Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Reytt kort á børu Jobin Drangastein mátti berast av vøllinum, eftir at hann feldi Tór-Ingar Akselsen. Við sær fekk hann tað seinna gula kortið, og aftaná eina løtu, meðan Dagfinn leitaði reyða kortinum, eisini tað reyða kortið. H E S A V I K U N A fótbóltur effodeildin András Gángó: 4 Kundi einki gera við málið hjá AB, men stóð tryggur í seinna hálvleiki, tá argjamenn trýstu. Hevði einar tvær góðar bjargingar og tók sær somuleiðis av øllum tí leysa. Torstein Múlingstind: 3 Hevði ávísar trupulleikar á høgra bakki og varð skiftur út miðseiðis í seinna hálvleiki, tá hann lenaði seg upp í móti einum reyðum korti. Emil Mikkelsen: 4 Stóð stinnur í miðverjuni. Er stórur og sterkur, men vísti eisini eisini góð evni at steðga onkrum av skjótari AB spælarum. Hevur eitt gott avsett og vann alt í luftini. Tehe Aristide: 4 Spældi somuleiðis ein fínan dyst í miðverjuni hjá 07 Vestur. Tað var torført at fáa nakað spæl frameftir vøllinum og tí endaði tað mesta við longum bóltum. Sterkur í nærdystunum. Gunleif Olsen: 3 Einki kom ígjøgnum hjá honum í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki kom hann undir trýst eins og restin av 07 Vestur liðnum. Skoraði eitt framúr mál við einum dundurskoti. Evrard Blé: 2 Tykist ikki vera í form. Megnaði í ov lítlan mun at seta seg á miðvøllin og tað er langt frá manninum, sum gjørdist dagsins maður í steypafinaluni, til tann mannin, ið spældi í gjár. Royndi seg við onkrum dribblingum og avleveringum, men tað riggaði ikki til fullnar. Jovan Radinovic-Panic: 4 Lívligur og hugagóður miðvallari. Tuskaði runt allan dystin og átti lut í tí mesta av uppspælinum, sum 07 Vestur hevði. Kom væl frá uppgávuni á miðjuni hóast umstøðurnar vóru ringar. Eli F. Nielsen: 3 Var omaná í fyrra hálvleiki, tá hann og restin av miðvøllinum tóktist vinna slagið mitt á vøllinum, men datt úr dystinum í seinna hálvleiki og varð útskiftur. Tór-Ingar Akselsen: 4 Var ein støðug hóttan gjøgnum allan dystin. Framtvingaði seinna gula kortið hjá Jobin Drangastein. Fekk væl burturúr eftir umstøðunum á høgra vongi. Holgar Durhuus: 2 Arbeiddi hart og royndi seg fleiri ferðir við dribblingum, men tað gav sjáldan úrslit. Sær út sum ein spennandi spælari, men umstøðurnar gjørdu tað torført hjá honum at fáa nakað burturúr. Ibrahima Camara: 3 Royndi at gera um seg í álopinum og fekk væl meiri burturúr enn Ahmed Keita í álopinum hjá AB. Kundi blivi dagsins maður í yvirtíðini, men stútarin fór framvið málinum. Kann gerast bjargingarmaðurin hjá 07 Vestur í ár. Petur G. Dalbø: 2 (Inn 68.min) Kom inn í seinna hálvleiki, tá 07 Vestur var undir trýsti. Var fyri tað mesta í verjustøðu. Jákup S. Olsen: (Inn 81.min) Átti frálíka innleggið til Ibrahima Camara í yvirtíðini, men framherjin stútaði framvið málinum. Avrik: tøl 1 til 6 07Vestur 1 (0) AB 1 (1) Tróndur Arge – Tað er betri enn einki, so­ leiðis tók venjarin hjá 07 Vestur til aftaná dystin. Hóast 07 Vestur hevði allar fortreytir fyri at leggja trýst á í seinna hálvleiki og fáa øll stigini, so endaðu teir við at verja tað eina stigið. Piotr Krakowski hevði eitt mál um at røkka níggju stigum, tá níggju umfør vóru spælt. Tað eydnaðist akkurát ikki, men venjarin er við gott mót og rósar AB fyri avrikið á Dungasandi. – Fleiri lið koma til at missa stig móti AB, sigur Piotr Krakowski, sum ikki vil avskrivað argjamenn, hóast teir bara hava tvey stig nú ein triðingur er spældur. Jøvn byrjan Tað vóru nógvur vindur, regn og tvey lið, sum liggja í botn­inum. Umframt tað, so er vøllurin í Sørvági millum teir torføru at spæla fótbólt á. Við tí í huga, so kundi tað illa blíva til annað enn ein rótutur dystur við lítið av fótbólts­spæli. Hetta sást serliga í fyrra hálvleiki har ongin munur var á liðnum. Hvørki 07 Vestur ella AB megnaðu at koma í góðar støður. Ibrahima Camara royndi at renna seg í góðar støður fyri 07 Vestur, meðan Ahmed Keita royndi at skapa sær pláss í álopinum hjá AB. Hvørki eydnaðist væl í fyrra hálveiki. Á miðjuni mundi 07 Vestur hava eitt lítið yvirtak við Evrard Blé, Jovan Radinovic- Panic og Eli F. Nielsen. Fyri AB kom tað illa við, at Sorin Anghel ikki bleiv klárur til dystin. Hann fyllur nógv á miðvøllinum. Tað var ikki fyrr enn móti endanum av fyrra hálvleiki, at liðini komu til møguleikar. Fyrst var 07 Vestur, sum hevði tveir góðar møguleikar, men Símun Rógvi bjargaði. Í hinum endanum var Beinir Ellefsen feldur í vinstru og AB fekk fríspark. Frí­sparks­innleggið varð stútað útfrá og har stóð Rógvi Poulsen, sum við góð­um skoti sendi bóltin í handara síðunet til 1-0. Júst sum 07 Vestur hevði sína bestu løtu skoraði AB. Fyrri hálvleikur var ann­ ars einki at reypa av. Reytt kort og dreymamál Seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal, tá Tór- Ingar Akselsen setti ferð í høgru síðu. Fyrst royndi Rógvi Poulsen at steðga hon­um. Tað miseydnaðist og so gjørdi Jobin Drangastein tað sama. Jobin fekk longu í fimta minuttir gult kort og Dagfinn Forná hevði einki annað val enn at geva argja­manninum seinna gula kortið. 07 Vestur setur spælið tók ikki av gyltum møguleika Fimm minuttir inn í seinna hálvleik fekk AB ein mann útvístan, men 07 Vestur megnaði ikki at taka av gylta møguleikanum og vóru hepnir, at teir ikki taptu tá samanumkom. – Vit eru tvey stig frá málinum, sigur Piotr Krakowski 07 Vestur