Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi S o hendi tað, sum Manchester United viðhaldsfólk hava óttast fyri og viðhaldsfólk hjá flestu av hinum liðnum helst leingi hava vóna – Sir Alex Ferguson takkar fyri seg eftir 26 ár sum venjari hjá Manchester United. Sir Alex Ferguson hevur ikki bara bygt eitt lið upp. Hann hevur bygt eitt heilt felag. Tá hann kom til Manchester United í 1986 stóð felagið í skugganum av Liverpool, sum tá hevði takið á enskum fótbólti. Við málrættaðum arbeiði bygdi hann Manchester United upp til eitt vinnarafelag, sum upp á 26 ár vann enska meistaraheitið 13 ferðir. Tað er einki minni enn eitt satt bragd. Sum viðhaldsmaður hjá Liverpool, so hevur tað mangan verið hart at sæð Manchester United hálað ein sigur fyri og annan eftir í land. Mangan komu sigarnir í evstu løtu. So oftani, at eykaltíðin tá Manchester Untied spælir hevur fingið heitið “Fergie time”. Tað er tá Manchester United skiftir gear og trýstir mótstøðuliðið í botn – og sum oftast skorar. Hann er tann einasti venjari í verðini, har tað ikki er neyðugt at leggja afturat navninum hvar hann er venjari. Føroyingar, sum als ikki fylgja við í fótbólti vita hvør hann er og hvørjum hann er venjari hjá. “Sir Alex” og øll vita hvønn tú tosar um. Tað er eisini passandi, at tað uttanfyri Old Trafford stendur ein standmynd av skotanum, og onnur langsíðan hevur heitið “Sir Alex Ferguson Stand”. Tað hevur maðurin so væl og virðiliga uppiborið. Í eini verð har spælarar skifta felag sum onnur skifta hosur og loyalitetur er pengar, so er tað deiligt at síggja at tað eru fólk sum Sir Alex Ferguson og Paul Scholes til. Sir Alex hevur altíð Manchester United fremst í huganum, meðan Paul Scholes hevur spælt í felagnum síðani hann kom til sum smádrongur. Báðir takka teir fyri seg eftir hetta kappingarárið. Manchester United gongur nú eini nýggjari tíð í møti við David Moyes sum venjara. Sir Alex Ferguson verður aldrin gloymdur og tað er ilt at ímynda sær, at nakar nakrantíð fer at kunna gera honum kunstin eftir. trondur@sosialurin.fo Sir Alex Ferguson takkar fyri seg www.hb.fo: Eisini var stuttligt at notera sær, at okkara áskoðarar, væl leiddir av fólkunum í Red Lions, eisini vunnu greiðan sigur á Einherjunum hjá TB. www.b36.fo: Í míðandi illveðrinum við Margáir fingu vit turt uppá, tá heimaliðið var hvassari enn vit og tí vann hálvgum stórsigur. www.ab.fo: Eitt gott avrik og vit liva enn, men vit burdu fingið meira burturúr í dag. www.07vestur.fo: Gunleif vísir sínar dygdir sum langskjútti og hamrar eina perlu av einum skoti í netið! Ársins mál hjá 07Vestur? www.nordlysid.fo: tað skal okkurt heilt óvanligt til útfrá hagtølunum seinastu 18 árini, um FM vinnarin 2013 ikki eitur HB. Heimasíðurnar skriva: Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Uni Holm Johannesen Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki: ■ Hvat er munurin á AB og einari vittigheit? ...AB hevur 2 poeng (07 Vestur - AB) Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki til lands­dystin ímillum Føroyar og Eysturríki 15. oktober 2013 Mjølnir eigur ikki færri enn seks av teimum tólv spælarunum, sum lands­ liðs­venjarin hjá kvinnu f l o g ­b ó l t s l a n d s l i ð n u m hevur úttikið. Tað er Eina S. Kalsø, Birgit Guttesen, Sofía Purkús, Jastrið Sivertsen, Urd T. Traðará og Margit G. Joensen. Mjølnir vann greipuna í ár og tað má sigast, at tað sæst aftur á landsliðsúttøkuni. Lands­liðsvenjarar eru Boban Ilic og Baral Eliasen. Eina S. Kalsø, Mjølnir Guðrun Joensen, KÍF Anja Sonnadóttir Danielsen, Fleyr Birgit Guttesen, Mjølnir Sofía Purkhús, Mjølnir Eyð Guðrunsdóttir Magnussen, SÍ Jastrið Sivertsen, Mjølnir Sóley Mørch Poulsen, Fleyr Birita Joensen, Fleyr Urd T. Traðará, Mjølnir Karina Debes, DK Margit G. Joensen, Mjølnir Kvinnulandsliðið til oyggja­ leikirnar í Bermuda úttikið: Trý tabellin í NSÍ Tað gongur upp og niður og uppaftur hjá NSÍ í landskappingardystum í EFFO deildini. Nú eru 9 umfør avgreidd, og NSÍ hevur vunnið tríggjar ferðir, tapt tríggjar ferðir og tríggjar ferðir spælt javnt – sigur, tap, javnleikur, javnleikur, sigur, tap, sigur, tap og javnleikur. Á seinastu Oyggjaleikunum vann Bjørk Herup Olsen trý heiðursmerki, men hon verð­ ur ikki við á Oyggja­leikunum á Bermuda. Orsøkin er, at hon hevur drigist við skaða í longri tíð og fær ikki vant, sum hon skal. – Eg havi havt ein skaða í fótinum síðani november í fjør. Í vár bleiv tað betur aftur, men ongantíð heilt gott. Tá ið skaðin nú versnaði, valdi eg at geva avboð til Oyggjaleikirnar, sigur Bjørk Herup Olsen. – Tað eru bert 10 vikur til leikirnar, eg fái ikki runnið í løtuni, og tí haldi eg tað verða best ikki at luttaka, sigur hon. Bjørk hevur verið bú­sit­ andi í USA seinastu árini, og har hevur hon gjørt nógv við renningina. Tì kundi hon avgjørt kapp­ast um heiðursmerki á Oyggja­ leikunum í summar. – Eg eri sera kedd um støðuna, men soleiðis er tían­ verri onkuntíð, og tað ber ikki til heilt at missa mótið. Nú er bert eftir at fáa fótin heilt frískan og kláran til aðrar kappingar fyri framman, sigur Bjørk. eydun@sosialurin.fo Bjørk: Eg eri kedd av tí