mánadagur 13. mai 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hugsa ikki um HB
víkingur 1 (1)
KÍ
1 (0)
Jóannes Hansen
Í góðveðrinum í Sarpugerði
fríggjakvøldið var Víkingur
í rættuliga góðari støðu og
á veg ímóti sigri tíðliga í 2.
hálvleiki, tá ið KÍ misti eyð
sýndasta miðvallaran Ivan
Joensen, sum hevði sæð gult
tvær ferðir.
Kortini eydnaðist tað KÍ
at berja seg upp aftur. Lands
liðsvenjarin,
Lars
Olsen,
var millum áskoðararnar,
og harvið bar tað honum til
at eygleiða vandamiklasti
álopsspælaran í føroysku
kappingini, Páll A. Klettskarð,
sum javnaði til 1-1, eftir upp
spæl í høgru frá sera ágrýtna
og
skilagóða
Gunnari
Christiansen og út frá send
ing frá Johan Jacobsen.
So gjørdu KÍ spælararnir
stóra íløgu, men teir fingu
ikki størri úrtøku.
– Sjálvandi eiga vit at
vera nøgdir við eitt stig, tá
ið støðan eina løtu var 1-0
til Víking, og vit vóru tíggju
ímóti ellivu, men kortini
standa vit við einari kenslu
av, at vit síðstu løtuna vóru
omaná, og at vit kundu
havt vunnið, staðfesti KÍ
liðformaðurin
Hjalgrím
Elttør.
Nú er langt fram til
toppin?
– Vit hava bara fokus á
okkara avrikum, og næsta
uppgávan – í Trongisvági 2.
Hvítusunnudag – verður iva
leysa stór. So fáa vit at síggja,
hvussu nógv stig og hvørja
endastøðu okkara avrik fara
at bera við sær.
Víkingarnir iðraðu seg eis
ini. Teir vóru greitt omaná í 1.
hálvleiki, tá ið teir høvdu væl
betri tak á miðvøllinum og
løgdu seg á odda við rimmar
langskoti frá væl upplagda
Filip Djordjevic. Síðsta kor
terið
undan
steðginum
noyddust
miðvallararnir
Hans Jørgen Djurhuus og
Jann Ingi Petersen skaddir av
vøllinum, og í 2. hálvleiki rakk
Víkingur ongantíð avrikinum
undan steðginum.
Víkinga
liðformaðurin
helt, at hansara menn høvdu
ikki havt marginalirnar við
sær:
– Vit áttu at havt bundið
fyri, men tað gjørdu vit ikki,
hóast vit í 1. hálvleiki spældu
fínt. Eftir steðgin koppaði
tað teimum til fyrimunar, og
eitt nú funnu vit ikki Filip
Djordjevic, sum var framúr í 1.
hálvleiki. Men klaksvíkingar
vístu framúr moral, og tað er
sjálvsagt eisini ein partur av
frágreiðingini, hví tað gekk,
sum tað gjørdi, staðfesti Atli
Gregersen, sum legði aftrat:
– At HB er runnið so langt
frá okkum eftir níggju umfør
ger sjálvandi uppgávuna at
vinna seg fram í toppin tor
føra, men vit eru nøgdir við
hugburðin í dag, og við leik
liga avrikið í 1. hálvleiki.
Tað var sum dagur og nátt hjá KÍ og Víkingi, sum ikki megnaði at vinna fulla úrtøku,
hóast klaksvíkingar vórðu undirmannaðir, tá ið støðan var 1-0 til Víking
fótbóltur
Meinhard Joensen
Jógvan Isaksen Oddmar Marsten
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen Hjalgrím Elttør
Ivan Joensen ■■■ Álvur F. Christianen
(Ísak Simonsen, 43. ■)
Páll A. Klettskarð Johan Jacobsen
Geza Turi
Atli Gregersen Erling Jacobsen
Bárður Hansen Hanus Jacobsen
Jann Ingi Petersen Filip Djordjevic
(Niclas Niclassen, 45.)
Hans J. Djurhuus Hjartvard Hansen
(André Olsen, 30. ■) (Heðin Hansen, 79.)
Finnur Justinussen Kaj Leo í Bartalsstovu
Víkingur - KÍ 1-1 (1-0)
1-0: Filip Djordjevic 42.
1-1: Páll A. Klettskarð 63.
Dómari: Dagfinn Forná
Myndir: Álvur Haraldsen
Kanska víkingar skulu bjóða motstøðu
liðum at byrja við 12 monnum, tí ímóti
10 riggar so onki...
Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: