mánadagur 13. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 54
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Í 2009 var sjónvarpskjak
millum Jóannes Eidesgaard
og Annfinn Kallsberg um,
hvat var týðningarmikið í
samfelagsrakstriunum. Jó
annes Eidesgaard førdi fram,
at nú mátti veljast, hvørt
ein skuldi hava vælferð ella
tunlar, og var hetta brúkt,
sum grundgeving fyri, hví
tunlar norður um fjall ikki
kundi gerast í verandi løtu.
Annfinn Kallsberg gjørdist
týðiligan
ávirkaður
av
hesum, og segði at ein kann
ikki
samanbera
vælferð
og tunlar, meðan Jóannes
Eidesgaard
staðfesti
at
raðfestingar mugu gerast í
politikki. Eitt stak áhugavert
og neyðugt kjak tá.
Men nógv er hent síðani
tá. Tunlar norður um fjall
eru samtyktir av nærum
øllum Løgtingum.
Og samstundis hava vit
fingið eitt álit um, hvussu
vit byrgja fyri fólkaminking
og fráflyting. Álitið sigur tað
sum allir serfrøðingar kring
knøttin siga. At útjaðari
er ikki lív lagað uttan ein
sterkan
høvuðsstað.
Til
feingisvinna er ikki longur
berandi styrki í samfeløgum
kring okkum, men er tað
broytt til fjøltáttaði sam
feløg, har tænasta og søla er
vorðin stórur partur av sam
felagsbygnaðinum. Vit síggja
ikki hetta sama beinleiðis í
Føroyum, men vit síggja at
ungdómurin hevur fatað
nýggju heimsmyndina. Tí at
nýggja heimsmyndin krevur
útbúgving og gransking. Nú
er tað ikki longur neyðugt
at fylgja í fótasporunum
hjá foreldrunum. “Hvad kan
du blive” bøkurnar um út
búgving eru fitnaðar sera
nógv, og fylla sera nógv í
bókahillunum hjá lestrar
vegleiðarum
um
kring.
Og ungdómurin lesur um
møguleikarnar.
Hvat gera vit við tað?
Hvussu skal so tað før
oyska samfelagið lata seg
ávirka av hesum rákinum
um allan heimin? Skulu
vit fylgja við ella standa
ímóti? Veruleikin er tó tann
at tað nyttar einki, sum
samfelag at standa ímóti,
tí at íbúgvarnir fylgja við.
Ungdómar eru farnir av
landinum nú í 20 ár at út
búgva seg. Og fylgjurnar
síggja vit týðuliga nú. Ístaðin
fyri tey uml 700-800 fólk í
hvørjum aldursbólki eru
tað bert eini 400-500 í ald
ursbólkunum 20-40 ár. Hví
fólk kring Føroyar og ser
liga politikkarar ikki síggja
vandin við hesum, er at
undrast stórliga yvur. Tey, ið
eftir eru í Føroyum fortelja
greitt, hvussu øll vinfólkini
eru farin uttanlands í út
búgvingarørindum. Vit hava
ongan fólkavøkstur og burð
artalið bara minkar. Í tølum
var tað lægri enn undir kríg
num.
Hasir idotisku
tunlarnir og vegirnir
Loysnin hjá politikkarum tó,
er tann mest láturliga. Val
agni má gerast, so vit gera
dýrar og óneyðugar tunlar
og vegir kring landið. Sjálvt
um tað er ikki neyðugt.
Grundgevingin
fyri
tunlar norður um fjall, er í
høvðusheitum at tað skal
vera trygt og at byrgja fyri
óhappum. Tað er opinbart
enntá vorðið staðfest at
tunlar norður um fjall til
Viðareriðis er týðningarmikl
ari enn tunnilin til Hvalba.
Hvat siga hagtølini?
Frá 1995 til 2010 hava tað
árliga verið um 22 óhapp á
landsvegunum í Norður
oyggjunum.
Í Suðuroy er tað minkað
úr 40 til eini 30-20.
Í sama tíðarskeiði eru
talið av akførum í báðum
støðum vaksið við eini 60
%.
Ferðslan er trífaldað í
Norðuroyggjum úr 5 milli
ónum km/árið til 14,7 mill
km/árið, men stendur í stað
í Suðuroy á 13 mill km/árið.
So
hví
skal
tunnilin
norður um fjall gerast?
Hava okkara politikkarar
yvurhøvur kannað ferðslu
mynstri? Tað vísur seg
eisini,
at
tað
eru
ikki
landsvegirnir, ið ikki eru
vandamiklir, tað eru flest
óhapp á kommunalu veg
unum. Harumframt veit ein
og hvør sum tekur koyrikort,
at eini 90-95 % av øllum
óhappum er vegna feilir hjá
bilførararum.
Men allíkavæl við øktari
ferðslu og sama talið av
óhappum, sum hagfrøðisliga
sæð er ein minking við 66%,
skal tunnilin norður um
fjall gerast. 162 mill kr verða
brúktar uppá 355 fólk ella
næstan ½ mill/per fólki.
Kallsberg ella
Eidesgaard?
Hvørjum skal man so lurta
eftir? Heilt greitt, er at nú
verandi
Løgting
hevur
valt at lurta eftir Annfinn
Kallsberg. Hví tað verður
gjørt er ein stórur spurn
ingur, tí at hann er ikki baser
aður uppá fakta. Landsverk
gjørdi enntá eina meting har
tunnilin var droppaður, og
ein fekk nøkunlunda somu
trygd fyri helvtarprís. Men
Løgtingi visti betur og valdi
dýrari loysnuna.
Heildarætlanin
um
fólkavøkstur og fráflyting
staðfesti at Føroyar bløðir
ungdóm út. Loysnin er ein
føld. Bjóða útbúgving til tey
fráflytandi, so tey vera ver
andi í heimlandinum. Ma.
ein íløga á góðar 200 mill kr
til eitt nýtt Fróðskaparsetur.
Ein íløga sum ger at ung
dómurin ikki flytur av land
inum og at fólkavøkstur
aftur verður.
Viagra til Løgtingið
Undan hvørt val, eru tað
næstan altíð tey bleytu virð
ini sum fáa fokus, men so
skjót støvið hevur lagt seg
verður pillaglasið funnið
fram, og tey bleytu virðini
gerast hørð eftir knappari
tíð.
Løgtingi ætlar at brúka
75,5 mill til umkoyringarveg
í Søldarfirði (valagn hjá Kára
P. Højgaard?) og fer at brúka
162 mill kr til Viðareiðis
(Annfinn Kallsberg fær sín
vilja). Samstundis verða allar
størri møguligar samferðslu
verkætlanir útsettar til 2018.
M.a. Hvalbiartunnilin, ið er
elsti tunnilin í landinum. Og
í Hvalba og Sandvík búgva
tilsaman 700 fólk, dupult so
nógv sum í Viðareiði. So vita
vit hvør er týðningarmiklari,
ikki suðuroyingar.
Harumframt
smæðist
Løgtingi ikki at snakka um
skilaleysar tunlar til Sandoy
og Eysturoy fyri milliardir.
Og í øllum hesum verður
veitarin av vælferðartæn
astum, tað almenna, álagt
at spara.
Nøkur hjáárin av Viagra
kunnu vera hjartatilburður,
sjónsfeilir, svimbul, niður
settan koyriførleika og tað
at brúka vandamikil tól
menni. Tykist, sum at Løg
tingi hevur onkur av hesum
hjáárinum, t.d. við svimbul
er verri at taka skilagóðar
avgerðir.
Føroyar
hava
longu
hjartatilburð tí ungdómurin
(okkara hjartablóð) fer av
landinum og leitar seg til
framtíðina, meðan okkara
fólkavaldu heldur vil spæla
við dýrar óneyðugar bilar.
Stuttligt at stórsta beinleiðis
hjáárin av flatskattinum, var
økt bilasøla.
Eidesgaard hevði rætt
Men opinbart lurtaði eingin
eftir honum, ella er tað
longu gloymt. Politikkur
er m.a. ein spurningur um
raðfestingar. Vilja vit hava
eina framtíð ella vilja vit
spæla við okkara bilar, er ein
spurningur sum Løgtingi
ikki hevur givið sær fær
um.
Løgmaður segði greitt at
játtanarkarmarnari vera ikki
broyttur í mun til heildar
ætlaninina.
Um Løgtingi ger tað
rætta, og satsar uppá ung
dómin, hevur Føroyar eina
framtíð.
Hvat skulu vit brúka
fínar vegir og tunlar til tá
eingi fólk eru til at koyra
bilarnar?
Keldur: www.hagstova.fo,
www.løgting.fo, pro.medicin.
dk
Teitur Vágadal
sjúkrarøktar
frøðislesand
Viagra og Løgtingið
Við tokutalu og nógvum orðum uttan substansi, so
roynir Hanus Samró at vaskar hendur í samband við, at
hann feldi tvey uppskot um eitt Fountain House
kjak