Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Borðtennis Borðtennislandsliðið til HM í París Tróndur Arge Um vikuskiftið fór føroyska borð­tennislandsliðið til París, har teir fýra lands­ liðs­leik­ararnir skulu luttaka í HM. Teir, sum manna før­ oyska mans­landsliðið, eru Hallur Thorsteinsson, Fróði Fríðason Jensen og Pætur Albinus, meðan Henrietta Nielsen er einasti kvinnuligi før­oyski leikarin. Hetta er triðju ferð í nýggj­ari tíð, at Føroyar lut­ tekur í HM. Eftir at hava lut­tikið í kapp­ingini í 1980-árunum, sendi Borð­ tennis­sam­band Føroya ikki lands­liðið avstað aftur fyrr enn í 2011. Ta ferðina gjørdist Fróði Fríðason Jensen fyrsti føroy­ing­urin, sum spældi seg víðari í einmans­leiki í HM. Góð fyrireiking Føroyska ferðalagið, sum fór úr Føroyum leygardagin og byrjar at kappast í dag, mána­dagin, hevur gjørt nógv burturúr fyrireikingunum til HM-kappingina. Leikararnir hava nevniliga verið á venj­ ingar­legu í Rumenia, sum er ein hin frægasta borðtennis­ tjóðin í Evropa, og vandu teir har heilar seks tímar um dagin. Júst eftir hesa venjingar­ leguna var FM á skránni, so sigast má, at fyri­reikingar­ nar hava verið góðar. Føroya­ meistarin, Peter H. Niclasen, er ikki við á túrinum. Hann er givin á landsliðnum vegna aldur. Føroysku leikararnir byrja við at spæla innleiðandi HM- kappingina mánadagin, har teir luttaka í einmansleiki, tví­mansleiki og blandaðum tví­mansleiki. Kappingin verður spæld í Palais Omnisports de Paris- Bercy, sum rúmar 14.000 áskoð­arum. Føroyska landsliðið í borðtennis byrjar í dag at spæla árligu heims­ meistara­kappingina, sum hesaferð er í franska høvuðsstaðnum, París Manslandsliðið í borðtennis. F.v. Fróði F. Jensen, Hallur Thorsteinsson og Pætur Albinus Kinesarar eru einaráðandi Í HM-kappingini bendir nógv á, at tað enn einaferð verður ein kinesari, sum verður heimsmeistari. Seinastu fýra HM-kappingarnar hevur tað nevniliga verið kinesarar, ið hevur vunnið, og teir fremstu fýra styrkismettu hesaferð eru eisini kinesarar. Nevniliga ávika­ vist Xu Xin, Ma Long, Wang Hao og verandi heimsmeistarin, Zhang Jike. Týskarar einasta hóttanin Um nakar skal gera av við teir sterku kinesararnar, er Týskland eitt gott boð. Timo Boll og Dimitrij Ovtcharov liggja báðir ímillum teir fremstu tíggju í heiminum, og á einum góðum degi kunnu teir knógva kinesarunum. Seinast ein evropeari gjørdist heimsmeistari var í 2003, tá ið Werner Schlager úr Eysturríki vann. Tróndur Arge 21 ára gamli lands­liðs­leik­ arin, Hallur Thorsteins­ son, sum er ein av teimum royndu í før­oysk­um borð­ tennis og í ár vann silvur í FM-kapp­ing­ini, gleðir seg nógv til at lut­taka í HM á triðja sinni. – Tað er nakað heilt ser­ligt. HM er tað størsta ein kann vera við til sum borð­tennisleikari, og tað merkir tú eisini á atmos­ fer­ini inni í høllini. Allir leik­arar eru í toppformi og áskoð­ararnir gera so sann­iliga eisini sítt til, at støðið verður lyft upp. Tað er eisini nakað heilt serligt at sleppa at síggja teir allarbestu á venj­ingar­ borðunum bara nakrar fáar metrar frá tær. Ein lærir nógv av at eygleiða teir, sigur Hallur. Hann hevur saman við restini av landsliðnum fyrireikað seg so væl sum til­ber. – Vit hava fyrireikað okk­um stórt sæð alt kapp­ ingarárið við miðvísari venjing. Vit hava eisini lut­tikið í kapping niðri í Dan­mark fyri at fáa dystar­venjing, sum oftani er trupul at fáa her heima. Í apríl mánaði vóru vit eis­ini í Rumenia, har vit fingu sera harða venjing og nógvar góðar dystir. Dystar­venjingin er tann, sum er mest umráðandi undan eini slíkari kapping, vísir Hallur á. Hann er tó lítillátin og vil ikki miðja eftir einari sensatión í HM. – Vit føroyingarnarir hava onga heims­styrkis­ lista­plasering, so vit koma at møta tveimum í bólka­ spæl­inum, sum helst eru væl sterkari enn vit. At spæla seg víðari er tí held­ ur órealistiskt, men vit fara í øllum førum at geva alt vit kunnu, og vónandi fáa eitt gott úrslit og ein sigur kanska, sigur Hallur Thorsteinsson at enda. trondur@sosialurin.fo Hetta er nakað heilt serligt Hallur Thorsteinsson: Ein av føroysku landsliðs­leik­ arunum, Hallur Thorsteinsson, metir, at HM-kapp­ingin er nakað heilt serligt í mun til aðrar kappingar – Eg eri í París og eri ikki á telduni aftur fyrr enn mána­kvøldið, so um ivamál eru, má Tróndur taka yvir!