mánadagur 13. mai 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Randi Jacobsen
Eins og í grannalondunum
er sølan av heilivági móti
tunglyndi vaksin nógv sein
astu árini. Tað er heilivág
urin, sum gongur undir
misvísandi navninum eydnu
bollar. Faknavnið er anti
depressiva.
Í 2005 seldu apotekini
í Føroyum antidepressiva
til 36,5 fyri hvørji 1000 fólk.
Nýtslan var sostatt 17.500 ta
blettir um dagin.
Í 2011 var nýtslan komin
upp á 58,7 fyri hvørji 1000
fólk. Yvir 28.000 tablettir
vórðu sostatt brúktar um
dagin.
Hagtølini siga, at nýtslan
veksur við árunum, men nøk
ur børn undir 14 ár fáa eisini
hendan heilivágin. Í 2006 var
loyvi givið til, at børn niður
í átta ára aldur kundu fáa
heilivágin.
Í øllum aldursbólkum fáa
væl fleiri kvinnur enn menn
antidepressiva.
Summi taka bara heili
vágin í eitt styttri tíðarskeið,
onnur taka hann í áravís.
Opinleiki um tunglyndi
– Tað er ikki bara ein orsøk
til øktu nýtsluna, sigur Tor
móður Stórá, leiðari á Psyki
atriska deplinum á Lands
sjúkrahúsinum.
Fyrst og fremst vísir hann
á, at fólk nú tora betur at siga,
at tey líða av tunglyndi. Trupu
lleikin verður ikki so nógv
krógvaður burtur sum áður.
Av tí sama leita fleiri fólk
sær til lækna at biðja um
hjálp fyri tunglyndi. Lækn
arnir duga eisini betur nú
á síggja, at ein sjúklingur er
tunglyntur, og haraftrat er
vorðið lættari at seta fólk í
viðgerð.
– Tað merkir, at fleiri fólk
verða sett í viðgerð fyrr, sigur
Tormóður Stórá.
Fáa frá kommunu
lækna
Tey allarflestu fáa reseptina
til heilivágin frá kommunu
lækna sínum. Tað eru bara
tey sjúkastu fólkini, sum
koma á Psykiatriska depilin
og fáa heilivágin har. Hesi
fólk eru rættiliga illa fyri, vilja
ikki eta, eru sjálvmorðshótt,
skaða seg sjálvi og hava sum
einasta ynski at sleppa burt
ur hiðani.
Fyri hesi fólkini hevur
heilivágur gjørt sera væl,
sigur Tormóður Stórá.
Heilivágurin hevur gjørt,
at nógv færri elektrosjokk
verða givin.
Summi fólk líða bæði av
tunglyndi og ótta, eitt nú
panikk-ótta, og áður fingu
tey sum viðgerð stesolid ella
annan vanaskapandi heili
vág. Nú fáa hesi eisini viðgerð
við antidepressiva.
Kvinnur fara
fyrr til lækna
Hagtølini vísa, at næstan
tvær ferðir so nógvar kvinn
ur sum menn brúka anti
depressiva.
– Tað er ikki so løgið, tí
kvinnur hava lættari við at
fara til lækna enn menn,
hvat enn bagir. Menninir
hava eisini verri við at tora
at viðganga, at teir líða av
tunglyndi, sigur Tormóður
Stórá.
Tað vísir seg eisini, at í
mongum førum eru menn
ov seinir við at fara til lækna,
eitt nú tá ið teir hava fingið
krabbamein.
Ein kanning í Gotlandi
vísir, at nógvir miðaldrandi
menn við tunglyndi heldur
fara at drekka enn at leita
sær læknahjálp.
Brúkið hjá teimum gomlu
er størst, og tað kemur av, at
tey, sum búgva í eldraheimi,
eru tættari upp at lækna.
– Men tað kann vera trup–
ult at skilja millum demens
og tunglyndi, sigur Tormóður
Stórá.
Nógv hjáárin
Tað er ikki óvanligt, at fólk,
sum eta hendan heilivágin,
uppliva ymisk hjáárin. Mest
vanliga hjáárinið er, at tey
missa hugin til at hava nakað
kynslív. Summi hava vaml,
fáa leyst lív, hava ófrið á sær,
sveitta illa, fitna ella missa
svøvnin.
– Tá kann tað ofta hjálpa
at leggja um til eitt annað
merki av heilivágnum, sigur
Tormóður Stórá.
Ikki er ókent, at avvarð
andi gremja seg um, at per
sónurin, sum tekur anti
depressiva, broytist. Eingin
gleði og eingin sorg. Tey
verða altíð líka.
– Endamálið er at fáa fólk
við tunglyndi í betri javnvág,
men sveiggið upp og niður er
ymist frá fólki til fólk.
Heilivágurin einsa
mallur dugir ikki
Tey, sum seta spurnartekn
við antidepressiva-heilivágin,
halda tað ikki vera rætt, at
fólk bara taka hendan heili
vágin og ikki fáa samtalu
terapi.
– Tað hevði verið betri,
tí sjáldan hjálpir bara heili
vágur. Eitt nú hjálpir motión
væl, og ljós er gott móti
vetrartunglyndi, sigur Tor
móður Stórá.
Hann sigur, at tey hava
roynt at gjørt bólkar fyri fólk
við tunglyndi, men tað er ikki
so lætt, tí nógv fólk hava ilt
við at tosa um sítt tunglyndi.
Men samtalur kunnu ofta
hjálpa fólki so tey sleppa
úr tunglyndinum fyri allar
tíðir.
Fleiri og fleiri fáa heili
vág móti tunglyndi
Fólk tosa meira opið nú um tunglyndi, og læknarnir duga betur at síggja, at fólk líða av tunglyndi.
Hetta eru orsøkir til, at sølan av heilivágnum antidepressiva er vaksin ovurhonds nógv, sigur
Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum
Tormóður Stórá, yvirlækni