mánadagur 13. mai 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Ein tann størsti føroyski
bólkurin á Facebook bleiv
fríggjadagin á midnátt nið
urlagdur. Talan er um bólkin
Hví Happa, sum var liður í
eini verkætlanaruppgávu hjá
trimum næmingum í Eystur
skúlanum í Havn. Á síðuni
hjá bólkinum, sum hevði
næstan 9000 limir, skrivaðu
fleiri føroyingar sína søgu
um happing, og bólkurin
tyktist at vera rættiliga væl
umtóktur.
– Hetta bleiv nógv størri
og
álvarsamari,
enn
eg
helt, tað fór at verða. Og tá
fólk byrjaðu at leggja meg
undir bæði líkt og ólíkt, tá
hevði eg ikki hug til at hava
ábyrgd yvir bólkinum meir,
sigur Laila Neshamar, sum
upplivdi at vaksin fólk settu
seg í samband við seg og
klagaðu um bólkin. Nøkur
hóttu enntá við at klaga til
løgregluna.
Vildu vísa filmin
Tað byrjaði við eini verk
ætlan um happing, sum
Laila Neshamar saman við
Carolinu Hansen og Marius
Ihlen Garðshorn arbeiddu
við. Í sambandi við verkætl
anina gjørdu tey ein film um
happing.
– Bólkurin bleiv stovnaður,
soleiðis at familja, vinir og
onnur kundu síggja filmin
um happing, sum vit høvdu
gjørt, greiðir Laila Neshamar
frá og heldur fram:
– Tað var rættiliga stuttligt
í byrjanini, tí fólk byrjaðu at
deila filmin á Facebook, og
vit vóru glað fyri, at nógv
fólk sóu filmin, og at vit á
henda hátt varpaðu ljós á
trupulleikan við happing,
fortelur Laila Neshamar.
Fyri hvønn dag komu
fleiri limir upp í bólkin, og
nógv vóru rættiliga aktiv á
síðuni hjá bólkinum.
– Fólk byrjaðu at skriva á
síðuna, har tey millum annað
greiddu frá, at tey vóru
blivin happað, hvussu tey
høvdu upplivað happingina,
og hvussu tey høvdu tað
í dag. Tað hildu vit bara
vera positivt, tí tað vísti, at
bólkurin bleiv brúktur, og at
tað óivað er brúk fyri einum
staði, har fólk kunnu siga
frá sínum upplivingum við
happing, sigur Laila Nes
hamar, sum seinastu tíðina
kendi seg noydda at halda
eyga við bólkinum bæði nátt
og dag.
– Tað var alla tíðina onkur,
sum skrivaði á síðuna, kom
við viðmerkingum ella sendi
persónlig boð. Nógv skrivaðu
eisini, at tey vóru glað fyri, at
hesin bólkurin var stovnaður
og settu ymsar spurningar
um verkætlanina. Og tað
hildu vit sjálvandi var stutt
ligt.
Fekk hóttanir
Men eftir stuttari tíð bleiv tað
ikki so stuttligt meir. Fleiri
fólk settu seg persónligt í
samband við Lailu Neshamar
og eisini við okkurt av for
eldrunum hjá teimum trim
um, sum arbeiddu við verk
ætlanini.
– Fólk, sum eg als ikki
kenni, skrivaðu og ringdu
og klagaðu um bólkin. Tey
løgdu okkum undir at vera
respektleys og komu við
hóttanum, um vit ikki niður
løgdu bólkin, tá tordi eg ikki
at standa fyri hesum bólkin
um longur, fortelur Laila Nes
hamar, sum var administra
tor fyri bólkinum, og tað var
sostatt hon, sum stýrdi øllum
tí, sum fór fram á síðuni hjá
bólkinum.
– Tey søgdu, at eg var við
til at heingja fólk út, av tí at
eg loyvdi limum í bólkinum
at skriva ljótt um onnur. Men
tað var als ikki endamálið við
síðuni, og eg havi á ongan
hátt viljað hongt nakran út á
síðuni, sigur Laila Neshamar,
sum segði foreldrunum frá,
tá trýstið bleiv ov stórt.
– Mamma spurdi meg um
bólkin, og so segði eg henni,
at nú vóru fólk byrjað at seta
seg í samband við meg og
leggja meg undir bæði eitt
og annað. Tá var tað eisini
blivið ov nógv av tí góða,
og eg hevði ikki hug at vera
partur av hesum.
Vildi hildið fram
Umframt at fólk komu við
atfinningum til bólkin og
løgdu tey trý ungu undir at
heingja onnur út, er eisini
ein onnur orsøk til, at Leila
Neshamar nú hevur valt at
niðurleggja bólkin.
– Eg byrjaði at blíva bang
in fyri, hvat eg útsetti meg
sjálva fyri, tí fólk byrjaðu
at skriva til mín um sínar
trupulleikar, og hvussu tey
høvdu tað. Eg eri bara 15 ár
og kann ikki vera eitt slag av
sálarfrøðingi fyri vaksin fólk,
sum hava upplivað happing
og hava tað ringt, sigur Laila
Neshamar, sum hevur borið
ótta fyri, at okkurt meira
álvarsamt kundi standast av
bólkinum.
– Tankin um, hvat tað
kundi blíva til, gjørdi eisini,
at bólkurin bleiv niðurlagdur.
Hvat nú, um onkur skrivaði til
mín, um at viðkomandi gekk
við sjálvmorðstankum ella
onkrum líknandi, eg hevði
ikki ánað, hvat eg hevði skula
gjørt, sigur Laila Neshamar,
sum harmast um, at bólkurin
nú er niðurlagdur.
– Tann ekstremt stóri
áhugin fyri bólkinum vísir,
at tøvur er á einum slíkum
torgi, har fólk kunnu siga
sína hugsan og upplivingar
við happing. Eg haldi eisini,
at tað er við til at tálma
happing. Tí er tað keðiligt,
at tað endaði soleiðis, tí vit
vildu eisini fegin hildið fram
við bólkinum, sigur Laila
Neshamar og leggur afturat:
– Vónandi er tað onkur
vaksin, sum kann stovna ein
nýggjan bólk ella gera okkurt
annað, sum minnir um Hví
Happa. Eg veit bara tað, at eg
eri ov ung til at hava so stóra
ábyrgd, sum tað vísti seg at
vera, tá tú hevur ein slíkan
bólk á Facebook.
Fekk hóttanir um
Facebook-bólk
– Fólk byrjaðu at seta seg í samband við meg og løgdu meg undir at svína onnur til, tí eg loyvdi
fólkum at skriva sína søgu á veggin hjá bókinum. Tá hevði eg ikki longur hug at hava ábyrgd
av síðuni. Tað sigur 15 ára gamla Laila Neshamar, sum nú hevur niðurlagt Facebook-bólkin
við útivið 9000 limum, har føroyingar hava sagt frá sínum upplivingum við happing
– Tøvur er á einum slíkum
torgi, har fólk kunnu siga
sína hugsan og upplivingar
við happing, sigur Laila
Neshamar, sum kendi seg
noydda at niðurleggja
Facebook-bólkin Hví Happa
Myndir: Álvur Haraldsen
Laila Neshamar, Marius I. Garðshorn og Carolina Hansen, sum hava
gjørt verkætlan um happing og stovnað bólkin Hví Happa