fríggjadagur 10. mai 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 53 · 10. mai 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Tónleikari nú, fyrr timburmaður.
Hvat er tað besta
við starvinum?
Eg elski tað eg geri
og geri tað, eg elski.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tá míni kæru hava tað gott.
A ella B-menniskja?
Avgjørt B-menniskja.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Havi lítlan áhuga í ítrotti, men mær dámar væl
at hyggja eftir Formula 1. Tað er spennandi.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum tónleiki.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
Tað eru tvey løg, sum eg haldi, eru serstakliga
góð – tó á hvør sín hátt. Løgini eru »Sultan
of swing« og »Bønin« úr Finnlandiu.
Hvussu eru tínir
matvanar?
Onki skil á og tað
sæst. Tíverri.
Hvør er tín fyrimynd?
Mínir forfedrar eru fyrimyndir.
Hvat gert tú
í frítíðini?
Spæli og geri
tónleik.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Sera væl! Eg ferðist nógv runt og spæli tónleik.
Føroyar eina hásummmarnátt munnu vera tað
nærmasta, tú kemur einum paradísi her á jørð.
Hvør er tín
lívrættur?
Eitt gott stokt
lambstjógv.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Sum heild hyggi eg eftir føroyskum
sendingum og annars Dag og Viku.
Hvør bók liggur á
náttborðinum?
Tað er bókin
»Í Grønlandi við
Kongshavn«. Havi
lisið ta bókina tvær
ferðir. Ein frálík bók!
Kom onkur tvætlandi við
tubbakki nú og royndi at selja
tað, varð tann royndin steðgað í
somu løtu og tubbak forbjóðað
við serlóg við steðgandi virknaði,
áðrenn nakar fekk stundir at
guva seg sjúkan.
Men tá tubbakkið kom, visti
eingin, at tað fer illa við heilsuni
og kann gera av við fólk, eisini
tey, sum ikki brúka tað. Passiv
fólk doyggja eisini.
Um nakar tá yvirhøvur ivaðist
í, um tað var rætt at festa sær í
ella ikki, kom ivin tubbakkinum
til góðar.
Tubbak var ein njóting. Hon
var ikki forboðin tá, njótingin.
Var religión uppfunnin nú,
varð eisini hon forbjóðað, tí hon
er ikki minni skaðilig enn tubbak.
Lívsvandin er størri, tað var hann
eisini tá.
Men alt hetta skaðiliga kom,
tá eingin vildi viðganga, hvør
skaði kundi henda. Og nú er ov
seint.
Tá eg gekk í skúla, var einki
roks um, hvat skúlin kundi fylla í
børnini. Tað kom heldur ikki for
eldrunum við. Tey blivu hvørki
spurd ella hoyrd.
Tað er tí í lagi og ikki ein dag
ov seint, at onkur talar at og
verjir børnini móti vemmiligum
bókum, sum tey ikki tola. Átti eg
børn, loyvdi eg teimum hvørki
at fara í barnagarð ella í skúla, tí
teir byggja á kristið grundarlag.
Tað er neyvan gott fyri børn. Tað
var tað ikki, tá eg gekk í skúla.
Heilatváttur. Lúturin kallaðist
lygn.
Fyri nógvum árum síðani
var øgiligt rok um eina vánaliga
barnabók, Kammerat Jesus
kallaðist hon. Hon var skaðilig,
søgdu tey, sum ikki høvdu lisið
bókina. Tað var ikki neyðugt at
lesa bókina, tey hoyrdu um hana.
Øgiligt rok. Bókin festi sjálv í
bálið, hon skuldi brennast á.
Minnist ikki nú, hví bókin
var so skaðilig fyri barnasálirnar
og barnasinnini. Haldi, tað var
okkurt um, at Jesus í bókini
var ein vanligur, ungur maður
og kommunistur afturat. Tað
var nógv tað ringasta at vera
í Føroyum tá, kommunistur,
áðrenn tey samkyndu fingu
lirkað skápshurðarnar upp.
Eingin ræðist kommunistar
longur. Kommunistar eru givnir
at eta børn. Børn fáast ikki vist
frøðilig.
Bíblian og øll hennara fylgirit
fylla nógv, og barnagarðar og
skúlar hava ikki ráð at keypa
nógvar metrar av hillum, so
øðrum skaðiligum bókum er ikki
pláss fyri har.
Var religión uppfunnin nú,
bleiv hon forboðin, tí verri enn
so øll tola hana. Hon drepur. Tað
skuldi staðið á øllum religiøsum
bókum eins og á sigarettpakk
unum: religión er heilsuskaðilig.
Religión drepur. Ikki øll, sum hon
drepur, hava eitt lív hinu megin
deyðan. Spell hjá teimum. Sjálv
gjørt er ikki altíð vælgjørt, tey
kundu bara trúð.
Var Bíblian ein barnabók,
bleiv hon forboðin. Í hvussu so er
fyri børn undir 18 ár. Tað er hon
ikki. Munurin á henni og einum
hardcore pornofilmi er, at børnini
noyðast ikki at sníkja seg til at
lesa Bíbliuna. Nógv fáa hana, tá
kirkjan lumpar tey aðru ferð. Tá
tey verða fermd, konfirmerað
sum føddir limir í fólkakirkjuni
uttan at verða spurd.
Tað er sum sagt ræðandi at
hugsa um, hvussu nógv hevði
verið forboðið, bleiv tað upp
funnið í dag. Lívið hevði blivið
so keðiligt, at seinna lívið er sum
fýra ólavsøkur afturímóti.
Eitt eiga vit tó øll saman,
deyðan. Henni sleppa vit ikki
undan, hvussu nógv og ágrýtið
vit royna.
Vit kunnu fáa hana at bíða
eina løtu ella báðar tvær. Men
hon er altíð har.
Hon stendur har og bíðar frá
fyrsta degi í dagsins ljósi.
Tað átti at staðið í føðibræv
inum við kolasvørtum í svartari
rammu: hesum kanst tú doyggja
av!
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Holgar Jacobsen
lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg
Hásummarnætur
eru paradís
– Eg ferðist nógv runt í landinum og spæli tónleik.
Føroyar eina hásummmarnátt munnu vera tað
nærmasta, tú kemur einum paradísi her á jørð,
sigur tónleikarin úr Sørvági, Holgar Jacobsen
Svørt
deyðarevsing