Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hergeir Staksberg gevur undir­ritaða skyldina fyri, at uppskotið um almenna for­sorg (klubbhús), fall. Upp­skotið legði upp til, at lands­stýris­kvinnan í al­ manna­mál­um, Annika Olsen, fekk víðk­að­ar heim­ildir til at fara undir klubb­hús (Foun­ tain house). Tí­verri fyri upp­skots­still­arar­nar, hevði lands­stýris­kvinnan heim­ ildir­nar framman­undan. Um málið varð samtykt, hevði tað ikki gjørt mun, tí stig­tak­ arar­nir hava tørv á pengum: ikki víðkaðum heim­ild­um. Tískil atkvøddi meiri­lutin í løgtinginum móti upp­skot­ inum. Fountain house Hóast Hergeir Staksberg vil vera við, at søgan um “Foun- tain house” er úti, eru vit ikki meir enn akkurát byrjaði. Minnist fyrsta fundin, ið trivnaðarnevndin hevði við stigtakararnar. Eg varð fullkomiliga tikin av bóli, tá eld­hugaðu kvinnurnar greiddu frá hugtakinum “Foun­tain house.” Ætlanin passar sum fót­ur í hosu við mína visjón um, hvussu almannaverki skal skipast í framtíðini. Somu­ leiðis er verkætlanin í tráð við lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, sum er størsta fram­ brotið innanfyri almannverki í nýggjari tíð: nú verður dent­ ur lagdur á, hvat fólk kunnu gera. Ikki, hvat tey ikki kunnu gera. Spurningar Søgan um “Fountain house” byrjaði undan løgtings­val­in­ um í 2011. Tíverri hevur polit­ iska skipanin ikki funnið neyðugu játtanina. Eitt er, at politiska skipanin er tung, men eg havi eisini nakrar spurningar til stigtakararnar, ið snúgva seg um fíggingina. Stigtakararnir kenna spurn­ ingarnar, men eg havi ikki fingið nakað svar. Um tær ynskja at greiða frá fígg­ing­ ini, eri eg sjálvandi sinnaður at seta meg við teimum, tí tær vita, at eg stuðli verk­ ætl­anini. Søgan um tey sjúku Kann annars kunnað Hergeir Staksberg um, at tað vóru eisini eldsálir í 60-inum, sum stríddust fyri rættindunum hjá teimum brekaðu (soleiðis nevndi man tey tá). Skal ikki endurgeva alla søguna, men gera stuttan samandrátt: Í sekstiárunum máttu for­ eldur senda síni “breka” børn av landinum, tí tey passaðu ikki inn í samfelagið. Nøkur foreldur tóku seg saman, tí tey vildu ikki senda síni børn til Danmarkar. Tey fóru í stríð við politisku skip­an­ ina. Akkurát sum Hergeir Staksberg. Í 1973 komu tey fyrstu “brekaðu” børnini heim­ aftur. Tey komu ikki á nakr­ an stovn, tí eingin stovn­ ur var. Ístaðin búðu tey í vanligum sethúsum. Tað tóku foreldrunum og av­varðandi sjey ár afturat (1980), áðr­ enn tey sálarliga menn­ ingar­tarnaðu (hetta kom ístaðin fyri orðið “brekaðu,” tá tey fyrstu fluttu heim í 1973) fingu sítt egna heim: bústovnin á Eiragarði. Hví fortelji eg Hergeiri Staksberg søguna? Eldsálirnar stríddust í fleiri ár, áðrenn tey fyrstu sálarliga menningartarnaðu børnini sloppið at flyta heimaftur til Føroyar. Stríddust í meir enn tíggju ár, áðrenn tey sálarliga menningartarnaðu fingu sítt egna heim. Søgan um “Fountain house” byrjaði í 2011. Vónandi kemur tað ikki at taka tíggju ár, áðrenn sálar­ liga sjúku fáa sítt “Fountain House”, men eldsálirnar mugu ikki fella í fátt. Tað er neyðugt at stríðast, eins og eldsálirnar stríddust í 60- inum. Einki kemur av sær sjálvum. Søgan er ikki úti. Hon er akkurát byrja. Veit ikki, um Hergeir Staksberg gevur upp ella ikki, men eg fari framhaldandi at stuðla stig­takarunum hand­an “Fountain house” verk­ætl­ an­ini. Í hesum døgum havi eg samband við heilsuverkið. Tað er einki at ynskja sær. Ikki bara tí at talan er um sjúku, men sanniliga eisini fyri ta vøru, ið latin verður viðskiftafólkunum. Eg skal ikki her viðgera starvsbólkar, hóast eg sum avvarðandi onga samskipan hómi, hoyri boð í allar ættir og siti við songarstokk hjá pápa mínum, sum nú hevur mist álit á skipanini og tí vón um heilsubót. Mær á hjarta liggur at lýsa, at vit innihaldsliga gjalda høgan prís fyri at hava trý sjúkrahús, og at júst tann bygnaðurin er oyðileggjandi. Pápi verður innlagdur. Hóast 25 ár í skipanini við hjartatrupulleika, tveimum skurðviðgerðum, journalum upp og niður, er einki at síggja aftur av øllum hesum, nú sjúka vitjar aftur. Einki! Fyrst liggjandi á gongini saman við fleiri øðrum, tí allar stovur eru fullar. Bíðitíð eftir læknum, bíðitíð eftir skanning í dagavís og vikuvís, og eg kundi hildið á. Ein oyðimarkargongd, sum hevur verið í mánaðir og nú seinast í vikur á sjúkrahúsinum. Ikki tí at hetta er nýtt, tí tað tók skipanin 8 mánaðir at koma fram til skurðviðgerð, tá ið støðan var tann sama fyri fleiri árum síðan. Fyri mær eigur eitt og hvørt virkisøki og einamest sjúkrahúsverk at verða grundað á fakligt innihald og ikki landafrøði. Fólk kunnu doyggja av hesum – álitið doyr í øllum førum. Eg haldi meg síggja, at júst hetta politiskt avgjørda tríbýti, umframt alt møguligt annað, verður brúkt sum ein ”umberingar trumfur” hjá sjúkrahúsunum. Landssjúkrahúsið umber seg við, at her er yvirfylt, tí hini sjúkrahúsini eru tóm og øvugt siga hini, at vit hava ov lítla orku og manning til viðgerðir. Og øll hava tey rætt. Eg haldi ikki, at fakliga viðgerðin hjá pápa er nóg væl samskipað! Og tað er tíverri ikki nýkomið, tí hesi seinastu árini hava eftirlitisvitjanirnar fyri hjartatrupulleikan ikki verið á dagsskrá. Tað vóru tær annars fyrr. Kanska er tað tí, at fremsta talið í aldrinum nú er 7. Eg havi ein óhugnaligan illgruna um tað – vónandi ógrundaðan illgruna, men hann er har. Tað, sum eg tó ikki havi illgruna um, men veit við vissu, er, at vit hava politikarar, sum við makt og veldi skulu halda fast í verandi sjúkrahúsbygnaði. Eg eri karvandi líka glaður, um einasti sjúkra­hús­ bygningur okkara verður í Klaksvík ella onkra aðrastaðni. Men tað skal vera eitt sjúkrahús inni­ haldsliga, fakliga og leiðsluliga. Og so er eingin ”um­beringar trumfur” at spæla út við. Nú eri eg vorðin nakað so rasandi inn á politikarar okkara, sum seta heilsuna hjá fólki aftur um lokal­ politikk. Tit skapa ikki bestu karmar hjá fakfólki í heilsuverkinum at virka. Einum heilsuverki, sum altíð fer at hava stórar avbjóðingar, tí vit eru fá og fjarskotin. Mín niðurstøða er, at vit hava einki Landsstýri og einki Føroya Løgting. Tað snýr seg um at ±nøra at sær fyri løtuvinningin heldur enn at nøra um fyri heildina og felagsskapin. Tí hava vit ongan rætt at siga, at vit eru ein tjóð. Leysar oyggjar og einki annað! Magnus Tausen Stjóri í Námi EYGA MÁLIÐ Nakað so rasandi! kjak kjak Tey gomlu skulu nú liggja meira í songini, spar­ast skal uppá matin á røktar­heim­ unum, skerjast skal í røkt­ ar­tímunum, slakast skal í fakligu krøvunum til starvs­ fólkini, tey gomlu mugu bíða at sleppa á wc, og sleppa nú ikki í bað sum vanligt og onn­ur ótespilig átøk eru nú veruleiki. Stakkals gomlu fólk, avvarðandi, starvsfólk og stakkals vit øll. Vanlig røkt, sum annars er at meta sum ein menniskjarættur er nú ikki longur ein sjálvsagdur rættur. Hvussu kann tað vera blív­ ið so livandi galið í Føroyum? Samstundis sum tað geldur lív at veita hundratals milli­ ónir í skattalætta til tey há­ løntu? Raðfestingin er skorin út í papp, nógv til tey ríku, og lítið og onki til tey gomlu. Ikki so mikið, at tað dryppar á deknin meira. Hvar er virð­ing fyri teimum gomlu blivin av ? Tey gomlu, sum hava bygt okkara samfelag upp, og skapt okkum yngru góðar og mennandi lívs­um­ støður. Hetta hava tey ikki uppi­borið. Spurningurin er um lands­stýriskvinnan veit hvat hon er í gongd við. Tá ið skorið verður so ógvusligt í røktini, at fólk ikki fáa tað mest neyðturvuligu røktina, men blíva liggandi í songini, fáa verri mat, verri reinføri, onga endurmenning og akti­vering, ja so hevur man heimsins bestu uppskrift uppá at skapa ein enn størri røktartørv, og harvið skapað enn fleiri røktarsjúklingar og harvið verri lívsgóðsku. Hetta má metast sum vanrøkt av ringasta slag ! Og tað eru ikki røktar­ starvsfólkini sum vanrøkta, men politiski myndugleikin. Tí hvat skulu starvsfólkini gera tá ið tey fáa slík boð úr erva. Sjálvsagtskulu tey talað at og verja tey gomlu, men tey hava ikki ræðisrættin yvir hvusssu arbeiði er lagt til rættis. Avleiðingarnar fyri starvs­fólkini fara tí heilt víst eisini at vísa seg seinni, millum annað við strongd og øktum sjúkradøgum, sum so aftur ávirkar tey gomlu, sum tey skulu vera um og røkta, tí nú skulu avloysarir heldur ikki innkallast við tá ið fólk eru sjúk. Sum dropin, ið fær alt at flóta yvir eru røddir frammi um, at starvsfólkini hava fingið munnkurv og ikki mugu úttala seg um spar­ingarnar. Hetta kann ikki vera lógligt ? Hava vit ikki talufrælsi í Føroym ? og hvør annar skal úttala seg enn starvsfólkini, sum kenna støðuna til fulnar. Eitt er, at tey ikki úttala seg vegna stóvnin tey arbeiða á, men sum fakpersónar við fakligum førleikum at meta um støðuna, eru tey best skikkaði at úttala seg um umstøðurnar teimum gomlu nú eru í boði, og teimum sjálv­um sum starvsfólk. Støðan á eldraøkinum hev­ur verið trupul í langa tíð, men er nú versnað so álvars­ligt, at hon er hættislig. Men hvussu kann man eisini ímynda sær, at tað ber til at reka samfelagið ár undan ári fyri sama krónutal. Ongar framskrivingar eru gjørdar fyri prís og lønarvøkstur sjálvt um øll vita, at kostn­ar- støðið hækkar og lønirnar hækka. So sjálvsagt kemur hetta at ganga útyvir tæn­ astuna til búfólkini. Hvønn ann­an hevði man ímynda sær, at sparingarnar á eldra­ økinum fóru at raka ? Tað hoyrist jú ongantíð eitt orð um at skerja í toppinum ! Illa fór vælferðin, illa fór eldrarøktin og illa fara tit við teimum gomlu. Tað kundi annars verið so gott ! Sirið Stenberg Tjóðveldi Hanus Samró Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin Nei Hergeir, søgan um »Fountain house« heldur fram Vælferðarsamfelagið anno 2013