mánadagur 13. mai 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur svimjing
Nógv juniormet Tilsamans vórðu sett átta
juniormet í FM-kappingini, harav tey sjey verða
standandi. Í 100 metra bringusvimjing setti Markus
Joensen úr HS nevniliga juniormet í innleiðandi
kappingini, men tók síðani sítt egna met í finaluni.
Framvegis er eingin yvir
ella við síðuna av Pál
Joensen, men teir, sum
eru í hølunum á honum,
taka seg alsamt nærri,
so okkara besti svimjari
væntar ikki, at tað verður
líka lætt at vinna øll gull
merkini aftur næsta ár
Hilmar Jan Hansen
Hóast hann nú búleikast,
venur og svimur niðri, so
slapst heldur ikki hesaferð
undan honum, tá heiðurin
sum ársins svimjari skuldi
avgreiðast, tí 22 ára gamli Pál
Joensen setti aftur í ár eina
tjúkka striku undir, at hann
er okkara nógv besti svimj
ari. Hesaferð vann hann 14
gullmerki og setti tvey før
oysk met.
– Tað er altíð deiligt at
fáa eitt herðaklapp og ein
heiður, so eg eri fegin um, at
eg aftur í ár bleiv kosin ársins
svimjari. Og so var tað eisini
deiligt at koma heim at síggja
øll aftur og tað heila, sigur
Pál, sum longu leygardagin
setti kósina niðuraftur, eftir
at hann hevði kastað eitt
sindur av sínum stjørnudusti
yvir FM-kappingina í Havn.
Góða mótstøðu
– Eg eri sjálvandi nøgdur
við tað, eg fekk burturúr,
men so má eg eisini siga, at
teir yngru geva mær alsamt
størri mótstøðu, og tí verður
tað tyngri og tyngri hvørja
ferð at vinna á teimum. Um
eitt ár verður tað so avgjørt
ikki lætt hjá mær at taka
tað gullið, eg fegin vil vinna
í FM.
At fleiri av teimum yngru
kunnu bjóða av, er hinvegin
nakað, Pál sær sum eina
náttúrliga gongd, og hann
fegnast eisini um, at hann fær
harðari kapping frá teimum
yngru svimjarunum.
Eitt nú vísir hann á, at
Óli Mortensen og Alvi Hjelm
eru stinnir í hansara egnu
yndisgreinum, umframt at
lítlibeiggin, Eyðbjørn, er góð
ur á styttru teinunum og
Markus Joensen á millum
teinunum, og so er Bartal
Hestoy sterkur í teimum
greinum, sum eru torførar at
svimja.
– Ja, tað er bara eitt gott
tekn, at teir leggja trýst á
meg, og um eg hevði blivið við
at vunnið, sum eg gjørdi fyri
fýra ella fimm árum síðani,
so hevði tað jú ikki verið
nakað, nakar av okkum hevði
verið glaður fyri og nøgdur
við. So tað er bara gott, at
teir anda meg í nakkan, sigur
Pál, sum við sínum tilsamans
17 føroysku metum er tann,
hinir helst vilja vinna á.
– At fleiri av hesum ungu
kunnu bjóða av, stendst
ikki minst av, at teir nú eru
komnir so langt, at teir eru
farnir at spesialisera seg, so
teir byrja at finna sínar bestu
teinar. Tí ivist eg eisini í, um
eg sleppi at eiga øll hesi før
oysku metini næsta ár, og
tað ber heldur ikki til, at ein
langteinari bara kann koma
og vinna tað heila.
Eisini fegnast hann um
ta framgongd, hann sær í
Suðuroyar Svimjifelag, har
hann gjørdi góðan mun í
blandaðu
stafettini,
men
annars kundi síggja hinar
»Beiggjarnor« klára seg fínt,
tí talan er um eitt ungt og
breitt lið, har eitt nú allir hava
sera góðar tíðir í frísvimjing
og tí kunnu vera so sterkir.
Satsar upp á HM
Fyri Pál Joensen var FM-
kappingin persónliga ein góð
kapping, tí hann fekk víst, at
hann er komin fyri seg aftur,
eftir at hann lá sjúkur undan
Danish Open í apríl, tá hann
annars hevði væntað at
svomið skjótt, men ikki fekk
nøkur serlig úrslit, tí hann
ikki var nóg væl fyri, tá av
tornaði.
– Tí var tað gott at fáa
hesa kappingina, og her
gekst mær kanska heldur
betur enn væntað. Niðri eri
eg til ymsar kappingar her
og har, og seinni í hesum
mánaðinum skal eg á eina
longri venjingarlegu. Annars
er HM-kappingin í summar
tann næsta stóra kappingin,
eg satsi uppá, sigur ársins
svimjari hjá monnum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Pál vann
14 gull
Lív og Markus Umframt, at ársins svimjarar
skuldu veljast, fingu tveir av yngru svimjarunum
eisini hesaferð heiðurin ársins stjørnuskot,
og í ár var talan um tveir svimjarar úr Havnar
Svimjifelag: Lív E. Eidesgaard og Markus Joensen.