. Prísurin sam
svarar ikki longur við kost
naðarstøðið í samfelagnum,
og tí røkka pengarnir ikki til
meira.
- Tí má støða takast
til, hvørjar tænastur og á
hvørjum støði, húsfólkini á
røktarheimum í framtíðini
kunnu vænta at fáa, skriva
leiðslurnar í felags brævi til
Almannaverkið í mars.
Stjórin á Almannaverki
num sigur seg skilja kritikkin
frá røktarheimsleiðslunum.
Enntá vera samda.
- Eingin lønarframskriv
ing hevur verið síðstu árini.
Tað er fakta, og tað merk
ir also, at økið skal spara.
Bara í ár kostar lønar
framskrivingin umleið 1,5
millión krónur. So jú, á tann
hátt kann man væl siga, at
dagsprísurin
er
útholað
ur. Hetta er støðan, bæði
hjá teimum stovnum, har
Útreiðslurnar ren
Rætturin at taka avgerðir og fíggjarliga ábygdin av eldraøkinum ganga ikki hond í hond.
Almannaverkið, sum umsitur játtanina, hevur ikki heimild til at skera ígjøgnum úti á einstøku
røktarheimunum. – Vit síggja yvirtrekk at kalla allastaðni, og tað ger tað ikki lættari, at samanhangur
ikki er millum gjald og vald, sigur Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri í Almannaverkinum
Jón Brian Hvidtfeldt
Í tólvta tíma áðrenn ting
setan endaði og løgtingið
fór í summarfrí, kom lands
stýrið við eini eyka-játtan
arlóg, ið veitir 4,1 millión
krónur aftur at til rakst
urin av ellis- og røktarheim
unum.
Eykajáttanarlógin
fyri mai varð løgd fram,
viðgjørd og samtykt, alt um
somu leið mikukvøldið.
4,1 milliónir krónur er ov
lítið, helt andstøðan, sum tí
kom við broytingaruppskot
um at hækka eykajáttanina
upp í 6,2 milliónir. Hetta er
tað, ið røktarheimini skulu
spara, tí at prís- og løn-ar
framskrivingar
eru
ikki
gjørdar í játtanini fyri í ár,
sigur andstøðan.
Men andstøðuuppskotið
fall,
samgonguuppskotið
varð samtykt, og tí fáa ellis-
og
røktarheimini
kring
landið tilsamans 4,1 millión
ir krónur afturat til rakstur
í ár.
Petra Johnsdóttir Joen
sen, stjóri á Almannaverki
num, dugir í løtuni ikki at
siga, júst hvussu tær 4,1
milliónirnar skulu brúkast.
- Nú fari eg fyrst á fund
vil
landsstýriskvinnuna
fyri at hoyra, hvat hon
ætlar. Men tað er greitt,
at meginparturin verður
brúkt soleiðis, at grund
leggjandi tænasturnar á
røktarheimunum ikki verða
skerdar ov nógv, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen.
Stjórin
á
Almanna
verkinum hevur reglulig
an fund við landsstýris
kvinnuna, eina ferð um
mánaðin. Næsti fundur av
hesum slag er mánadagin,
og tá væntar Petra Johns
dóttir Joensen, at málið
verður tikið upp.
- Ja, tað rokni eg avgjørt
við. Tá vil eg sum nevnt
fyrst hoyra útspælið frá
Anniku Olsen, og so taka
vit tað harfrá, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen.
Stjórin
á
Almanna
verkinum vil heldur ikki
meta um, hvørt ella í hvønn
mun, tær 4,1 milliónirnar í
eykajáttan steðga fráboð
aðu sparingunum.
- Nú mugu vit fyrst ana
lysera støðuna av nýggjum.
Áðrenn tað er gjørt, vil eg
ikki melda nakað út, sigur
Petra Johnsdóttir Joensen.
Sambært
landsstýris
kvinnuni í almannamálum
vilja tær 4,1 milliónirnar
gera góðan mun.
- Hetta tekur broddin av
avleiðingunum av mangl
andi rakstrar- og lønarfram
skrivingunum, sum hava
verið gjøgnum fleiri ár, sig
ur Annika Olsen í fráboðan
á Facebook.
4,1 millión í eykajáttan
Mikukvøldið samtykti løgtingið eina eykajáttan á 4,1 milliónir krónur til raksturin
av ellis- og røktarheimunum kring landið. Pengarnir skulu brúkast til at taka
broddin av fráboðaðu sparingunum, so at tær ikki raka so meint