mánadagur 13. mai 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað fær álvarsligar avleið
ingar fyri SEV, at teir ikki
sleppa at seta ætlaðu vind
myllurnar upp í Húsahaga í
summar.
– Vit hava longu mist
møguleikan at seta vind
myllurnar upp í Húsahaga í
summar, og tað merkir mun
andi øktar útreiðslur í mun
til løgdu fíggjarætlanina,
sigur Hákun Djurhuus, stjóri
í SEV.
Talan var um 13 vindmyllur
á 900 kilowatt, sum ætlandi
skuldu spara SEV umleið 27
milliónir í oljuútreiðslum.
– Soleiðis sum eg skilji
tað, skal vinnukærunevndin
hava ein fund seinast í hes
um mánaðinum, og har skal
so ein niðurstøða gerast.
Seinast vit vóru í vinnu
kærunevndini, sluppu vit við
til fundin, men um nevndin
arbeiðir á sama hátt sum
seinast, veit eg ikki, sigur
Hákun Djurhuus.
Hvussu SEV síðani ar
beiðir, valdast um, hvør nið
urstøðan hjá Vinnukæru
nevndini verður.
– Vit skriva ongan sátt
mála so leingi vit ikki vita,
hvørja niðurstøðu Vinnu
kærunevndin kemur til, sigur
Hákun Durhuus.
Hoyringsfreistin var úti
3. mai, og Hákun Djurhuus
roknar við, at nevndin nú
arbeiðir við teimum viðmerk
ingum, sum hon hevur fing
ið.
– Seinast fall ein avgerð
stutt eftir, at nevndin hevði
sín samlandi fund, so eg
rokni ikki við, at tað fer at
gerast so drúgt at bíða eftir
niðurstøðuni, tá nevndin
hevur havt sín fund seinast
i hesum mánaðinum, sigur
Hákun Djurhuus.
Ongar vindmyllur í summar
Hóast hoyringsfreistin til kæruna hjá Vindrøkt nú er farin staðfestir stjórin í SEV,
Hákun Djurhuus, at ongar vindmyllur verða settar upp í Húsahaga í summar
Leo Poulsen
– Út frá pilotmálunum hava
øll, sum vóru á Utøya undir
terrorálopinum havva rætt
til endurgjald fyri harðskap,
men tað er trupult at siga
nakað um orsøkina til, at
hesi ikki hava søkt. Tað er
møguligt, at summi ikki
ysnkja at søkja, sigur tals
maðurin a Skrivstovuni fyri
harðskapsendurgjaldi (KFV),
Ivar André Holm.
Tað skrivar norska blaðið,
VG.
Tá hópdrápsmaðurin, And
ers Behring Breivik byrjaði
sína drápsferð á Utøya 22.
juli 2011, vóru tilsamans 535
børn, ungdómar og vaksin á
summarleguni hjá AUF. 69
vórðu dripin.
Eftir sótu 466 offur, sum
øll hava krav upp á minst
300.000 krónur í endurgjaldi
út frá skaðaumfanginum,
sambært KFV skrivstovuni.
– Normurin í pilotmálun
um eftir terrorálopið sigur,
at endurgjaldið skal byrja
á hesi upphædd, sigur Ivar
André Holm.
Higartil hava millum 50
og 60 offur ikki sent nakra
umsókn inn, hóast tey hava
krav upp á minst 15 milliónir
krónur tilsamans.
– Í fleiri málum halda fólk
seg aftur, orsakað av tøttum
tilknýti við gerningsmannin,
men tað er tað ikki í hesum
førinum. Tað er stórur munur
á, um samanborið verður við
meldað harðskapsmál og
talið á umsóknum um end
urgjald, sigur Ivar André
Holm.
Útgoldið 225 mió
Sambært upplýsingunum hjá
VG eru tað eisini fleiri, sum
vóru nærhendis spreingingini
av stjórnarbygninginum í
Oslo, sum heldur ikki hava
søkt um endurgjald.
Kravið um endurgjald
hevur eina fyrningarfreist
upp á trý ár frá hendingin
fór fram. Tað merkir, at tey
umleið 60 frá Utøya terror
inum, ið ikki hava søkt, mugu
gera tað innan juli næsta ár.
– Offur, sum vóru undir
kriminella
lágaldurin,
tá
hendingin fór frm, kunnu
bíða, til tey eru myndug,
og hava so trý ár at søkja
í, undirstrikar Ivar André
Holm.
Hjásitara
advokaturin,
Christian Lundin, sum leiddi
sonevnda pilotmálsbólkin í
terrormálinum, undrst á, at
tað eru so mong, sum ikki
hava søkt um endurgjald.
– Tað er skakandi, at
hjásitara advokatarnir ikki
hava fylgt upp á einum av
teirra høvuðsuppgáum, sigur
Christian Lundin.
Higartil hevur KFV við
gjørt útvið 990 umsóknir
um harðskaps endurgjald frá
ofrum frá stjórnarbygning
unum og Utøya og útgoldið
tilsamans 225 milliónir krón
ur, skrivar VG.
Yvir 50 Utøya offur hava
ikki søkt endurgjald
Eitt ár og níggju mánaðir eftir terrorálopið á Utøya
hava millum 50 og 60 ung frá AUF summarleguni
framvegis ikki søkt um endurgjald fyri harðskap
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at møguleikin fyri at seta vindmyllurnar upp í summar, er longu mistur