mánadagur 13. mai 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
svimjing
Óføru »Beiggjarnor« Unga stafettliðið hjá
Suðuroyar Svimjifelag, ið kallaði seg »Beiggjarnor«,
setti juniormet í bæði 4x50 og 4x100 metra
frísvimjing, og tá teir blivu styrktir við Páli Joensen í
finaluni, settu teir føroyskt met á 4x50 teininum.
Aftur met í ár Á 4x100 metra teininum í
blandaðari svimjing settu Ægir-kvinnurnar Birita
Debes, Turið S. Christiansen, Astrið Foldarskarð og
Cecilia Eysturdal føroyskt met. Merkisvert er, at tær
sjálvar áttu gamla metið, sum var frá FM í fjør.
Myndir: Álvur Haraldsen
Besta árið nakrantíð
– At eg eri flutt til Havnar og havi fingið ein øgiliga góðan
venjara, umframt at eg venji í 25 metra hyli, hevur skundað
undir míni framstig, sigur Poula Øssursdóttir Mohr, sum
vann fýra FM-kappingar og setti tvey føroysk met
Hilmar Jan Hansen
Tá ársins svimjari hjá kvinn
um skuldi kjósast hetta
kappingarárið, var tað kanska
ikki so øgiliga óvæntað, at
valið fall á 18 ára gomlu Poulu
Øssursdóttir Mohr, sum er
úr Fuglafirði, men síðsta árið
hevur vant og svomið fyri
Havnar Svimjifelag.
– Eg bleiv ikki so øgiliga
bilsin, tí tað gekk øgiliga væl
í FM-kappingini, sum er mín
besta higartil, har eg vann
fýra gullmerki og setti tvey
met, harav serliga tað í 200
metra firvaldssvimjing var
eitt sindur óvæntað, sigur
Poula.
– Eg haldi eisini, at hetta
árið hevur verið tað besta
hjá mær nakrantíð, tí eg
havi eisini fingið nógv FINA-
stig í øðrum kappingum, tí
tíðirnar hava verið so góðar.
So samanumtikið hevur tað
gingið øgiliga væl hjá mær
hetta kappingarárið.
Á longru teinunum í
blandaðari
svimjing
fær
Poula ikki ta stóru kapping
ina, tí har er hon mestsum
einaráðandi, sum er, men
tá talan er um hinar tein
arnar, heldur hon seg fáa
góða kapping frá øðrum
svimjarum.
Flyting gjørt mun
Eitt nú kann nevnast, at í
firvaldssvimjingini fekk hon
harða kapping frá Kristinu
Elini Thomsen frá Suðuroyar
Svimjifelag, sum eisini í somu
finalu setti eitt juniormet, ið
var betri enn gamla føroyska
metið.
– Tað, sum veruliga hevur
gjørt mun, er at eg eri flutt
til Havnar og havi fingið ein
øgiliga góðan venjara, sum
er Kristian Martin Joensen,
umframt at eg venji í 25
metra hyli. Alt hetta hevur
heilt klárt skundað undir
míni framstig, sigur Poula og
vísir á, at í Fuglafirði er ikki
25 metra hylur, so í dagligu
venjingini hevur hon nú
nógv betri umstøður.
Hóast
unga
aldurin,
hevur
Poula
Øssurdóttir
Mohr verið tvær ferðir við á
Oyggjaleikum sum svimjari,
men tá leikirnir verða á
Bermuda í summar, er svimj
ingin ikki við, tí aðrar og
størri kappingar eru tiknar
framum. Tað merkir eisini,
at hon nú hevur aðrar av
bjóðingar:
– Mitt í juni skal eg við
til eina kapping í Barcelona,
sum eitur Mare Nostrum,
ið skal hjálpa til at klárað
kravtíðina til HM síðst í juli.
Og eg havi góðar vónir um,
at tað fer at eydnast, sigur
ársins svimjari hjá kvinnum.
Hósdagin
800 metra frísvimjing, kvinnur
Cecilia Eysturdal, Ægir . . . . . 9:06. 21
1500 metra frísvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . 15:37. 61
100 metra frísvimjing, kvinnur
Guðrun Mortensen, SuSvim . . 57. 62
50 metra firvaldssvimjing, menn
Eyðbjørn Joensen, SuSvim . . . 25. 44
200 metra blandað svimjing, kv.
Poula Ø. Mohr, HS . . . . . . . . . 2:20. 65
200 metra bringusvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 2:17. 33
50 metra firvaldssvimjing,
kvinnur
Astrið Foldarskarð, Ægir . . . . 28. 17
200 metra ryggsvimjing, menn
Alvi Hjelm, Ægir . . . . . . . . . . 2:07. 91
100 metra ryggsvimjing, kvinnur
Birita Debes, Ægir . . . . . . . . . 1:02. 96
200 metra blandað svimj., menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 2:04. 23
50 metra bringusvimjing, kvinnur
Tanja Skaalum, SuSvim . . . . . 34. 34
100 metra frísvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . . 51. 97
4x100 metra frísvimjing, kvinnur
Ægir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3:55. 91
Victoria Wigant Eysturdal, Cecilia
Eysturdal, Astrið Foldarskarð
og Birita Debes
4x100 metra blandað sv., menn
HS . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3:58. 82
Markus Joensen, Bartal Hestoy,
Óli Mortensen og Pauli Ø. Mohr
Fríggjadagin
400 metra frísvimjing, kvinnur
Cecilia Eysturdal, Ægir . . . . . 4:26. 05
100 metra firvaldssvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . . 57. 19
200 metra firvaldssvimjing, kv.
Poula Ø. Mohr, HS . . . . . . . . . 2:23. 25
400 metra frísvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 3:58. 35
100 metra bringusvimjing, kv.
Tanja Skaalum, SuSvim . . . . 1:15. 03
50 metra ryggsvimjing, menn
Kári J. á Høvdanum, Ægir . . . . 26. 86
200 metra ryggsvimjing, kvinnur
Birita Debes, Ægir . . . . . . . . . 2:25. 39
100 metra blandað sv., menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . . 58. 35
400 metra blandað svimjing, kv.
Poula Ø. Mohr, HS . . . . . . . . . 5:12. 59
100 metra bringusvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 1:03. 00
50 metra frísvimjing, kvinnur
Guðrun Mortensen, SuSvim . . 26. 23
50 metra frísvimjing, menn
Pauli Ø. Mohr, HS . . . . . . . . . . 24. 00
4x100 metra blandað sv., kv.
Ægir . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4:25. 43
Birita Debes, Turið S. Christiansen,
Astrið Foldarskarð og
Cecilia Eysturdal
4x100 metra frísvimjing, menn
HS . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3:34. 53
Bartal Hestoy, Markus Joensen,
Pauli Ø. Mohr og Óli Mortensen
Leygardagin
1500 metra frísvimjing, kvinnur
Cecilia Eysturdal, Ægir . . . 18:02. 45
800 metra frísvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 7:57. 49
100 metra blandað svimjing,
kvinnur
Poula Ø. Mohr, HS . . . . . . . . . 1:03. 78
400 metra blandað svimjing,
menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 4:23. 85
100 metra firvaldssvimjing,
kvinnur
Kristina Thomsen, SuSvim . . 1:03. 63
200 metra frísvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 1:53. 20
200 metra frísvimjing, kvinnur
Victoria W. Eysturdal, Ægir . 2:06. 13
100 metra ryggsvimjing, menn
Kári J. á Høvdanum, Ægir . . . . 58. 04
50 metra ryggsvimjing, kvinnur
Birita Debes, Ægir . . . . . . . . . . 29. 04
200 metra firvaldssvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . 2:04. 52
50 metra bringusvimjing, menn
Pál Joensen, SuSvim . . . . . . . . 29. 12
4x50 metra frísvimjing, kvinnur
SuSvim . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1:47. 15
Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum,
Shaila Millum Garðarnar og
Kristina Elin Thomsen
4x50 metra frísvimjing, menn
SuSvim . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1:35. 06
Róland Toftum, Høgni Simonsen,
Eyðbjørn Joensen og Pál Joensen
Gulltíðirnar