mánadagur 13. mai 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
– Tað er eingin meining í, at
tað skal verða loyvt at keypa
tollfrítt tubbakk.
Tað heldur Karsten Han
sen,
landsstýrismaður
í
heilsumálum.
Hann kannar nú, hvørji
tiltøk kunnu setast í verk fyri
at minka um roykingina.
Hann vónar verða komin
á mál við arbeiðnum nú í
summar so at uppskot kunnu
leggjast fyri Løgtingið eftir
ólavsøku.
Enn
dugir
hann
ikki
akkurát at siga, hvørji tiltøk
verða sett í verk, men hann
hevur fingið sjey tilmæli
frá Fólkaheilsuráðnum og
arbeiðið, sum hann nú er í
holt við, er við grundarlagi í
teimum tilmælunum.
Eitt av tilmælunum at
strika møguleikan at keypa
tollfrítt tubbakk.
Og nettupp hetta hevur
hálvavegna verið eitt hjarta
mál hjá landsstýrismann
inum.
– Tað er púra vist, at eitt
av tiltøkunum verður at
avtaka tollfríu søluna, sigur
Karsten Hansen.
Hann hevur fleiri ferðir
reist málið um at avtaka
søluna av tollfríum tubbakki,
eisini seinast hann var lands
stýrismaður, men hvørja ferð,
er tað miseydnaðst.
Eisini ABC samgongan
gjørdi eina roynd, men tað
endaði við tí salomonsku
loysnini, at tubbakksmongd
in, loyvt varð at innflyta til
Føroya, varð skorin niður í
helvt.
Meiningsleyst
Og nú heldur Karsten Han
sen, at stundin er komin av
avtaka hina helvtina eisini.
Her hugsar hann eisini
um møguleikan hjá sjófólki
at fáa tubbakk í bonn.
- Í mínum hugaheimi er tað
fullkomiliga meiningsleyst,
at ein rúgva av føroyingum
skal hava høvi til at keypa
bíligt tubbakk við sær í land,
samstundis sum samfelagið
annars brúkar pengar upp á
at royna at fáa fólk at leggja
av at roykja, og samstundis,
sum tosað um at hækka
prísin á tubbakki í vanligari
sølu.
– Tey, sum ferðast eru tey,
sum eru væl fyri – og tey, sum
ferðast upp á landsins besta,
ofta fleiri ferðir um árið.
– At geva teimum møgu
leika at keypa tollfrítt tub
bakk, samstundis sum øll
hini noyðast at rinda fullan
prís, er at gera mismun á
fólki.
– Tí ætlar Karsten Hansen
at avtaka tollfríu søluna fyri
at javntseta allar borgarar á
hesum øki, sum hann sigur
– Tað er mótstríðandi at
leggja orku í at fyribyrgja
royking, tí tað er so skaðiligt,
samstundis sum vit lata al
mennan stuðul til tey, sum
ferðast, so at tey kunnu
keypa tubbakk avgjaldsfrítt,
sigur landsstýrismaðurin.
Tað verður mangan ført
fram, at verður tollfría sølan
avtikin, verður tað eitt stórt
bakkast fyri ferðavinnuna?
– Tað er ikki eitt tað ein
asta eitt ferðafólk, sum kem
ur til Føroya, tí tey kunnu fáa
fimm pakkar av tollfríum
sigarettum við sær í land.
– Tey allarflestu av teim
um vita ikki av, at tað ber til
at keypa tollfrítt, tí tollfrí
søla ímillum ES lond er langt
síðani avtikin.
Karsten Hansen staðfestir,
at tað, ferðafólk gremja seg
um í Føroyum, er ikki toll
fría sølan, men prísstøðið
í landinum sum heild, ikki
minst á matstovum og hotell
um.
Hann leggur afturat, at
er politiskur vilji at stuðla
ferðavinnuni, er at gera
tað við beinleiðis stuðuli á
fíggjarlógini og ikki við at
eggja fólki at roykja meir.
Null hugsjón
Karsten Hansen tekur avgjørt
undir við Fólkaheilsuráðnum,
sum hevur tað visjón, at um
nøkur ár skulu Føroyar vera
roykfríar.
– Vit arbeiða fram ímóti
eini null hugsjón á hesum
øki. Tað er ikki lætt, men fáa
vit flutt mørkini eitt sindur
hvørja ferð, er væl sloppið.
Eitt tilmæli frá Fólka
heilsuráðnum er at hækka
prísin á tubbakki 10%, tí tey
siga, at tað er greiður saman
hangur ímillum prís og sølu.
– Kann tað minka um
nýtsluna at hækka prísin, er
tað avgjørt eisini ein spurn
ingur, sum avgjørt eigur at
verða tikin við.
– Men tað er ørkymlandi at
hækka prísin í vanligari sølu,
samstundis sum ferðafólk,
harav heilt nógv ferðast
fyri almenna rokning, skulu
sleppa at keypa tubbakk toll
frítt.
Tí heldur hann ikki, at
tað ber til at seta prísin upp
á landi, samstundis sum at
møguleikin at keypa tollfrítt,
verður varðveittur.
Karsten Hansen sigur,
at nær tiltøkini verða sett í
verk, veldst bara um, hvussu
arbeiðsorkan í Heilsumála
ráðnum verður, men málið
hjá honum er.
Avtaka søluna av
tollfríum tubbakki
FYRIBYRGING Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú at gera eina
roynd afturat at avtaka søluna av tollfríum tubbakki
7
tilmæli
Fólkaheilsuráðið hevur
givið landsstýrismann
inum í heilsumálum,
og samgonguni annars,
sjey tilmæli um at av
marka roykingina mest
møguligt.
Tey sjey tilmælini eru:
1. Herða ásetingar í
reglugerðini um
sølu av tubbaki til
ung undir 18 ár.
Umhugsast eigur
at hava serliga
loyvisskipan.
2. Prísurin á tubbaki
eigur at verða settur
upp.
3. Eigur tubbakslógin
ikki at verða herd
eitt vet, so tað ikki
verður loyvt at
roykja á skúlans øki
ella á økinum hjá
barnagarðinum?
Endamálið er, at
børn skulu ikki
síggja lærarar ella
námsfrøðingar
roykja yvirhøvur.
4. Vit eiga at seta
ræðumyndir á
sigarettpakkar,
akkurát sum tey
hava gjørt í Dan
mark.
5. Tað eigur at verða
umhugsað at strika
møguleikan at inn
flyta tollfrítt tubbak,
tá man ferðast til
Føroya.
6. Ásetingin um serlig
roykirúm á privatum
arbeiðsplássum
eigur at strikast so
at øll skulu út at
roykja.
7. Í húsum har børn eru
í dagrøkt, eigur tað
at verða bannað at
roykja.
Meiningsleyst
Karsten Hansen landsstýrismaður í heilsumálum, fer nú í hernað ímóti royking. Hann heldur, at tað er burtur úr vón
og viti at stuðla summum at roykja, samstundis sum vit royna at fáa fólk at leggja av, sigur Karsten Hansen,
At geva teimum
møguleika at keypa
tollfrítt tubbakk, sam
stundis sum øll hini
noyðast at rinda fullan
prís, er at gera mismun
á fólki