Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Teir standa í brekkuni í Søldar­firði, 08:19. Standa í Skipa­nesi 21:25. Saltangará 14:40, ein UNI goymir seg við Miðberg. Paragraf 13 í Klax, við Alfa Bókhandil. Kolla­fjørð 08:40, HN753 á veg norðureftir. So eru teir í Sand­oynni, akkra komnir suð­ur. Stutt og greið boð, øll við sama endamál. Nevniliga at ávara fólk, soleiðis at tey ikki verða tikin av løgregluni, tá hon ger sínar kanningar á før­oysku vegunum. Boðini verða givin í ein­um afturlatnum bólki á Face­ book. Bólkurin nevnir seg stutt sagt ”Fartkontrol Før­oy­ ar.” Bólkurin lýsir seg sjálvan sum ein bólk, har limirnir kunnu boða hvørjum frá um ”razzia/eftirlit fyri ferð, trygdarbelti, parkering og ólukk­ur v.m.” Eisini verður dent­ur lagdur á, at limirnir geva stutt og greið boð, tá teir blíva ”vitandi um virksemi og aðr­ir vandar í ferðsluni,” sum tikið verður til. Bólkurin hevur eisini ein strangan politikk fyri, hvør kann gerast limur í bólkinum. Sagt verður bein­ leiðis, at ikki er loyvt at ”adda” limir í bólkin, sum vilja mót­ar­beiða og einans hava til endamál at undirminera enda­mál bólksins. Áhugin fyri bólkinum er somikið stórur, at har standa í løtuni útvið 200 fólk á bíði­ lista fyri at sleppa upp í part. Í løtuni er limatalið um 1500. Politiið undrast Hjá ferðslupolitinum hava tey hoyrt um bólkin. - Jú, vit hava hoyrt um bólk­in, men hava tó ikki gjørt nak­að fyri at kann hann, sigur Jan Fossaberg, leiðari hjá ferðslupolitinum. Jan Fossaberg ivast eisini í, hvat yvirhøvur ber til at gera fyri at steðga einum tí­ lík­um bólki, sum livir sítt lív á Facebook. - Eg veit satt at siga ikki, um hatta er at rokna sum ólóg­ligt virk­semi, sigur Jan Fossa­berg og peik­ar á kring­ luta lóg­gávu­verk­ið kring Face­book. Men leiðarin hjá ferðslu­ politi­num hevur tó sínar mein­ing­ar um bólkin. - Eg dugi snøgt sagt ikki at síggja endamálið við einum slík­um bólki. Hatta kann illa tulk­ast øðrvísi enn at eggja fólki til at bróta lógina, sigur Jan Fossaberg. Stigtakari og stovnari av bólkinum á Facebook, John Johnsson, er rúkandi ósamd­ ur. - Nei, einki ólógligt er í hesum. Talan er um ein aftur­latn­a­n bólk, har vit upp­lýsa hvønn annan um, hvat hendir í ferðsluni, sigur John Johnsson og heldur fram: - Bólkurin hevur eina fyri­ byrgj­andi effekt. Tí veit eg, at politiið er á vegunum, so seti eg ferðina niður. Ferðslupolitisturin keypir ikki argumentið: - Heldur tú teg innan fyri lógar­inn­ar mark, so hevur tú jú ikki brúk fyri teimum upp­lýs­ingum, sum bólkurin sigur seg kunna veita tær, sigur Jan Fossaberg. John Johnsson steðgar á, tá vit fyrihalda honum tað. - Jú, tað kanst tú kanska siga. Men tað er politiið, sum indivituelt ger av, hvønn man steðg­ar í eini ferðkanning. Og tí kanst tú vera tikin fyri at koyra 90 km/t, um ein poli­ tist­ur hevur ein ringan dag, meðan onkur annar strýk­ ur beint ígjøgnum. Tí haldi eg, at vit eiga at vita tað, tá politiið ger sínar ferð­kann­ ingar, sigur John Johnsson. Har stendur argu­menta­ tión­in – øðrumegin ein eggj­an til at koyra ólógliga. Hinu­meg­in upplýsingar um fyri­byrgj­andi effektina av at vita, at politiið nú er á vegu­ num. Bjargni Stovnarin av og odda­mað­ ur­in fyri Facebook bólkin ”Fart­kontrol Føroyar”, John Johnsson, átti eitt skifti fyritøkuna Ansni, men fyri góðum ári síðani stovn­aði hann sjálvur annar fyri­ tøku­na Bjargni. Talan er um eina trygdarfyritøku, ið millum annað bjóðar sær til at ansa eftir ognum hjá fólki, fyritøkum og stovn­um. Fyritøkan sigur síni ”kjarnu­ við­skiftafólk” vera almennir myndug­leikar og vinnulív. Millum uppgávurnar hjá fyri­tøku­ni er millum annað at hava vaktarhaldið við Tofta Skúla. John Johnsson sær ong­ar trupulleikar í, at hann øðru­ meg­in stendur fyri einum bólki, ið av politinum verð­ ur skýrdur at eggja fólki til lógar­brot, og hinumegin er knýtt­ur at fyritøku, sum mill­ um annað hevur til uppgávu at ansa eftir virðum og ogn­ um. - Nei, tað er kona mín, sum eigur Bjargni, og hon er eisini stjóri. Eg havi einki við fyritøkuna at gera, sigur John Johnsson avgjørdur. Hann má tó viðganga, at hann sjálvur annar stovnaði fyri­tøkuna, saman við konu­ ni. - Jú, tú kanst væl siga, at eg eigi í, ásannar John Johnsson, tá vit fyri­halda honum faktuellu upp­lýs­ing­ arnar ­um fyritøkuna. Hann tvíheldur tó um, at hann einki hevur við fyri­ tøkuna Bjargni at gera. - Eg dugi ikki at síggja, hví tú skal blanda Bjargni upp í hetta her, sigur John John­ son. Boðini Bólkurin ”Fartkontrol Før­ oyar” virkar sum kunnugt á Facebook, har limirnir geva hvørjum skjót boð um virk­ semi hjá politinum. Nýggjaru fartelefonirnar kunnu flest allar koblast beinleiðis á Face­book, og tí kanst tú geva og fáa boðini, meðan tú koyr­ ir bil. - Eg kann bara heita á fólk um at lata vera við at fjasa við fartelefonina, meðan tey koyra bil. Kanningar hava víst, at tað svarar til at koyra við eini promillu á millum 0,5 og 0,8. Tað eiga fólk at hava í huganum, sigur Jan Fossa­ berg. Eisini her skjýtur John Johns­son aftur eftir politi­ num: - Politiið hevur alskins út­ gerð í bilinum, fartelefonin er bara eitt av fleiri tólum, ið teir fengslast við í bilinum. So kann man spyrja, hvør er meira ”ándsfráverandi”, með­ an man koyrir, sigur John Johns­son og førir fram, at eftir hansara tykki skulu øll vera líka fyri lógini. Fyribyrgjandi Afturvendandi argumentið hjá John Johnsson fyri Face­ book bólkinum er, at hann hev­ur eina fyribyrgjandi effekt. Og hartil snýr bólk­ ur­in seg um nógv meira enn bara at ávara um ferð­kann­ ing­ar, sigur hann. Hví er tað tín uppgáva, sum privatpersónur, at skipa fyri fyribyrgjandi kunning í ferðslu­ni? - Eg havi so valt at gera henda bólkin. Vit kjakast um ferðslulógina, hvussu hon virkar og hvat kann broyt­ ast. Eftir okkara tykki eigur ferðslulógin at vera broytt á fleiri økjum, svarar John Johns­son. Men hví so heitið ”Fart­ kontrol Føroyar.” - Tað kemst av, at so­leið­ is eita líknandi bólkar aðra­ staðni, eitt nú í Danmark. Har byrjar bólkurin við ”Fart­ kontrol”, og so heitið á stað­ num, sigur John Johns­son. Hann heldur tað eisini vera svínarí, at politiið stend­ ur í sivilum bilum og ger ferðkanningar. - Tað er eingin fyri­byrg­ing í, at politiið ger ferð­kann­ ingar á tann hátt. Tá fái eg illgruna um, at hetta snýr seg um statistikk, at politi­ ið skal røkka nøkrum mál­ setn­ing­um, útskriva ávíst tal av bøtum og harvið skaffa inn­tøk­ur í statskassan, sigur John Johnsson. Sambært honum er tað eisini orsøkin til, at Face­ book bólkurin hevur valt at kunngera myndir og nummar­plátur av sivilu bil­ unum hjá politinum. Virksemi í bólkinum noyð­ir politiið at broyta at­ burð, ásannar Jan Fossaberg. - Vit mugu bara flyta okk­ um skjótari og oftari. Vit kunnu ikki standa í sama stað og gera ferðmátingar, sigur Jan Fossa­berg, sum ikki hevur so nógv til yvirs fyri bólkinum: - Tað yvirraskar meg ikki, at hasir persónarnir hava handan hugburðin mót­vegis politinum, sigur Jan Fossa­ berg, sum tó ikki vil útgreina orðini. Slepp undan politinum 1500 føroyingar eru limir í Facebook bólki, har teir ávara hvønn annan um ferðkanningar hjá politinum. – Bólkurin kann illa tulkast øðrvísi enn at eggja fólki til at bróta lógina, sigur ferðslupolitiið. Stigtakarin verjir seg við, at talan er um eitt fyribyrgjandi átak