fríggjadagur 10. mai 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú farið verður undir síðsta stigið
í tjúgu ára byggiverkætlan fyri
Landssjúkrahúsið á tilsamans 860
mió. kr., er høvi at spyrja, hvat vit
hava fingið og kunnu fáa fyri teir
nógvu pengarnar. Vit kunnu eisini
spyrja, hvussu hesar stóríløgurnar
í bygningar og tøkni samsvara
við almenna sparipolitikkin hjá
landsstýrinum.
Byggiverkætlan frá 1999
Síðst í 90-unum var ein støðumet
ing gjørd av Landssjúkrahúsinum
við teirri niðurstøðu, at tað var
so illa farið, at sum skjótast mátti
fremjast ein kostnaðarmikil
verkætlan við totalrenovering og
umbygging av verandi bygningum
og útbyggingum.
Í 1999 fór man so undir eina
byggiverkætlan, ið hevur hildið
á líka síðani tá og eftir ætlan
verður liðug í 2019 við sonevndum
H-bygningi við m.a. nýggjum
psykiatriskum depli.
1999-2004: 198 mió.kr.
Hesi fyrstu árini varð nýggi
G-bygningurin (eysturbygningur
niðan fyri barakkina) bygdur. Her
fekk Landssjúkrahúsið nútímans
hølir og tøkniliga útgerð til
bráðfeingismóttøku, læknavakt,
rannsóknarstovu, skurðstovur,
medisinska deild og songjadeildir
til skurðsjúklingar.
2005-2008: 140 mió.kr.
Nú snúði tað seg um samanbygg
ing millum nýggja G og verandi
B-høvuðsbygningin, nýggja
móttøku, forhøll og kafeteria,
nýggjan sterilsentral og skopi
deild, kirurgiskt ambulatorium á
B3, nýumvæld hølir á B4 til oyra-,
næsa-, tann- og hálslækna, til
barnadeild á B5, og nýumvæling
av medisinsku songjadeildunum á
B6, B7 og B8.
2009-2013: 138 mió.kr.
Fyri tørni stóð endurnýggjan
av øllum útsíðum og tekju (so
nevndi klimaskermurin) á høga
B-bygninginum, ið nú skilir
seg burtur úr við sínum kopar
grøna klædningi. Heraftrat
kemur víðfevnda umbyggingin
av øllum røntgentøkinum, við
nógv betraðum umstøðum fyri
myndadiagnostik, MR- og CT-
skanning og m.a. krabbameins
screeningum. Og í ár verður
byggingin av nýggja vaskarínum
gjørd liðug.
2014-2019: 352 mió.kr.
Avgerðin um at samanbyggja
nýggjan psykiatriskan depil við
øðrum nýggjum medisinskum
deildum varð tikin í verklagslógini
frá 22. des. 2008, sum varð víðkað
í 2011 og nú aftur í 2013. Hetta
verður sonevndi H-bygningurin,
sum skal projekterast í 2014 og
standa liðugur í 2019. Hesin síðsti
og dýrasti partur av samlaðu
verkætlanini fevnir m.a. um:
•
Nýggjan psykiatriskan depil
•
Rehabiliteringseind, m.a. til
bráðfeingis sjúkrahúsendur
venjing
•
Nýggjar umstøður fyri fysio- og
ergoterapi
•
Nýggja móðir-barn eind, við
gynækologi- og føðistovum
•
Nýggjar songjadeildir at av
loysa tær á B6-B8
•
Nýggjur felagskøkur
Aðrar nýmennandi íløgur
Tilsamans er byggiverkætlanin frá
1999 til 2019 á 828 mió. kr. Haraftrat
koma ætlandi einar 33 mió. í prís
vøkstri, sum hædd ikki er tikin
fyri. Alt tilsamans sostatt góðar
860 mió. kr. Men herumframt eru
aðrar nýmennandi íløgur gjørdar í
vitanar- og tøkniskipanir á Lands
sjúkrahúsinum og aðrastaðni í
heilsuverkinum:
Útbúgving og gransking
•
Læknaútbúgving: Síðani 2004
er á hvørjum ári skipað fyri
útbúgving av yngri læknum
á Landssjúkrahúsinum,
fyri í miðal 4 mió. kr. um
árið. Hetta er sterkasta
trygdin fyri tilgongdini av
m.a. kommunulæknum til
heilsuverkið.
•
Gransking: Síðani 2006 er
bygd upp eitt Ílegusavn
og Granskingardeild í
sjúkrahúsverkinum við eini
játtan á 2,5 mió. kr. í miðal
um árið. Longu nú eru 35
granskingarverkætlanir ígongd
og virksemið økist støðugt.
Tøknilig nýmenning
•
Talgilda heilsuskipanin
varð sett í verk árini 2005-
2008, og harvið gjørdist
Føroyar fyrsta – og enn
einasta - land í heiminum
við eini kunningartøkniligari
integratión av øllum
sjúkrahúsum og
kommunulæknum.
•
Kollveltandi røntgen- og
laboratoriuskipan varð
framd í sama tíðarskeiðið, við
nýgerð av øllum røntgen- og
laboratoriuøkinum í talgildari
og samskipandi tøkni fyri alt
heilsuverkið.
•
Hesar báðar verkætlanir vóru
framdar við eini rakstraríløgu
á umleið 50 mió. kr.
Manglandi samsvar millum
íløgur og innihald
Jú, hetta eru alt nógvir peng
ar. Men út frá yvirlitinum kann
ikki sigast annað, enn at við
hesum stóríløgum í sjúkrahús,
tøkni, útbúgving og gransking
hava vit skapt framúrskarandi
góðar fyritreytir fyri heilsuverk
tænastum í Føroyum. Hetta er
eisini tann mest grundleggjandi
fyritreytin yvirhøvur fyri okkara
samfelag, at fólk kenna seg trygg
við at liva og virka í hesum landi.
Tó tykist ikki at vera samsvar
millum hesar stóríløgurnar og so
tær játtanarligu fyritreytir, sum
eru fyri sjúkrahúsvirkseminum
til tess at livandigera og gagnnýta
tær kostnaðarmiklu íløgurnar til
fulnar.
Hetta manglandi samsvarið
sæst aftur í teirri viðbreknu støð
uni á heilsufakliga starvsfólka
økinum, sum bara sær út til at
fara at versna við tí niðurbrótandi
sparipolitikkinum, sum lands
stýrið longu hevur sett í verk og
ætlar at framlongja tey komandi
árini.
Læknafakliga manningin
Sambært danska Heilsustýrinum
eiga at vera um 60-62 serlæknar í
Føroyum. Í dag er støðan hendan:
•
38 serlæknar eru í starvi
•
15 ósett størv, røkt við konsu
lentum og parttíðarvikarum
•
8-10 manglandi størv til
serlæknaøki
•
Manglandi serlæknar
merkja eisini manglandi
manning av tilhoyrandi
sjúkrarøktarfrøðingum og
øðrum fakfólkum
Ómannað og
undirmannað:
•
Neurologi (heili og nervalag)
•
Onkologi (krabbamein)
•
Geriatri (serligar eldrasjúkur)
•
Lungnamedisin
•
Gynækologi (graviditetur og
kvinnusjúkur)
•
Pediatri (barnalæknar)
•
Psykiatri og barnapsykiatri
Onnur manglandi størv:
Til rehabilitering mangla fakfólk,
umframt serlæknar í neurologi,
reumatologi, geriatri, cardiologi og
lungnamedisin:
•
Neuropsykologur,
•
Logopedur (talupedagogur)
•
Ergoterapeutar, trýfalding av
verandi manning
Viðbrekin støða
Í okkara sjúkrahúsverkið er
heilsufakliga starvsfólkastøðan
sera viðbrekin av tí, at manningin
sum heild er sera fáment. Enn
ótryggari verður tað, tá fleiri
serlæknaøki eru so undirmannað
og summi heilt ómannað. Tí liggur
stór ábyrgd á politiska myndug
leikanum, ikki bara at byggja
flottar bygningar, men eisini at
tryggja neyðugu manningina. Tí
varð eisini í samband við álitið um
Framtíðar Sjúkrahúsverk frá 2007
farið undir eina tilgongd at gera
uppraðfestingar á hesum økinum.
Men tað er alt støðgað upp, og
heldur er gongdin nú tann øvugta.
Veksandi sparingar
Stór andsøgn er í politikkinum hjá
landsstýrinum. Man hækkar íløgu
játtanina til Landssjúkrahúsið
fyri at kunna fullføra ta størstu
byggiverkætlanina nakrantíð í
Føroya søgu. Men samstundis
leggur landsstýrið eina spariætlan
fyri ta innihaldsliga virksemið í
heilsuverkinum, sum ikki bara
skal skera burtur allan dekning
av árligum kostnaðarhækkingum,
men beinleiðis minka um játtanina
til raksturin.
Hetta gongur fram av fíggjarlóg
og játtanarkørmum, sum lands
stýrissamgongan hjá Sambands-,
Fólkafloks-, Sjálvstýris- og Mið
flokkinum hava samtykt at vera
galdandi fram til 2018.
Andsøgnin upp á spíssin
Síðstu viku sá eg eina lesara
viðmerking til tíðindagrein
á Portalinum um víðkaðu
verklagslógina fyri útbyggingina
av Landssjúkrahúsinum, har
tað verður sagt: “Ja, brúka 490
milliónir til Landsjúkrahúsið og
ikki kunna seta eina sjúkrasystur
afturat í dialysuna har úti, so
føroyingar kunnu koma heim til
sítt heimland. Haldi tað er so langt
úti.” Viðkomandi hevur rætt. Tað
er líka so týdningarmikið, helst
enn týdningarmiklari, at vilja
halda neyðugu útreiðslurnar til
starvsfólk og viðgerðir, sum at
gera íløgur í fysiskar umstøður og
útgerð.
tíðargrein
Hans Pauli Strøm
fyrrverandi landsstýrismaður og
løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Skuggar fyri krúnuni
í heilsuverkinum