Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-10, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 10. mai 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 53 · 10. mai 2013 11 VIKUSKIFTI Úr fólkaskúlanum fara tey flestu víðari antin til yrkismiðnám ella til gymnasialt miðnám. Eftir tí sum kanningin av 8. og 9. floks næmingum vísir, so er tað ein fyrimunur at savna næmingarnar í størri eindir, soleiðis sum ætlanin er at gera við Marknagilsdeplinum valmøguleikum, sum námsætlanin gevur – í smærru skúlunum er ikki sama útboð av valfakum. Gjørdar eru nógvar kanningar um hóskandi skúlastødd, bæði í mun til læru­úrtøku og í mun til hvat fæst burtur­ úr fyri pengarnar. Niðurstøðan er, at sum heild eru smærri skúlar betri, men »smærri« nýtist ikki at merkja »heilt smáir«. Skúlar við smáu børnunum skulu tó helst ikki vera størri enn 300- 500 næmingar og í framhaldsdeild einir 600-1000 næmingar . Um møguleiki skal vera at bjóða út hóskandi tal av valfakum, so er ein skúlaeind við umleið 500-600 næming­ um hóskandi. Einans Eysturskúlin hevur fleiri enn 500 næmingar, og stóra næmingatalið kemur av, at allir 10. floks næmingar í Tórs­havnar kommunu eru savnaðir har. NámX bjóðar út nógvar breytir um­ framt vanligu valfakini til 10. flokk. Fleiri valfak á størri skúlum Eisini í Føroyum hava smærru skúlarnir færri valfak á tímatalvuni enn teir størru skúlarnir. Í miðal hava skúlar við færri enn 275 næmingum 4 valfak, með­an skúlar við 275-400 næmingar hava góð 5 valfak, og skúlar við fleiri enn 400 næmingum hava í miðal 6 val­ fak. Sostatt samsvarar hetta væl við útsøgn­ina um at støddin á skúlanum avger hvussu nógv valfak koma á tíma­ talv­una. Tað sær tó ikki út sum um tað er talið av valfakum í sjálvum sær, sum er altavgerandi fyri, hvussu væl næming­ ar­nir halda tað gongur, ella hvussu væl teimum dámar at ganga í skúla. Heldur er tað eitt samspæl millum nógvar ymsar tættir. Hetta hevur ein granskingarhópur á Námsvísindadeildini sett sær fyri at kanna. Higartil eru næmingarnir í 8. og 9. flokki spurdir, og komandi vikurnar fara for­eldrini og lærararnir at fáa spurna­bløð. 0 10 20 30 40 50 60 70 80 Prosent Lívfrøði Danskt Føroyskt Heimkunnleiki Kristni Smærri skúlar Størri skúlar “Hvussu stuttligar ella keðiligar heldur tú hesar lærugreinar vera?” Næmingar í prosentum sum svara “ordiliga stuttlig” ella “stuttlig” Bókligu lærugreinarnar eru stuttligari á størru skúlunum, meðan heimkunnleiki er stuttligari á smærru skúlunum Topp-5 listi ▲ Enskt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 93,2% ▲ Støddfrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 92,9% ▲ Føroyskt . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 84,4% ▲ Alis-evnafrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 74,6% ▲ Lívfrøði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 72,4% Botn-5 listi ▼ Leiklist . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 13,8% ▼ Myndlist . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 16,7% ▼ Fiskivinna . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 19,6% ▼ Handarbeiði . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 20,4% ▼ Tónleikur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 24,3% Top-5 listi yvir hvussu nógv prosent av næmingunum halda ymsu fakini hava týdning. Av talvuni sæst, at teir allar flestu næmingarnir halda at enskt og støddfrøði hava stóran týdning, og føroyskt sleppur eisini uppí part. Føroyskt og støddfrøði eru tær lærugreinar, sum hava flest tímar í fólkaskúlanum, harnæst koma danskt og enskt Botn-5 listi yvir hvussu nógv prosent av næmingunum halda ymsu fakini hava týdning. Av talvuni sæst, at næmingarnir í 8. og 9. flokki síggja ikki týdningin av hvørki kreativu lærugreinunum ella fiskivinnu Marknagilsdepilin