Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 10. mai 2013 9 VIKUSKIFTI myndir: álvur haraldsen mínar vørur. Millum ár og dag havi eg gjørt ymiskt, sum vin­konur og onnur, ið eg kenni, hava keypt. Men tað gevur veruliga eitt kick, um eg brádliga síggi onkran púrasta fremmandan ganga við onkrum av tí, sum eg havi gjørt. – Skal eg sjálv tosa um, at nakað hev­ur eyðkent mítt handverk, so er tað, at eg eri trúføst móti mær sjálvari. Mær dámar væl at binda – serliga við Sirri- tógvi, mær dámar væl leður og nittur, og so dámar mær væl tankan um endur­ nýtslu. Hetta seinasta er heldur trupult at fáa nakra framleiðslu úr, tá rávøran ikki altíð fæst, men í aðrar mátar haldi eg, at mínar vørur hava síni egnu eyð­ kenni. Eitt nú nummarplátutaskan, sum eg eri nóg so errin av. Avritan er stuldur Nakað annað er, at Sissal tilvitað eisini roynir at skapa sítt egna. – Fyrst og fremst, so orki eg ikki fyri, tá kopiering verður framd. Coco Chanel hevur altíð rætt, og hon skal hava sagt, at um tú ikki verður kopierað í hesi branchuni, so hevur tú eitt problem. Men samstundis er hetta í mongum føri beinleiðis stuldur, tí hetta er jú at stjala tað, sum onnur hava skapt. At fáa íblástur er gott, at avrita er stuldur. Sjálv­andi kunnu fólk siga, at stjørnu- troyggj­an ikki er serliga trupul at binda, og tað kunnu tey væl hava rætt í. Men at skapa tað einfalda er so sanniliga trupult, og tað er ein vanvirðing av snið­gev­unum, um tú heldur, at tú bara utt­an víðari kann avrita hugskotið. – Og har haldi eg, at vit føroyingar hava nakað at læra. Hyggur tú at svensku tónleikavinnuni, so er hon ein fan­tastisk succés-søga, júst tí allir aktør­arnir hava trýst hvønn annan til at gerast betri og betri. Har er tað sum at tey hava ment hvønn annan í felag – ikki við at kopiera, men við at skapa eitt uppbyggjandi umhvørvi, har hvør hevur sítt men standardurin veksur av umhvørvinum. Kundu vit fingið nakað av tí sama her heima, so kundi hand­ verks­vinnan ment seg til eina týðandi vinnu, sum eisini ferðandi vildu brúkt nógvan pening uppá. Stórar vónir um seyðatroyggju Nýggjasta kreatiónin hjá Sissal er so­ nevnda seyðatroyggjan, sum eisini sæst her á síðuni. Enn er Shisa Brand ikki nakað, sum Sissal fær livað av, og sjálv ivast hon í, um tað nakran tíð verður so, at hetta einsamalt verður fíggjarliga gev­andi hjá sær. Men fyri tað er spenn­ ing­urin stórur um troyggjuna, sum nú kann fáast til keyps. – Partvíst er hetta fyrsta ferðin, at eg veruliga standi fyri eini framleiðslu. Hetta á tann hátt, at eg nú havi fingið nakrar bindikonur at hjálpa mær. Áður havi eg altíð staðið fyri allari framleiðslu sjálv, men tað er avmarkað, hvussu nógv eg nái at framleiða einsamøll. Sam­stundis ræður um hjá mær, at fleiri av hesum troyggjunum koma út við mínum merki á beinanvegin. Eg má ognar­taka mítt egna snið við at tryggja at fólk seta troyggjurnar í samband við Shisa Brand – og keypa hana frá Shisa Brand – heldur enn at tey brádliga fara at binda tær sjálvar. – Eftir er so bara at vita, um hetta kann verða mín stjørnu-troyggja ella mítt turriklæði, skilt á tann hátt, um hetta kann verða vøran, sum ger Shisa til eitt veruligt brand. – Eg haldi sjálv, at mær væntar út­búgving innan yrki. Eg kenni ofta á mær, at mær tørvar nøkur amboð í processini, sum tað er at skapa eitt klædna­plagg. Og so er tað hetta hárfína markið. Tað er beint kring hetta, at tú rakar tað geniala, sum kann verða ein stór succés. Og tað kann verða trupult at raka so nær markinum uttan at detta yvir í tað gimmuta. Tekur tú aftur stjørnu­troyggjuna, so er hon ótrúliga ein­føld, men júst hetta er so framúr­ skar­andi við henni. Og onkursvegna skal eg raka nakað av tí sama, um nakað so gimmut sum ein seyður skal blíva til eina feita troyggju, sigur Sissal Kj. Kristiansen. Seyðatroyggjan hjá Sissal er komin á marknaðin. Umframt at hava bindikonur knýttar at framleiðsluni, bindur Sissal eisini tvær troyggjur um vikuna sjálv Nakað av tí, sum Sissal hevur sniðgivið. Hugurin til endurnýtslu sæst aftur í nummarplátutaskuni