fríggjadagur 10. mai 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 10. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur effodeildin upptakt
ítróttur
Seinasti møguleikin hjá AB
Argjamenn skulu hava trý stig sunnudagin í botnuppgerðini móti 07 Vestur, um teir skulu hava
nakran møguleika fyri at yvirliva. Síðani 2005 hevur onki lið havt bara eitt stig eftir átta umfør,
og onki lið, sum hevur liðið aftast aftaná átta umfør, hevur megnað at klatrað upp á áttinda pláss
Tróndur Arge
Tað verður eitt satt botnbrak,
tá 07 Vestur tekur móti AB
sunnudagin á Dungasandi.
07 Vestur hevur fingið eina
toluliga byrjan upp á kapp
ingarárið við seks stig fyri
átta dystir. Argjamenn hava
hinvegin fingið eina marru
byrjan upp á kappingarárið
og hava bara eitt stig.
Argjamenn skulu skriva
søgu, um teir skulu bjarga
sær í ár. Síðani 2005, tá farið
varð at spæla 27 umfør, hevur
einki lið staðið seg so illa sum
AB hevur í ár. Bara eitt stig er
tað blivið til.
Í fjør hevði FC Suðuroy
tvey stig um sama mundið,
men endaði eisini við at flyta
niður. Hvørt ár síðani 2005
hevur eitt lið havt í mesta
lagið fýra stig, men tað hevur
ongantíð eydnast nøkrum
av teimum at enda á áttinda
plássi, sum í dag skal til fyri
at bjarga sær plássinum í
bestu deildini.
Botnbrak
Dysturin
hevur
stóran
týdning fyri bæði AB og 07
Vestur. Tí er uppgerðin eisini
»Dysturin hesa vikuna« í
Sosialinum. Vit hava heitt á
tveir fyrrverandi spælarar
hjá ávíkavist 07 Vestur og AB,
at meta um liðini.
Bæði 07 Vestur og AB
stríðast fyri at finna ein leist,
sum kann tryggja teimum
eina tilveru í bestu deildini.
07 Vestur kann framvegis
bjarga sær, um teir tapa fyri
AB, men tað ger sjálvandi
uppgávuna verri.
Skuldi AB hinvegin tapt,
so verður ringt at ímynda
sær, at teir klára at bjarga
sær. Tí 07 Vestur kemur upp
á níggju stig, meðan TB hev
ur minst 10 stig. Ganga vit út
frá, at EB/Streymur kemur
seg nøkunlunda, so verður
tað upp til AB at skula yvir
hála bæði 07 Vestur og TB,
sum hava ávíkavist átta og
níggju stig fleiri. Tað verður
torført.
trondur@sosialurin.fo
Styrkir:
Hjá AB liggur styrkir í
spæliskipanini. Teir hava
havt sama venjara í eitt
longri tíðarskeið og spælar
arnir kenna sína uppgávu.
Annars ber illa til at tosa
um styrkir, tá eitt lið bara
hevur fingið eitt stig í átta
dystum. Her skal tó sigast,
at skaðar eiga sín lut í
ringu gongdini.
Veikleikar:
Tað er nógvir óroyndir
spælarar á liðnum. Hetta
kemur aftur av, at fleiri av
teimum royndu eru skadd
ir, og tí eru spælarar á lið
num, sum eru í menning,
men ikki eru klárir til bestu
deildina enn.
Álopsparturin
haltar
eisini. Liðið skjýtir ov fá
mál. Ahmed Keita er ikki
komin í gongd við mál
skjótingini.
Stjørnuspælari:
Tað er Sorin Anghel. Hann
hevur gjøgnum fleiri kapp
ingarár prógvað, at hann
er millum landsins bestu
spælarar. Hann hevur ein
sentralan leiklut á liðnum.
Lyklaspælari:
Her havi eg hug at nevna
tveir. Dion Splidt og Rógva
Poulsen. Dion Splidt sum
tann skapandi spælarin,
ið hevur gott eyga fyri
spælinum, meðan Rógvi
Poulsen er meiri ein av
gerandi spælari. Hann er
eksplosivur, skjýtur mál
og kann sum fáur dribbla
ein mann av.
Jokari:
Eg kundi nevnt Ahmed
Keita og Bjartur Kjærbo.
Ahmed Keita hevur ikki
spælt so nógv í ár, men
kann skjóta mál, meðan
Bjartur Kjærbo er ein
kvikur og ágangandi spæl
ari, sum somuleiðis kann
skjóta mál
Úrsligt:
Eg vænti ein tætt og kanska
ikki so væl spældan dyst.
Dysturin
hevur
stóran
týdning fyri bæði liðini
og eg vænti at tað verður
bara tað eina málið ella
tvey, sum koma at avgera
uppgerðina. Tað er serliga
á miðvøllinum, at stríðið
skal vinnast.
Eg tippi ein 1-0 sigur til
AB.
trondur@sosialurin.fo
Tróndur
Sigurðsson
Fyrrveradi áleypari hjá AB og HB
Styrkir:
Styrkin hjá 07 Vestur er á
miðvøllinum. Við Evrard
Blé, Jovan Panic og Eli F.
Nielsen hevur liðið ein
fjølbroyttan miðvøll. Evrard
Blé hevur evnini at senda
tær longu avleveringarnar,
Jovan Panic er kvikur og
skjótur á bóltinum, meðan
Eli F. Nielsen er sterkur í
nærdystinum – serliga í
luftspælinum.
Liðið
skjýtir
eisini
mál og hevur í Ibrahima
Camara ein málskjútta.
Tá liðið í løtum spælir væl,
so eru teir eisini betri enn
mótstøðuliðið.
Veikleikar:
Óstøðugur.
Teir
kunnu
spæla væl, spæla illa og
spæla heilt illa. 07 Vestur
hevur eisini ringt við at
lukka av, tá nullið skal
haldast. Móti KÍ berjir liðið
seg upp á 2-2, men tapir
5-2. Í hesum løum er tað er
ikki beinleiðis verjan sum
spælir illa, men liðið sum
heild.
Stjørnuspælari:
Tað er Tór-Ingar Akselsen.
Hann verður ansaður væl
av mótstøðuliðnum í ár,
men tað merkir bara, at
hann bindir fleiri spæl
arar og gevur øðrum meiri
pláss. Hann er skjótur og
góð evni at seta mótstøðu
mannin av. Í fjør var hann
toppskjútti, men í ár hevur
hann víst seg sum ein
góðan uppleggjara.
Lyklaspælari:
Jovan Panic er týdningar
mikil fyri liðið. Hann ar
beiður hart og kann føra
bóltin fram. Hann var
besti maður móti TB og
spældi væl móti serliga HB
í Gundadali.
Jokari:
Her restar eitt sindur í hjá
07 Vestur. Teir mangla fólk,
sum teir kunnu seta inn og
venda dystinum. Eg kundi
nevnt Holdar Durhuus,
sum er ein ungur vongur,
sum hevur spælt nógv í ár.
Hann er lættur á beinum,
roynir nógv við bóltinum.
Úrslit:
Eg vænti at dysturin verður
tættur. AB spælir eftir eini
spæliskipan og megnar
07 Vetur at avlesa tað, so
kunnu teir seta seg á dystin
í løtum. Avgerandi stríðið
verður á miðvøllinum. Eg
vóni og vænti, at 07 Vestur
vinnur 2-1.
trondur@sosialurin.fo
Birgir
Joensen
Hjálparvenjari hjá 07 Vestur í fjør,
og fyrrverandi FS Vágar spælari:
Aftast eftir átta umfør:
2012: FC Suðuroy, 2 stig (Endar aftast við 9 stigum)
2011: B71, 3 stig (Endar aftast við 11 stigum)
2010: AB, 3 stig (Endar aftast við 14 stigum)
2009: KÍ, 4 stig (Endar næst aftast við 24 stigum)
2008: B71, 4 stig (Endar næst aftast við 23 stigum)
2007: VB/Sumba, 3 stig (Endar aftast við 11 stigum)
2006: ÍF 3, stig (Endar aftast við 3 stigum)
2005: GÍ 4, stig (Endar næst aftast við 23 stigum)
S
o
s
i
a
l
u
r
i
n
t
i
p
p
a
r
:
1-1
B
i
r
g
i
r
t
i
p
p
a
r
:
2-1
t
r
ó
n
d
u
r
t
i
p
p
a
r
:
0-1
o7v - AB
Botnbrak