Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Tá ið vikuskiftið verður av, verður triðingurin av hesum kapp­ingarárinum lokin. Spurning­urin er, um HB leiðslan tá verður uppaftur størri, enn hon er undan viku­skift­inum. KÍ er fimm stig og Víkingur er sjey stig frá topp­lið­num. Hesi bæði lið­ ini hittast í Sarpugerði í kvøld. Søgan hjá Víkingi er stutt, og higartil hevur tað ongan­tíð eydnast teimum myrka bláu úr Klaksvík at vinna á teim­um ljósabláu, tá ið upp­gerðin hevur verið í Sarpu­gerði. 20. mai í fjør vann KÍ 1-0 á útivølli ímóti Víkingi, men tá royndi liðið úr Eystur­kommunu at verja borg í Fuglafirði, meðan tað í Sarpu­gerði varð arbeitt við at leggja nýtt graslíki á. Eftir 3-4 vónbrotið ímóti HB hevur KÍ á heima­vølli fótað sær við sigrum í lands­ kappingini ímóti 07 Vestur og í steypa­kapp­ingini ímóti ÍF. Steypavinnararnir í Víkingi vunnu seg sunnu­dagin við heimasigri á FC Suður­oy í hálv­finaluna í steypa­kapp­ ingini. Í landskappingini hev­ur tað seinastu ferðirnar verið meiri soltð. Tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur úrtøkan verið eitt stig – 2-2 á heima­vølli ímóti 07Vestur. Tølini siga, at tað hevur ikki verið gott á útivølli – 0-3 ímóti HB og so 0-1 ímóti TB. Inntil í fjør hevði KÍ ongan­tíð megnað at fingið bilbukt við teimum ljósabláu í Sarpugerði. Fyrsta ferðin, at tað eydnaðist, var fyri einum ári síðani – 20. Mai í fjør – siga, at víkingarnir hava gott tak á tí, tá ið klaksvíkingar vitja grannarnar hinumegin fjørðin. Víkingur er sjey stig frá Í stuttu søguni hjá Víkingi hevur tað ongantíð eyhdn Úr Klaksvík verður sagt, at allir spælararnir eru tøkir hesa ferð. Í steypadystinum ímóti ÍF sótu Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør á beink­ inum í 80 minuttir, tí teir vóru smáskaddir. Í kvøld vera teir báðir millum teir fyrstu ellivu. Geza Turi hevur verið leik­bannaður tríggjar tær sein­astu ferðirnar. Í kvøld fer hann aftur at verja Víkinga málið. Fyrr í vikuni var ivasamt, um Kaj Leo í Bartals­stovu fór at verða førur fyri at spæla, eftir at hann ímóti FC Suðuroy varð borin av vøllinum. Talan var um lið­bands­skaða, men nú verður sagt úr Gøtu, at Kaj Leo eftir øllum at døma verður á Víkinga liðnum í kvøld. joannes@sosialurin.fo ítróttur fótbóltur effodeildin upptakt Tað er tungt hjá KÍ í Gøtu Í kvøld fara klaksvíkingar at gera enn eina roynd at vinna á útivølli ímóti Víkingi, sum higartil ongantíð er farið av vøllinum í Sarpugerði uttan at hava vunnið úrtøku ímóti KÍ Tað var óvæntað, at vete­ ranurin Egil á Bø síðsta sunnu­dag var í miðverjuni, tá ið EB/Streymur í Gunda­ dali varpaði HB úr steypa­ kappingini. Tá undir­strikaði Egil, at tað – fyri­bils í hvussu so er – ikki skuldi roknast við, at hann fór at vera á besta liðnum. Úr Sundalagnum verður sagt, at Egil hevur ikki vant síðani, og at tað tískil ikki skal roknast við, at hann verður at síggja ímóti B36 sunnu­dagin. Meistararnir hava fing­ið luft undir veingirnar sein­ astu ferðirnar. Eftir 6-0 á heimavølli ímóti AB megnaði EB/Streymur sunnu­dagin á útivølli at varpa favorittarnar í HB úr steypakappingini eftir brots­sparkskapping. Í opnum spæli endaði tað mál­leyst eftir longda leiktíð. Harvið er einki mál farið ígjøgnum hjá René Tórgarð í 210 minuttir. Einki hevur enn verið at sæð til Brian Olsen og Arnbjørn Hansen. B36 hevur ikki tapt tríggjar tær seinastu ferð­ ir­nar. Úrtøkan hevur tó bara verið fimm stig, tí eftir trivaliga 3-0 sigurin í Sør­ vági, hevur talan verið um javn­leikir á heimavølli ímóti AB og ÍF. Í gjár vístu ungu menn­ inir á næstbesta liðnum gott avrik og sannførandi 5-1 sigur á FC Suðuroy. Jákup á Borg er framvegis skaða­plágaður, og Rasmus Dan Sørensen er rættuliga við at spæla seg inn í hitan. joannes@sosialurin.fo Egil verður ikki við ÍF haltar framvegis Hans Fróði ætlar sær úrtøku HB fær sunnudagin vitjan av TB. Heimaliðið er greitt topplið í landskappingini, men sunnudagin kendist tað at vera stórt vónbrot, tá ið tað enn eina ferð ikki eydnaðist at vinna seg fram ímóti finaluni í steypakappingini. – Vit høvdu ikki margi­ nal­irnar við okkum, og vit megnaðu ikki at vinna úrtøku burturúr mál­ møgu­leik­unum, sum vit spældu okkum til ímóti EB/Streymi. Nú er ikki annað at gera enn at savna okkum um lands­kapp­ing­ ina, staðfesti HB venj­arin Oddbjørn Joensen. TB venjarin, Hans Fróði Hansen, fegnast um, at hansara lið seks tær sein­astu ferðirnar er farið av vøllinum við úrtøku. Hann sigur seg bæði vera nøgdan og ikki: – Eg eri sera væl nøgdur við hugburðin og avrikini hjá okkara monnum. Men eg eri ikki nøgdur við støð­una á stigatalvuni. Við eitt sindur av hepni og kynismu áttu vit at havt nøkur fleiri stig, sigur Hans Fróði Hansen. TB venjarin sigur seg arbeiða við at menna vinnara­hugburð í ungu og ágrýtnu monnunum. Tølini siga teimum, at tað er torført at vinna úrtøku ímóti HB í Gundadali. At tað ber til hevur 07 Vestur við málleysum javnleiki fyrr í ár víst bæði TB og øllum øðrum. joannes@sosialurin.fo Fuglfirðingar verða sunnu­dagin vertir í oyggjauppgerð. NSÍ fer til Fuglafirðar, og tað gongur framvegis striltið hjá Alberti Ellefsen at seta besta liðið. Clayton Soares og Bogi Reinert Petersen hava verið at sæð á vøllinum í Fløtugerði í vikuni, men teir hava ikki vant saman við hinum, og tað verður ikki roknað við, at teir verða førir fyri at spæla ímóti NSÍ. Fimm tær seinastu ferðir­nar í landskappingini hevur ÍF ikki megnað at vinna, og hóast avrikið í 2. hálvleiki ímóti KÍ í steypakappingini var gott, so kom einki burtur­ úr í álopsspælinum, og KÍ vann 1-0. Hjá NSÍ er tað upp og niður. Sunnudagin var steypa­sigurin á Skála so sann­før­andi sum 3-0, og í lands­kapp­ingini endaði tað næst­síðsta sunnudag við 4-0 tapi á heimavølli ímóti HB. joannes@sosialurin.fo Hjalgrím Elttør byrjar inni í kvøld Mynd: Álvur Haraldsen Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 HB 8 6 2 0 19 5 +14 20 2 KÍ 8 4 3 1 22 14 +8 15 3 Víkingur 8 4 1 3 11 13 -2 13 4 ÍF 8 3 3 2 16 15 +1 12 5 B36 8 2 5 1 13 7 +6 11 6 NSÍ 8 3 2 3 10 12 -2 11 7 TB 8 2 4 2 9 12 -3 10 8 EB/Streymur 8 2 2 4 14 12 +2 8 9 07 Vestur 8 1 3 4 10 19 -9 6 10 AB 8 0 1 7 6 21 -15 1 Fríggjadag 10. mai: Víkingur - KÍ (19.00) Sunnudag 12. mai: HB - TB (15.00) ÍF - NSÍ (15.00) 07V - AB (15.00) EB/Str. - B36 (15.00) 9. umfar Effo-deildin: