mánadagur 13. mai 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
í gongd og tað endar við,
at Gunnleif Olsen, vinstri
bakkurin
hjá
07
Vestur,
meddar til bóltin uttan fyri
brotsteigin. Bólturin endar
upp í málhorninum uttan
møguleika hjá Símun Rógva
at gera nakað sum helst.
Eitt vakurt og gott mál, sum
kundi verið upp aftur flottari
um málini í Sørvági vóru
flottari sett upp.
Nú mundu tey flestu
rokna við, at hetta var endin
hjá AB. Enn eina ferð hevur
AB mist í góðari støðu og nú
vóru vágamenn ein mann í
yvirtal. Men eins og fríggja
kvøldið í Gøtu, tá KÍ vaknaði
eftir at fáa ein mann útvístan,
so kom lív í AB.
Teir hava fleiri ungar og
orkuríkar spælarar á liðnum.
Við hvassa lotinum og regn
inum
í
rygginum
trýsti
AB vertirnar aftur í egnan
brotsteig. Ahmed Keita varð
tikin út og inn kom Bjartur
Kjærbo.
Jovan, Eli og Ble mistu
takið
á
miðvøllinum
og
fingu alt ov sjáldan spælt
tríggjar teir fremstu, Holgar,
Tór-Ingar og Camara í góðar
støður. Serliga Morten Over
gaard í verjuni hjá AB var
grammur og fangaði flestu
bóltarnar, sum vóru sendir
fram til Ibrahima Camara.
Sámal Erik Hentze, venjari
hjá AB, sendi eisini miðverjan,
Leivur Holm Joensen, inn
í álopið at órógva 07 Vestur
verjuna.
07 Vestur hevði ringt við
at rudda vekk í mótvindinum
og AB kundi, um teir vóru
neyvari og gløggari í álops
spælinum, havt hótt málið
hjá 07 Vestur enn meir. Tað
bleiv ikki til meir enn nøkur
innlegg, eitt gott skot og
nakrar spentar støður.
Høga trýstið hjá AB gav 07
Vestur nakrar góðar møgu
leikar móti endanum. Besta
møguleikan fekk Ibrahima
Camara, tá innskifti Jákup
S. Olsen fór tuskai avstað
í høgru. Hann legði bóltin
í pannuna á Camara, sum
hevði runnið seg leysan,
men stútarin fór fram við
málinum.
Alt í alt mundi ein javn
leikur vera á einari leið,
tá hugsað verður um mál
møguleikar
og
spælbýti,
men verður hugsað um, at
AB spældi við tíggju monn
um næstan allan seinna
hálvleiki, so kom AB betri frá
dystinum.
Tey stig frá málinum
Piotr Krakowski, venjari hjá
07 Vestur, var ikki nøgdur
eftir dystin, men var nú fegin
um at fáa eitt stig hóast alt.
– Tað er betri enn einki.
Tað eru nógvir dystir eftir
enn og hetta kann framvegis
verða stigið, sum bjargar
okkum, sigur venjarin hjá 07
Vestur.
Piotr er ikki nøgdur við
avrikið í seinna hálvleiki, men
vísur á, at argjamenn vóru
raskir við tíggju monnum.
– Teir stressa okkum í
dag. Teir spæla fyri sínum
møguleika og kempa. Eg
vænti at fleiri lið koma at
missa stig móti AB í hesum
kappingarárinum. Teir tapa
ikki stórt, sum onnur lið
hava gjørt, ið hava verið í
somu støðu og teir royna
at spæla fótbólt, sigur Piotr
Krakowski um AB.
Sjálvur hevði Piotr ein mál
um at røkka níggju stigum
eftir níggju umfør. Teir hava
nú fingið sjey stig.
– Vit er tvey stig frá mál
inum, sum vit settu okkum,
staðfestur Piotr Krakowski
at enda.
07 Vestur er framvegis
væl við í kappingini um at
yvirliva í bestu deildini, men
teir munnu iðra seg um at
teir ikki fingu lagt AB undir
størri trýst í seinna hálvleiki
og harvið møguleiga rokkið
málinum um tey níggju
stigini.
Fyri AB er eitt stig nyttu
leyst. Teir høvdu brúk fyri
øllum trimum, men avrikið
í seinna hálvleiki við tíggju
monnum var gott, men sum
so oftani í ár, so rakk tað ikki
til ein sigur.
trondur@sosialurin.fo
Símun Rógvi Hansen: 4
Kundi einki gera við málið.
Bjargaði AB seint í fyrra hálvleiki,
tá 07 Vestur hevði sína bestu
løtu við fleiri góðum royndum
á mál.
Martin Midjord: 3
Stríddist allan dystin á tamb.
Orkan gjørdi mun í seinna
hálvleiki, tá argjamenn vóru í
undirtal.
Rói Danielsen: 3
Fyri uttan ein løtu seint í fyrra
hálvleiki, so hevði verjan hjá
AB tamarhald á tí mesta, sum
07 Vestur hevði at bjóða upp á.
Umstøðurnar gjørdu hetta til ein
dyst, ið passar við til Róa, sum er
stórur og sterkur miðverji.
Morten Overgaard: 4
Er eitt gott boð upp á dagsins
spælara. Stýrdi verjuni hjá
argjamonnum væl og læs spælið
væl. Átti fleiri ferður avgerandi
fótin, sum steðgaði 07 Vestur
álopunum. Var eisini ágrýtin
í deyðbóltsstøðum í báðum
endum.
Beinir Ellefsen: 3
Raskur ungur maður við góðum
bóltførleika og dugur væl ar
umráða seg, tá hann er trýstur.
Ein av fleiri ungum AB spælarum,
ið eru á veg fram í løtuni.
Gert Drangastein: 3
Er av teimum heilt ungu á liðnum,
men smæðist ikki burtur. Var
helst eitt sindur heppin bara at
fáa gult kort fyri vandamikla
takling í fyrra hálvleiki, men
stríddist annas allan dystin á
tamb á miðvøllinum.
Jobin Drangastein: 2
Fekk eitt býtt seinna gula kort
tíðliga í seinna hávleiki. Hetta
kundi havt kostað dýrt. Er annars
ein orkuríkur spælari, sum
stressar miðvøllin hjá hinum.
Mikkjal Hentze: 3
Royndi sum best bar til at spæla
bólt á miðvøllinum, og tað gjørdi
hann væl. Átti sín lut í, at AB við
10 monnum megnaði at trýsta
07 Vestur.
Jónas Stenberg: 2
Fekk lítið burturúr í fyrra
hálvleiki, men kom betri við
í seinna hálvleiki. Er eisini av
orkuríka slagum og megnaði
at fleiri ferðir at leggja trýst á
verjuna hjá 07 Vestur við høgum
trýsti.
Rógvi Poulsen: 4
Var besti framrættaði spælarin
hjá AB. Skoraði eitt flott mál
stutt fyri hálvleik. Hevur
góðan bóltførleika og arbeiddi
somuleiðis hart í verjustøðu.
Ahmed Keita: 2
Var lítið sjónligur og virkaði ikki
sum ein maður, ið kann bjarga AB
undan niðurflyting í ár. Heldur
væl upp á bóltin, men gav ov lítið
til liðið. Var útskiftur, tá AB misti
ein mann.
Bjartur Kjærbo: 3
(Inn 53.min)
Kom inn og setti lív í álopspartin.
Er kvikur og ágangandi og
megnaði at leggja trýst á 07
Vestur verjuna. Átti sín lut í,
at AB megnaði at trýsta við 10
monnum.
Leivur Holm Joensen: 3
(Inn 72.min)
Er miðverji, men kom inn í álopið.
Fekk fleiri fatur á bóltinum í
góðum støðum og var ágrýtin.
Kundi havt fingið meiri burtur úr í
onkrum støðum.
Avrik: tøl 1 til 6
Tvey góð mál. Bæði
málini í dystinum vóru
framúr góð. Tað hevði
dysturin brúk fyri.
Fáir áskoðarar, vánaligi vøllurin og ringa
veðrið. Hesin dysturin kann fáa avgerandi
týdning í niðurflytingarstríðnum, men alíka
væl vóru óvanliga fáir áskoðarar til dystin.
Símun Rógvi Hansen
Morten Overgaard Rói Danielsen
Martin Midjord Beinir Ellefsen
(Leivur Holm Joensen, 72.)
Mikkjal Hentze Jobin Drangastein ■■■
Gert Drangastein Jónas Stenberg
Ahmed Keita Rógvi Poulsen
(Bjartur Kjærbo, 53.)
Andras Gango
Torstein Mýlingstind ■ Tehé Aristide
(Petur G. Dalbø, 48.)
Emil Mikkelsen Gunleif Olsen
Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic
Eli Falkvard Nielsen Tór-Ingar Akselsen
(Jákup S. Olsen, 81.)
Ibrahima Camara Holgar Durhuus
07Vestur - AB 1-1 (0-1)
0-1: Rógvi Poulsen 42.
1-1: Gunleif Olsen 52.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Myndir: Álvur Haraldsen
Hvat er munurin á AB og einari vittigheit?
...AB hevur 2 poeng
Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: