mánadagur 13. mai 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
HB
3 (2)
TB
0 (0)
Jóannes Hansen
Tað eru framvegis 22 ár
síðani, at TB síðst vann á HB
í Gundadali. Í gjár styrkti HB
við 3-0 sigri um oddasessin.
Sjey stig eru til næsta liðið,
og í løtuni spolar HB við sjey
míla ferð fram ímóti FM heit
inum.
3-0 boðar frá sannførandi
sigri, og soleiðis varð tað, tá ið
sentrali og arbeiðssami mið
vallarin Kristin R. Mouritsen
tíggju minuttir eftir hálvleik
økti um leiðsluna til 3-0. Men
tað var ikki fyrrenn tá, at HB
venjarin, Oddbjørn Joensen,
kendi seg hampuliga vísan
í, at tað enn eina ferð fór at
eydnast at vinna øll trý stig
ini.
– Í hálvleikinum vóru
vit ikki heilt álvuligir við
støðuna. TB legði bragdliga
fyri, og um marginalirnir
høvdu verið við, so kundu
vit í sambandi við horna
sparksstøður havt fingið eitt
ella tvey mál ímóti okkum.
Mótstøðumenninir
vístu
góðan hugburð, teir vóru
raskir og kontantir, uttan at
teir á nakran hátt fóru um
mark, og í 1. hálvleiki høvdu
vit trupulleikar at fáa spælið
at hanga nóg væl saman.
Eftir steðgin vóru vit tilvit
aðir um at taka eitt sindur
frá, og tað riggaði betri við
samanspælinum. Tá ið vit
so skoraðu til 3-0, vóru vit
meiri tryggir, sigur Oddbjørn
Joensen.
Heini Vatnsdal og Fróði
Benjaminsen
fingu
í
1.
hálvleiki seg orduliga royndar
á sentrala miðvøllinum ímóti
Martini Tausen og Ndende.
At TB verjan lá frammarlaga
bar við sær møguleikan at
stinga fram ímillum, og tað
var í sovornum støðum, at
Símun Samuelsen, sum í
Grønkjær stíli, tá ið hesin
hevði sínar bestu dagar, rann
frá verjuni og átti uppleggið
til øll trý málini. Tað fyrsta
skoraði Andrew av Fløtum
longu í 1. minutti, og tíggju
minuttir seinni tvífaldaði
Christian R. Mouritsen leiðsl
una.
Ongin annar møguleiki
TB venjarin, Hans Fróði
Hansen, iðraði seg um, at
hansara lið ikki hevði skorað
mál og vunnið stig, tí teir
høvdu møguleikar til tað:
– Undan dystinum varð
HB roknað sum stórfavoritt
ur. Tí høvdu vit einki at tapa.
Vit spældu okkum til møgu
leikar, og um teir ikki høvdu
havt so góðan málverja, so
høvdu vit havt skorað eina
ella tvær ferðir. Tá ið alt
kemur til alt, so er munurin
á liðunum nakrir einstakir
spælarar. At teir hava Símun
Samuelsen og Andrew av
Fløtum, sum báðir vóru væl
upplagdir í álopinum, og
Fróða Benjaminsen á mið
vøllinum er munurin, heldur
Hans Fróði Hansen, og so
ummælir hann sítt lið:
– Á TB liðnum eru nógvir
blaðungir spælarar, sum á
ongan hátt hava royndirnar,
ið nógvir av HB spælarunum
hava. Fyri at fáa royndirnar,
so er tað neyðugt, at teir
spæla ímóti Andrew, Símuni,
Fróða og hinum. Eg havi
gott mót, og eg ivist ikki í, at
okkara spæl fer at bera stig
og sigrar við sær. Higartil
hevur talan verið um rættu
liga tættar dystir, tá ið sæð
verður burtur frá fyrsta um
fari, tá ið vit taptu orduliga
í Sørvági, sigur Hans Fróði
Hansen.
Andrew av Fløtum skoraði
fyrsta HB málið, og hann var
sjálvandi væl nøgdur við
sigurin, sum at enda varð
trivaligur:
– Teir vóru ágangandi og
treiskir alla tíðina. Hjá okkum
ráddi um at vísa, hvør dugur
er í okkum. Vit eru framvegis
vónbrotnir av, at tað ikki
eydnaðist okkum at røkka
hálvfinaluni í steypakapp
ingini, men ímóti TB vístu vit
tað, sum hevur borið okkum
fram í landskappingini, og vit
hava gott mót um, at tað skal
bera okkum longri fram. Nú
gleða vit okkum til at hitta
grannarnar í B36 2. hvítu
sunnudag.
Bartal fyri fyrstu ferð
3. mai fylti Bartal Wardum 16
ár. Eina viku seinni skrivaði
hann undir sáttmála við HB,
og í gjár var hann fyrstu ferð
á besta liðnum. Hann varð
skiftur inn á vøllin í staðin
fyri Heina Vatnsdal í 89.
minutti.
Tríggir blaðungir
TB venjarin Hans Fróði
Hansen
arbeiðir
við
at
seta ungar spælarar við á
Tvøroyri. TB eigur nógvar
evnaríkar spælarar, og í gjár
vóru tríggir tanáringar á TB
liðnum í Gundadali – Teitur
Olsen (18), Poul Ingason (17)
og Rógvi Joensen (19), sum
er yngsti liðformaður í EFFO
deildini.
Símun slapp HB undan TB trýstinum
Oddbjørn
Joensen ásannar,
at TB megnaði at
trýsta toppliði í
støðu, sum HB á
heimavølli ikki
er vant at vera
í, og TB venjarin
sigur, at hann í
royndini at vinna
kendi seg ikki
hava annað val
enn at leypa á
fótbóltur
Hans Fróði segði, at verjan hjá honum eru
smádreingir, ÓLI johannesen er kanska
smádrongur enn (41 ár)???
Besta SMS'ið í Triða Hálvliki:
Ivan Stojkovic
Óli Johannensen Babacar Ndior ■
Teitur Olsen Teitur W. Justinussen
Aron Sørensen Ndende A. Guéye ■
(Dan Mortensen, 61.)
Martin Tausen Rógvi Joensen
Nicholas F. Deverdics Poul Ingason
(Hjalti Vestergaard, 71.)
Teitur M. Gestsson
Gunnar Haraldsen Jóhan T. Davidsen
Jógvan R. Davidsen Alex J. dos Santos
Heini Vatnsdal ■ Fróði Benjaminsen
(Bartal Wardum, 89.)
Kristin R. Mouritsen
(Tróndur Jensen, 71.)
Christian R. Mouritsen Símun E. Samuelsen
Andrew av Fløtum
(Bárður J. Heinesen, 77. ■)
HB - TB 3-0 (2-0)
1-0: Andrew av Fløtum 1.
2-0: Christian R. Mouritsen 11.
3-0: Kristin R. Mouritsen 55.
Dómari: Eiler Rasmussen
Myndir: Álvur Haraldsen