fríggjadagur 10. mai 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hanus vil ikki hava tað sitandi
á sær, at hann mótarbeiðir
einum Fountain House. Hann
vaskar hendur við at siga,
at hann framhaldandi fer at
arbeiða fyri einum Fountain
House, og ynskir at finna eina
loysn saman við andstøðuni.
Hanus er samsekur
Hóast Hanus Samró roynir
at renna undan ábyrgd, so er
hann samsekur í at fella tvey
uppskot, sum vóru til frama
fyri eitt Fountain House.
Tað fyrra uppskotið snúði
seg um fígging, men tað valdi
Hanus Samró at fella. Seinna
uppskotið snúði seg um sig
nalvirði og at leggja trýst á
landsstýriskvinnuna,
men
hetta valdi Hanus Samró eisini
at fella.
Sum Hanus Samró sjálvur
sigur, so hevur hann havt síð
an 2011 at arbeiða fyri einum
Fountain House, sum hann
sigur seg stuðla. Men tá Hanus
Samró nú fekk møguleikan
í 2013, so velir hann at mót
arbeiða Fountain House, so
hansara trúðvirðið er = 0 í
míni verð.
Tvey sjálvmál aftrat
Hanus Samró sigur seg fram
haldandi vilja arbeiða fyri
einum Fountain House, men
fyri at nýta orðið "framhald
andi", so er mann noydd/ur at
hava arbeitt við einhvørjum
frammanundan. Haldi, tað
er ótrúliga arrogant av Han
us Samró at siga, at hann
”framvegis” fer at arbeiða fyri
einum Fountain House, tá
Hanus Samró ongantíð hevur
arbeitt fyri einum Fountain
House. Hinvegin hevur Hanus
Samró
mótarbeitt
einum
Fountain House, men vónandi
fer hann ikki framhaldandi at
mótarbeiða einum Fountain
House.
Sannleikin er, at samgong
an onki hevur gjørt fyri at
fáa eitt Fountain House. Øll
samgongan atkvøddi ímóti
uppskotunum hjá Andstøðuni.
Somuleiðis er Fountain House
ikki nevnt við einum orði í
fíggjarlógini og tey einastu,
sum hava gjørt nakað við
málið er andstøðan.
Men tað steðgar ikki her.
Hanus Samró sigur, at hann vil
arbeiða við at finna eina loysn
saman við andstøðuni. Men
tað er eitt ótrúliga merkiligt
samstarv, sum byggir á at
fella uppskotini hjá sínum
samstarvspartnara. Maðurin
feldi jú bæði uppskotini frá
andstøðuni…
Tá hetta er sagt, og um
Hanus Samró veruliga meinar
nakað við síni orð, so eru vit
altíð til reiðar at samstarva og
finna loysnir saman, heldur
enn at mótarbeiða hvørjum
øðrum.
Lat okkum fáa gongd á
eitt Fountain House skjótast
gjørligt, tí hetta er eitt mál,
sum ikki kann bíða. Fyri at
sitera Elvis: A little less con
versation – a little more
action!
kjak
Hergeir Staksberg
Hanus Samró vaskar
hendur, men…
Við tokutalu og nógvum orðum uttan substansi, so roynir
Hanus Samró at vaskar hendur í samband við, at hann
feldi tvey uppskot um eitt Fountain House
Starvsfólk til Trivnaðar
depilin Eind 8 psykiatri
Talan er um starvsfólk til sambýlið við Heyggjar, ið er
eitt sambýli fyri fólk við ymiskum sálarligum tru
pulleikum í Tórshavn.
Søkt verður eftir:
1 starvsfólki til tíðaravmarkað starv frá 01.07.2013 til
31.07.2014. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.
Á sambýlinum starvast umframt leiðsluna, 1 náms
frøðingur, 2 heilsurøktarar og 1 ergoterapeutur. Arbeitt
verður í dag og kvøldvaktum. Arbeitt verður eisini í
vikuskiftum.
Sambýlið hevur sum endamál at hjálpa, vegleiða og
stuðla búfólkunum til at fáa ein gerandisdag at hanga
soleiðis saman, at møguleiki verður at fáa tilknýti til
arbeiðsmarknaðin og at búgva fyri seg sjálvan við ella
uttan hjálp.
Vit vænta at tú
• er opin fyri nýhugsan
• kann arbeiða sjálvstøðugt
• hevur góð samstarvsevnir
• hevur hug og hegni at arbeiða í einum tvørfakligum
umhvørvi
• hevur evni til at leggja til rættis og raðfesta tað dagliga
arbeiðið
• tú trívist við broytingum og avbjóðingum
• er opin fyri at luttaka á skeiðum, ið kann betra um
fakligu og persónligu førleikarnar
• er sálarliga og likamliga væl fyri
Trivnaðardepilin kann bjóða
Vit bjóða eitt starvsøki, sum er í støðugari menning og
broyting, har alla tíðina verður strembað fram ímóti at
geva eina betri tænastu til borgarar. Vit bjóða eisini eitt
starvsøki við møguleika fyri persónligari og fakligari
menning og samávirkan á gerandisuppgávur
Førleikakrøv
Eina heilsufakliga ella sosiala útbúgving
Løn og setanartreytir
Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Triv nað ar
depilin eind 8. Tann, ið settur verður, má kunna tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað
til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av
varðandi yrkisfelag
Umsókn
Umsókn við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og CV
skal sendast til:
Almannaverkið
Trivnaðardepilin
Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096
110 Tórshavn
Stílað: Umsókn Eind 8
Eisini ber til at senda umsóknina við telduposti til starv@
av.fo og viðmerkja ” Umsókn um starv Eind 8”
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til eindarleiðaran Hermann Mortensen, tlf. 297370.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
24. mai 2013
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Starvslýsing
Trivnaðardepilin
Starvsfólk til
Trivnaðardepilin Eind 9
verkstøð og verkhús
Søkt verður eftir einum starvsfólki til Eind 9, starv
staður verkstaðið á Brekku í Klaksvík
Talan er um
1 starv á 40 tímar um vikuna, dagtímar at seta um
skjótast ella eftir nærri avtalu.
Starvið
Er fyrst og fremst á deildini til fólk við autismu. Arbeiðið
er at virka fyri, at borgarin fær ein skipaðan, mennandi
og fjøllbroyttan gerandisdag.
Førleiki
• Hevur námsfrøðiliga ella líknandi útbúgving
• Tænastusinnaður og setur borgarin í miðdepilin
• Evni at samstarva og náa mál í felag
• Kunnleika um autismu er ein fyrimunur
Vit vænta at
• tú hevur áhuga í at arbeiða eftir ávísum
pedagogiskum leisti, har útgangstøðið verður tikið í
einstaka borgaranum.
• tú er við at leggja námsfrøðiliga og praktiska arbeiðið
á arbeiðsplássinum til rættis
• tú er tolin og dugir at læra frá tær
• tú kann arbeiða sjálvstøðugt, og finna uppgávur, ið
menna borgaran
• tú er handaliga væl fyri
• tú er kropsliga og sálarliga væl fyri
• hevur KT-førleika á byrjunarstøði
Trivnaðardepilin kann bjóða:
Vit bjóða eitt starvsøki, sum er í støðugari menning og
broyting, har alla tíðina verður strembað fram ímóti at
geva eina betri tænastu til borgarar. Vit bjóða eisini eitt
starvsøki við møguleika fyri persónligari og fakligari
menning og samávirkan á gerandisuppgávur
Løn og setanartreytir
Setanarøkið er Almannaverkið og er í løtuni Trivnaðar-
depilin eind 9. Tann, ið settur verður, má kunna tola
broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað
til eisini at fevna um aðrar uppgávur.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og av-
varðandi yrkisfelag
Umsókn:
Umsókn við hjáløgdum próvskjølum, viðmælum og CV
skal sendast til
Almannaverkið
Trivnaðardepilin
Smyrilsvegur 20
Postrúm 3096
110 Tórshavn
Stílað: Umsókn Eind 9
Eisini ber til at senda umsóknina við telduposti til starv@
av.fo og viðmerkja ” Umsókn um starv - Eind 9”
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda
sær til eindarleiðaran Poulinu Johannesen tlf 297630 ella
ella verkætlanarleiðara Anna Sofía Egilstrøð tlf 297033.
Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
24. mai 2013
Smyrilsvegur 20 · Postsmoga 3096 · 110 Tórshavn · Tel 360000
Faks 360001 · av@av.fo · www.av.fo
www.av.fo
Almannaverkið er Føroya Størsta arbeiðspláss við 1.700 starvsfólkum,
sum árliga veita 14.000 borgarum eina tænastu ella eina fíggjarliga
veiting. Almannaverkið umsitur 1,7 mia. árliga
Starvslýsing
Trivnaðardepilin
Advokatvirkið