Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 10. mai 2013 10 VIKUSKIFTI Flestu næmingar halda tað gongur væl í skúlanum, og teimum dámar væl at læra. Eisini halda tey at undirvísingin í skúlanum er góð. Tað sum tey ikki eru heilt sannførd um er, um tað er stuttligt at ganga í skúla. Rættiliga avgjørd eru tey tá tey verða spurd um skúlating eru spenn­andi – tað eru tey ikki! Hetta eru úrslit úr kanning, har allir næmingarnir í 8. og 9. flokki í før­oyska fólkaskúlanum vórðu spurdir útvið 200 spurningar um undir­vísingar­ hættir, hugburð til og nøgd­semi við skúlagongdina. Sum heild eru næm­ ingarnir væl nøgdir, og taka skúlan í álvara. Siðbundin undirvísing Kanningin vísir, at næmingar í 8. og 9. flokki í stóran mun halda, at týdningar­ mestu fakini eru tey, sum tey hava havt flestu tímar í. Náttúruvísindalig fak, so sum støddfrøði, lívfrøði, landafrøði og alis-/evnafrøði, verða tó mett at vera týdningarmiklari enn skapandi læru­ greinar, so sum myndlist, leiklist, hand­ arbeiði og smíð. Sostatt leggja næmingarnir størst áherðslu á tey fak, sum tey kenna best, og tey fak, sum eru partur av PISA- kanningini og í landsroyndunum. Hava tey ikki valt onkra skapandi lærugrein, kenna tey hana helst illa, tí kravdu tímar­nir í skapandi lærugreinunum eru fáir. Haraftrat siga allarflestu næm­ ingar­nir, at mennandi spøl, drama, sangur og rørsluspøl koma sera sjáldan ella ongantíð fyri í vanligu undir­vísing­ ini í teirra skúla. Ístaðin er mest vanligi undirvísingarhátturin talvuundirvísing, umframt arbeiði við uppgávubókum og lærubókum. Viðgerðin av svarunum vísir, at tað er samband millum tað at dáma at læra, og at halda at tað er stuttligt at ganga í skúla. Hetta samband var væntað, men tað sum kanska er eitt sindur óvæntað er, at tað er so stórur munur á svar­ unum frá næmingunum sum ganga á størri skúlum, t.v.s. við fleiri enn 350 næm­ing­um, og so teimum smærru skúl­unum. Stórir skúlar ofta – men ikki altíð – best At størru næmingarnir trívast betri í størru skúlunum er ikki eitt serføroyskt fyri­brigdi, og aðrastaðni hava tey funn­ ið fram til, at frágreiðingin til henda mun er ikki, at lærararnir á smærru skúl­unum ikki duga líka væl sum lær­ arar­nir á størru skúlunum, men at teir eru færri. Tí er størri møguleiki fyri at fleiri teirra undirvísa í evnum og fak­ um, sum teir ikki eru útbúnir í ella hava serligan áhuga fyri, og hesin vantandi áhugi kann ávirka hugburðin hjá børn­ unum. Í størru skúlunum er talið av lærarum størri, og tí ber betur til at leggja tímarnar soleiðis til rættis, at tey í størri mun undirvísa í tí sum tey duga best, og hava størst áhuga fyri. Eisini hava tey funnið aðrastaðni, at lærarar­ nir støðast verri á smáu skúlunum, sum har­við hava ein størri part av óroyndum lærarum. Um hetta eisini er støðan í Føroyum er ikki kannað. Tað er tó ikki altíð at stóru skúlarnir eru betri. Handaligu fakini tykjast verða mett bæði týdningarmeiri og stutt­ligari á smærru skúlunum, og samstundis eru næmingarnir nøgdari við ser­stov­urnar á smærru skúlunum. Hetta er eisini í góðum samsvari við tað, sum Anne Bamford legði fram á evnis­degi í Norður­landahúsinum í januar, har hon legði dent á, at handa­ ligu og skapandi fakini høvdu tað betri í smærru skúlunum, og at hesir skúlarnir eis­ini dugdu nógv betri at brúka krea­ tivar loysnir fyri at fáa tað at bera til at hava fleiri skapandi lærugreinar í senn, hóast sera trongar umstøður. Gjørt skal verða vart við, at talan er um hagtøl, og tí ber ikki einvíst til at siga, at allir smáir skúlar eru verri enn størru skúlarnir. Tvørturímóti, so eru eis­ini onkrir smáir skúlar sum hava næm­ingar sum dáma sera væl. Allir føroyskir skúlar eru smáir Skúlastødd er eitt nógv umrøtt evni, og trupult er at finna einvísar niðurstøður um, hvat er hóskandi stødd. Kanningar aðrastaðni vísa, at ser­liga yngru flokkarnir hava gagn av at ganga í smáum skúlum, meðan tað er ein fyri­ munur hjá eldri næmingum at ganga í eitt sindur størri eindum. Hetta er serliga fyri at kunna røkka øllum teimum Kanning við 8. og 9. floks næmingum vísir, at næmingarnir í størru skúlunum eru nøgdari við skúlaviðurskiftini enn næmingarnir í smærru skúlunum til størri næmingar! VITAN & vísindi Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum, skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri Føroya um evni, tey granska. Erla Olsen PhD í lívfrøði. Námslektari á Námsvísindadeildini Størri skúlar 0 10 20 30 40 50 60 70 80 Prosent Mær dámar væl at læra Stuttligt at ganga í skúla Skúlating eru spennandi Undirvísingin er góð Gongur væl í skúlanum “Hvussu samd ella ósamd ert tú við hesi útsøgn?” Næmingar í prosentum sum svara “sera samd” ella “samd” Smærri skúlar Størri skúlar 0 10 20 30 40 50 60 70 80 Prosent Søga og samtíð Handarbeiði/smíð Heimkunnleiki Smærri skúlar Størri skúlar “Hvussu stóran ella lítlan týdning heldur tú hesar lærugreinar hava?” Næmingar í prosentum sum svara “sera stóran” ella “stóran” Sum heild er hugburðurin til skúlan betri á størru skúlunum Á smærru skúlunum halda tey at handaligar læru­ greinar so sum handarbeiði/smíð og heimkunnleiki hava størri týdning enn tey halda á størru skúlunum