fríggjadagur 10. mai 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Poul Jóhan Djurhuus hevði
hesi minningarorðini um Ric
hard Danielsen í Kristiligu
Sjónvarpsstøðini IKTUS:
Leygarkvøldið
2.
mars
komu
Richard
og
kona
hansara Ása til Vágs við
Norrønu. Tey ætlaðu at
verða nakrar dagar saman
við familjuni, og Richard
gleddi seg at vera saman við
abbabørnunum, sum hann
og Ása eiga á Gørðunum
í Vági – men longu sunnu
kvøldið varð Richardi boðin
at koma á eina aðra ferð, og
tað var heim til Harran.
Richard var 75 ára gamal
nú hann andaðist. Hann og
Ása hildu stóran dupultan
føðingardag í oktober, tá
hann rundaði tey 75 og hon
tey 70. Nógv fólk var komið
saman í bygdahúsinum í
Leirvík at heilsa upp á Ric
hard og Ásu – hetta var
seinasti føðingardagur, sum
Richard helt.
Jarðarferðin
Richard andaðist á Suðuroyar
sjúkrahúsið
sunnukvøldið
3. mars. Samkoman í Bethel
í Vági bjóðaði seg fram at
halda eina minnisandakt
áðrenn kistan fór norður um
fjørð við Norrønu. Væl av
fólki møttu upp til løtuna í
Bethel, har John í Skemmuni
hevði eina góða minnisrøðu.
Jarðarferðin
var
úr
Siloa í Fuglafirði hósdagin
7. mars, har Páll á Lakjuni
og Zacharias Zachariassen
dugdu væl at lýsa lívið hja
Richardi. Tað var ein sera
stórur skari, sum var komin
saman í Fuglafirði hendan
arbeiðsdagin mitt í viku, og
at standa ovarlaga í kirkju
garðinum og síggja oman
yvir alt fólkið var ein greiður
vitnisburður um, at lívið og
lívsførslan hjá hesum mann
inum má hava gjørt mun hjá
mongum – og tað hevur hon
eisini gjørt!
_________
Tá vit hava valt at hava eina
minnissending um Richard
Danilesen her í IKTUS, so er
tað júst tí, at Richard brúkti
hendan loftmiðilin at náa
sínar landsmenn, við einum
boðskapi úr bíbliuni, hvørs
trúvirði hann hevði eina
klettafasta trúgv og álit á.
Richard og bíblian
Richard hoyrdi við sínum
innara
oyra
fremmandu
røddirnar og føldi ráki í tíðini.
Hann skilti røddirnar, sum
settu ivasamar spurningar
um Bíbliunnar Guddómliga
samleika, og hann sá heilt
greitt antibíbilska rákið, sum
í hesum døgum er um at gera
innrás millum landsmenn
hansara.
Richard vaks upp í einum
bíbliutrúgvum heimi í Fugla
firði, har hann livdi undir
liðini á einum pápa, sum
brúkti alla sína orku upp á
at týða bíbliuna til tungumál
føroyinga – hin navnframi
bíbliutýðarin Victor Daniel
sen! Tá Richard fór í skúla,
sæt pápin og arbeiddi; tá
Richard kom heim úr skúla,
sæt pápin og arbeiddi; tá
Richard fór út at spæla, sæt
pápin og arbeiddi; tá Richard
kom inn frá spæli, sæt pápin
og arbeiddi; og tá drongurin
fór til songar, sæt pápin enn
og arbeiddi – eitt slíkt barna-
og ungdómsumhvørvi má
hava gjørt sterkt árin á unga
sinni hjá Richardi Danielsen.
Richard var ungur drong
ur, tá hann setti sítt álit á
tann Jesus, sum bíblian talar
um, og hann varð tíðliga
sannførdur um og valdi at
trúgva, at øll bíblian er Guds
egna innblásta orð, og at
bíblian er til fulnar trúverdug
og einasta Guddómliga rætt
leiðing, sum menniskju hava
til frelsu og uppfostran í
rættvísi.
Tá Richard hoyrdi og føldi
røddirnar og ráki í tíðar
andanum, sum gekk ímóti
bíbliunnar Guddómliga inn
blásta autoriteti, tá kendi
hann eitt sterkt kall í sínum
brósti, og eg vil siga upp á
mína egnu rokning, at tað
kom lív í hansara profetiska
anda – Richard fór í herna
ímóti rákinum bæði í orði og
skrift.
Richard trúði fult og fast
upp á, at trúgvin kemur av tí,
sum prædikað verður og at
vantrúgvin kemur av tí, sum
ikki verður prædikað – og
Richard Danielsen fór at tala
og skriva sum aldri áður.
Tað vóru ikki tey nógvu
intellektuellu og akademisku
vápnini, ið Richard brúkti í
hesum stríðinum, men heldur
ein einføld framstilling, í talu
og skrift, av einum útvaldum
bíbliuteksti, har hann við væl
valdum einføldum orðum,
lýsti fyri okkum á ein lætt
fatiliga hátt, hvat teksturin
sigur um Gud og Orð Guds
– hann vildi so fegin at før
oyingurin ikki misti trúnna
upp á, at bíblian er Guds
egna innblásta orð og ikki
mannaorð um Gud.
Við eini tungari byrðu
fyri samkomunum í Føroy
um, fyri trúgvandi ungdóm
inum í Føroyum og øllum
sínum landsmonnum, hevur
Richard seinastu árini ferð
ast um alt landi, har hann
ótroytiligur hevur talað á
samkomufundum og ung
dómsmøtum. Eisini hevur
hann skrivað greinar í bløð
unum, sum blivu so nógvar í
tali, at tær komu út í bók fyri
tveimum árum síðani.
_____________
IKTUS
Richard vildi náa longur,
og tí gjørdi hann avtalu við
Kristiligu Sjónvarpsstøðina
IKTUS,
sum
gjørdi
tað
møguligt hjá honum at hava
bíbliuundirvísing
hvønn
leygardag í IKTUS. Sjón
varpssendingarnar
blivu
nógvar í tali, og nú hann legði
frá sær, hevði hann júst havt
bíbliutíma nr. 70, sum varð
sendur sama vikuskiftið sum
hann doyði. Til kunningar
kann eg leggja afturat, at
tað liggja 7 sendingar, sum
Richard hevur tala inn, men
sum ikki enn eru sendar.
Hesir 7 bíbliutímar fara at
verða sendir í næstum.
Ikki við áliti á vísdómi
heimsins
ella
síni
egnu
evnir og kraft fór Richard at
tala og skriva, men heldur í
einføldum áliti á hann, sum
kann brúka dárskap præ
dikunnar og tað, sum er
veikt í menniskjans eygum,
til frelsu fyri hvønn tann,
sum trýr.
Við hesum orðum vilja
vit heiðra og ynskja Guds
signing yvir minni eftir
Richard Danielsen.
Hann vitjaði í samkomum kring landið - var sæddur hvønn leygardag á skíggj
anum hjá kristiligu sjónvarpsstøðini IKTUS og lisin regluliga í bløðunum
Minningarorð
Richard Danielsen
í Fuglafirði
Richard við bókini, sum hann sjálvur hevur skrivað
“er bíblian Orð Guds ella mannaorð um Gud?”
nøvn
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá
kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara
Anders Wiberg
andaðist og varð jarðaður.
Takk til tykkum øll sum komu inn á gólvið
við bakstri og øðrum góðum, takk til tykkum
øll, sum bakaðu til ervið, takk fyri blómur og
kransar. Takk til Jens Mortan Mortensen, prest,
fyri eina vakra gravartalu fyri Anders, og til
tykkum tríggjar, sum spældu so vakurt í kirkjuni,
tá vit komu heim úr kapellinum, og til sangarar
og berarar.
Vegna familjuna
Óluva, Oscar, Bodil og Maria
Tá ið Havnin í summar
verður karmur um ársins
konsertiltak annað árið á
rað, verður tað eisini við
donsku
poppstjørnunum
Nik & Jay á skránni. Í Dan
mark vera teir mettir sum
slóðbrótandi
tónleikarar,
sum hava megnað at gerast
fólkaogn í Danmark, og í
Føroyum hava teir eisini
verið ímillum best umtóktu
popp-bólkarnir
seinastu
mongu árini.
Nik & Jay komu fyrstu
ferð á marknaðin í 2002
við fløguni Nik&Jay, sum
gjørdist tann best seljandi
fløgan nakrantíð, tá tað
ræður
um
debutfløgur.
Sama árið vunnu teir eis
ini tvær heiðurslønir til
Danish Music Awards, sum
Ársins nýggja danska navn,
og Ársins hitt við lagnum
"Hot!".
Dreingirnir hava í løtuni
úr at gera, har teir millum
annað hava hitað upp fyri
Jennifer Lopez á hennara
konsertferð í Týsklandi og
beint áðrenn teir koma til
Voxbotn, hava teir verið
á konsertferð saman við
heimskenda amerikanska
rapparanum Sean Paul.
Nik & Jay er kendir
fyri at duga sera væl at
framføra og at geva áskoð
arunum eitt ordans brak
hvørja ferð teir trína á
ein pall. Tey, sum vóru á
SummarFestivalinum
í
2009 minnast eisini, at teir
megnaðu at levera eina
framførslu, sum neyvan er
sæð áður í Føroyum. Og á
Voxbotn í summar verður
neyvan nakað undantak,
lova dreingirnir.
Frammanundan koma
Aura Dione, Carpark North,
Legends of Iron Maiden
við Blaze Bayley og Paul
Di Anno, Eivør, Swangah
Dangah, Voxbotn Allstars
umframt fleiri onnur nøvn
at spæla á stóra konsertdeg
num í Vágsbotni 29. juni.
Nik & Jay
á Okkara
Voxbotn!