fríggjadagur 10. mai 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 53 · 10. mai 2013
8
VIKUSKIFTI
Sniðgeving
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
– Lívið hjá mær er avgjørt ikki vorðið
lættari, men eg havi eitt fantastiskt
frælsi til at gera tað, sum eg brenni
fyri.
Orðini eigur Sissal Kjartansdóttir
Kristiansen, sum í fjør summar fór úr
tryggum og góðum starvi hjá Sendi
stovuni. Hon hevði tikið endaliga av
gerð um, at hon skuldi verða sjálvstøðug
vinnurekandi, og ikki minst er tað egna
klædnamerkið, Shisa Brand, sum fer
avstað við størsta partinum av tíðini. Í
løtuni ger hon eina kaffihettu um dagin
og tvær troyggjur um vikuna, nakrar
taskur liggja í køini, samstundis sum
hon skal royna at halda fast um krea
tivitetin, men hóast næstan óteljandi
arbeiðstímar, so angrar hon ikki eitt
sekund, at hon valdi tryggu tilveruna
frá.
– Ikki tí at eg fái livað so væl av
Shisa Brand einsamalt. Eg havi eisini
aðrar uppgávur av ymsum slag, sum
eg átaki mær. Hetta er neyðugt, um eg
skal forvinna nóg mikið av peningi –
og tað var eisini tankin allatíðina tá eg
valgdi at gerast sjálvstøðug. Men sum
sjálvstøðug hevur tú frælsið til at siga
nei, um tú ikki tímir. Tað havi eg so
ikki sagt til nakra uppgávu enn, men
tað er ein góð kensla at vita, at tú hevur
møguleikan.
– Sjálv havi eg eisini tikið til, at eg
nú haldi meg skilja, hvussu samkynd
hava tað, tá tey spretta. Tað verður ikki
lættari, men eg trúgvi, at tú ert glaðari
við at vera erlig móti tær sjálvari. Í
mínum føri er munurin kanska, at eg
kann spretta innaftur, um tað vísir seg,
at hetta kortini ikki var tað.
Kiksað erma var startskotið
Tað var annars ikki júst eitt starv innan
klædnavinnuna, sum lá í kortunum frá
barnsbeini. Sum við so nógvum øðrum,
so var tað ein av lívsins tilvildum, sum
brádliga gjørdi Sissal varuga við, at
hennara ítriv eisini var nakað, sum
kundi seljast, og sum hon kanska kundi
liva av.
– Eg havi ikki nakra útbúgving inn
an vinnuna, men tað at skapa og hand
verkið sjálvt hevur altíð havt mín stóra
áhuga. Og so liggur tað í familjuni.
– Eitt nú havi eg altíð bundið nógv,
og ta einu ferðina hevði eg bundið eina
ov stóra ermu til eina skipstroyggju. Eg
tímdi ikki at rekja hana uppaftur, so tá
eg hevði bundið ermar av nýggjum,
var framvegis ein ov nógv.
– Eitt, sum ofta hevði forargað meg,
var, at termohetturnar til stempul
kannur vóru so vánaligar, at kaffi kóln
aði alt ov skjótt. Og so kom hugskotið
um at seymað stóru ermuna til eina
kaffihettu. Tað var nakað, sum fleiri
løgdu merki til, og hetta gjørdist so
byrjanin til tað, sum eg nú brúki stóran
partin av tíðini uppá, sigur Sissal.
Tí hetta vant skjótt uppá seg. Taskur,
húgvur, troyggjur og ryggsekkir vóru
millum tað, sum Sissal tókst við. Í
2008 fekk Shisa Brand eisini sín egna
Facebook-profil, har tey vitjandi kundu
síggja nýggjar vørur frá skapandi
hondunum hjá Sissal.
– Aloftast hevur processin verið
tann, at eg havi skapt nakað út frá mín
um egna tørvi. Viðvíkjandi klæðum er
tað so, at eg passi ikki øll vanlig klæði,
og tí havi eg í fleiri førum skapt míni
egnu klæði. Og verðu tað væl mót
tikið, so royni eg at arbeiða víðari við
hugskotinum. Tí kemur tað meira enn
so fyri, at mínir egnu lutir eru hálv
kiksaðir, tí teir innihalda øll mistøkini,
sum verða gjørd í fyrstu framleiðsluni.
Tillagingarnar og víðari menningin
kemur so í næsta stigi, og tá eri eg ofta
munandi betur nøgd um úrslitið.
– Og so er
tað fantastiska
gevandi, um
eg brádliga
síggi onkran
heilt fremm
andan nýta
Í eini kjallaraíbúð í Gundadali situr sjálvlærdi sniðgevin handan
Shisa Brand og stríðist við framleiðslum sínum. Enn er hetta als ikki
nakað, sum Sissal Kj. Kristiansen kann liva av, men frælsið í egnari
fyritøku og tilvitskan um at arbeiða 100% eftir egnari sannføring eru
drívmegirnar, sum skapa ein nýggjan sprota innan føroyska sniðgeving
skapar
føroyskan
móta
Shisa
Tað var ein av lívsins tilvildum, sum gjørdi, at Sissal
Kj. Kristiansen nú marknaðarførir sínar vørur undir
heitinum, Shisa Brand.
Orsøkin til hetta skal finnast í Japan, har Sissal
var AFS-næmingur eitt skúlaár.
– Hjá teimum var mest sum ógjørligt at siga
Sissal, og tí varð eg bara rópt Shisa. Hetta hevur so
bara hingið við, og eitt nú brúkti eg eisini heitið, tá
undir lesnaðinum í Danmark hevði onkrar uppgávur
at gera.
– Tá eg so byrjaði at selja mínar vørur, var ikki
annað enn náttúrligt, at aftur brúkti heitið. Tá var
tað so bara Shisa. Men Niels Arge Galán, sum eg
starvaðist við á Sendistovuni hjálpti mær at gera
búmerki, og hann fann so eisini uppá, at vit skuldu
skoyta »Brand« upp í navnið. At tað so eisini skapar
eitt orðaspæl upp ímóti »She’s a brand« ger tað
heldur ikki verri, sigur Sissal.
Dugdu ikki at siga Sissal