fríggjadagur 10. mai 2013síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
na undan Petru
Almannaverkið hevur av
markað stýringsamboð, og
har vit hava fulla ávirkan,
sigur Petra Johnsdóttir Joen
sen.
Hon hevur tó onga av
gjørda meining um, hvørt
dagsprísurin er tann rætti.
Men hon ásannar, at fyri
munirnir av at savna eldri
fólk í nýggj og størri røktar
heim hevur ikki gjørt rakst
urin bíligari.
- Eg vildi mett, at har áttu
at verið stórdrifts-fyrimunir.
Men vit síggja teir ikki aftur
í roknskapartølunum, sigur
Petra Johnsdóttir Joensen.
Almannaverkið
fer
í
næstum undir at analysera,
hvat hvør tænasta kostar.
Alt frá at fáa búfólkið upp
um morgunin, at geva fólki
mat, koyra tað í bað og so
framvegis.
- Vit vita ov lítið um,
hvat hvør uppgáva kostar.
Men seta vit tøl á hvørja
uppgávuna og falda upp
við búfólkini, so ber betur
til at meta um, hvat er ein
reellur prísur fyri at reka eitt
røktarheim við nøkrum ávís
um tænastum, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen.
Sambært
stjóranum
á
Almannaverkinum
er
høvuðstrupulleikin, at leiðsl
urnar á røktarheimunum
siga seg ikki kunna stýra fyri
teir pengarnar, sum verða
játtaðir.
- Ta støðuna skilji eg.
Men mín uppgáva er at
halda játtanina á fíggjar
lógini. Spurningurin er so,
hvussu tú stýrir innan fyri
teir fíggjarkarmar, sum nú
einaferð eru. Og tað er tí,
at sparingar framhaldandi
verða gjørdar, sigur Petra
Johnsdóttir Joensen.
Spariætlanin
Almannaverkið, sum hevur
ábyrgdina
av
játtanini
á
fíggjarlógini til ellis- og røkt
arheimini, var ikki nøgt við
útspælið frá røktarheims
leiðslunum, sum í sínum
lagi hava ábyrgd av at reka
røktarheimini á forsvarligan
hátt. Men 22. apríl varð ein
spariætlan, ið røktarheims
leiðslurnar og Almannaverkið
í felag høvdu snikkað saman,
løgd fyri Almannamálaráðið.
Í brævinum til landsstýris
kvinnuna staðfestir Alman
naverkið, at neyðugt verður
at gera munandi tillagingar í
tænastustøðinum fyri at hal
da játtanarkarmin.
Við brævinum til lands
stýriskvinnuna fylgdi ein
útgreinað spariætlan. Skjalið
lýsir bæði tær sparingar,
sum longu eru settar í verk,
umframt aðrar sparingar, ið
arbeitt varð við at seta í verk
beinanvegin.
Víst
verður
á, at longu nú verður spart
uppá røktartímar, avloysarar
verða ikki innkallað fyrsta og
annan sjúkradag, maturin til
vikuskiftini verður gjørdur
niðurfyri og eisini skal meira
gerast fyri at keypa bíligari
mat,
spart
verður
uppá
innanhýsis førleikamenning,
reingerðartímar og ítriv inni
á røktarheimunum.
Millum nýggju spariátøk
ini er at samskipa náttar
vaktirnar á røktarheimunum
í Tórshavn, fyri á tann hátt at
spara vaktir burtur. Sparast
skal uppá feriuavloysarar
og brúka somu terapeutar á
fleiri røktarheimum.
Stýringin
Í samskiftinum millum Al
mannaverkið og Almanna
ráðið kemur greitt til sjóndar,
at Almannaverkið, ið hevur
ábyrgdina av samlaðu játtan
ini til raksturin av røktar
heimunum
kring
landið
– tilsamans 242 milliónir
krónur í ár – metir seg ikki
hava nóg góð stýringsamboð
til at tryggja, at játtanin nú
eisini kann haldast.
Eisini kemur til sjóndar, at
leiðslurnar á einstøku røkt
arheimunum meta seg hava
trupult við at fáa endarnar
at røkka saman, uttan at tað
gongur út yvir búfólkini.
Og sum tað triðja verður
víst á, at eingin lønarfram
skriving er givin til eldra
røktina í ár, sammett við í
fjør, og tað krevur upp aftur
fleiri sparingar.
- Vit mæla tí til, at tillag
ingar verða gjørdar í lógar
grundarlagnum, soleiðis at
Almannaverkið fær neyðugu
stýringsamboðini at tryggja
eina skynsama fíggjarstýr
ing á játtanini til ellis- og
røktarheim,
sigur
Petra
Johnsdóttir Joensen.
Sum støðan er í løtuni,
mælir Almannaverkið tí til
at áseta í lóggávuna, at meir
nýtsla skal gjaldast av tí
kommunu, har røktarheimið
liggur.
- Almannaverkið metir tað
vera alneyðugt, at ábyrgd
arbýtið
á
eldraøkinum
verður skipað soleiðis, at
samanhangur millum gjald
og vald gevur stovninum
neyðugu amboðini at stýra
rakstrinum og halda nýtslu
na innan teir karmar, sum
eru játtaðir á fíggjarlógini,
sigur Petra Johnsdóttir Joen
sen.
FAKTA - Játtanin til eldraøkið
2010:
321,8 mió. kr, til 360 búpláss
2011:
326,2 mió. kr, til 358 búpláss
2012:
317,9 mió. kr, til 400 búpláss
2013:
337,7 mió. kr (umframt 4,1 mió í eykajáttan),
til 469 búpláss
Talan er um netto-játtan á fíggjarlógini til eldraøkið, og
fevnir játtanin um rakstur av ellis- og røktarheimunum
kring landið og heimatænastuna. Boðanesheimið í Havn
og røktarheimið á Grønanesi í Vestmanna lótu upp seint
í 2012 og verður 2013 tí fyrsta árið við fullum rakstri á
báðum heimum. Rakstrarjáttanin til hesi heim er ávíkavist
22,8 og 4,6 milliónir krónur, tilsamans 27,4 milliónir.
Nakað verður tó spart á øðrum konti, tí eldri og óhjálpin
fólk flyta úr øðrum tilboðum inn á nýggju røktarheimini.
FAKTA – soleiðis verða
pengarnir játtaðir
Almannaverkið játtar pengar til raksturin av ellis- og
røktarheimunum eftir einum sonevndum dagsprísi,
ið er býttur í tveir bólkar. Ein dagsprís fyri vanligar
røktarheimsbrúkarar, ið er 1314 krónur um dagin fyri hvørt
búfólkið, og ein dagsprís fyri fólk við demens, ið er 1524
krónur um dagin fyri hvørt búfólkið. Tískil kostar eitt fólk á
røktarheimi millum 480.000 og 556.000 krónur um árið.
Harafturat veitur almannaverkið stuðul til sambýli, har er
stuðulin 940 krónur um dagin fyri búfólkið.
FAKTA – játtanin til
Boðanesheimið
Boðanesheimið í Havn skuldi upprunaliga takast í nýtslu
1. oktober. Sambært fíggjarlógini fyri 2012 vórðu
7,8 milliónir settar av til Boðanesheimið, sum skuldi
latast upp fyri 64 brúkarum, tann 1. oktober. Men tá
Boðanesheimið kortini ikki lat upp fyrr enn 1. desember,
valdi Almannaverkið, sum umsitur rakstrarjáttanina fyri
landskassan, at lækka játtanina við tveimum triðingum,
niður í 2,6 milliónir krónur. Men sambært roknskapinum
fyri 2012 kostaði raksturin av Boðanesheiminum 4,9
milliónir í fjør, hóast heimið bara hevði opið í ein mánað,
enntá bara við 16 brúkarum. Lønarútreiðslurnar vóru
2,1 million, umframt aðrar rakstrarútreiðslur á 750.000
krónur, áðrenn fyrsta búfólkið flutti inn.