Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 13. mai 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 13. mai 2013 · Nr. 53 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur EB/Str 4 (1) B36 1 (1) Jóannes Hansen Eftir trilvandi fyrsta part av kappingini tykist teir í EB/ Streymi rættuliga at vera komnir fyri seg. 4-1 heima­ sigurin í vánaligum líkindum í gjár varð at enda rættuliga sann­førandi, eftir at B36 fyrst legði seg á odda. Annar av B36 miðverj­ unum, Hørður Askham, sigur so­leiðis: – Vit spældu væl fyrstu løtuna, og tað sá gott út, tá ið vit fingu hol á. Men vit megnaðu ikki at fáa nyttu burtur úr nógva undan­vind­ inum, tí vit royndu ov nógv við longum sendingum í stað­ in fyri at samanspæla meiri við stuttum sendingum. Sum 1. hálvleikur leið settu teir okk­um undir trýst, men í 2. hálvleiki, tá ið støðan var 3-1 til teir, svaraðu vit eina løtu aftur, tá ið framrættaðar út­ skift­ingar vóru framdar. Súni Olsen sendi fríspark í stólpan og René Tórgarð bjargaði væl, tá ið Lawal royndi seg, og so skoraðu teir í síðstu løtu til 4-1. At Marni Djurhuus var óheppin at beina B36 innleggi í egið mál órógvaði ikki EB/ Streym, sum aftur hesa ferð hevði Egil á Bø í miðverjuni. Stutt undan steðginum og stutt eftir steðgin varð Leif Niclasen tvífaldur málskjútti, og EB/Streymur var fyri tað mesta ágangandi og legði frammarlaga á vøllinum trýst á mótstøðumenninar. Tað bar aftur vandamiklar um­stillingar við sær: – Tað var torført í nógva mótvindinum í 1. hálvleiki, og tað hevði stóran týdning, at tað eydnaðist okkum at javna undan steðginum. Í steðginum tosaðu vit um at leggja trýst á frammarlaga, og tað eydnaðist, sigur Arnar Dam. Hann hevur sein­astu ferðirnar vunnið sær fast pláss á verjukenda mið­vøll­ inum. Hans Pauli Samuelsen økt um leiðsluna við fínum frí­ sparksmáli, og Levi Hanssen staðfesti 4-1 sigurin eftir upp­spæl frá Niels Paula Danielsen. – At B36 royndi at svara aftur við at leypa á bar møguleikar fyri mótálopum við sær síðstu løtuna, og tí gjørdist talan um tryggan sig­ur, sigur Arnar Dam. joannes@sosialurin.fo ÍF 3 (0) NSÍ 3 (1) Jóannes Hansen Tað restaðu 23 minuttir í øll­ um regninum í Fuglafirði, tá ið eyðsýndi NSÍ miðvallarin Árni Frederiksberg við frí­ sparki sendi bóltin fram­við Jákupi Mikkelsen í ÍF mál­ inum. Veteranurin noydd­ist fyri triðju ferð í meskarnar eftir bóltinum, og tá ið støðan harvið var 3-0 til NSÍ, so var einki forgjørt í, at teir av Skála­fjørðinum tevjaðu fulla úrtøku, hóast eisini teir kenna nýggju søguna um ÍF, sum eftir lítlari løtu vendi 0-3 til 3-3 á heimavølli ímóti KÍ og sum við Stórá í Trongis­ vági eftir lítlari løtu vendi 0-2 ímóti TB og til 2-2 og eisini stríddi seg til javnleik í Gundadali, eftir at hava ligið undir ímóti B36, sum so javn­ aði til 2-2. ÍF vildi ikki geva skarvin yvir. Í handavend minkaðu fuglfirðingar um munin til 2-3. Tá restaði eitt korter. Albert Ellefsen sendi mið­ verjan Bartal Eliasen fram í álopið, har hann saman við Clayton Soares og Øssuri Dalbúð arbeiddi hart fyri at vinna bóltin eftir at langar og høgar sendingar vórðu lagdar í brotsteigin, og við síðsta spark­inum – fýra minuttir eftir at vanliga leiktíðin var farin – eydnaðist tað. Clayton Soares, sum hevur sitið skadd­ur uttanfyri, og sum higartil í ár ikki hevur rokkið avrik­unum og málunum í fjør, fekk tak á bóltinum og setti hann fram við Kristiani Joensen í NSÍ málinum. So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð. Fagnaðurin mill­um teir reyðu og heima­ fólkið var stórur. Tað var týðuligt, at kenslan var, at ÍF hevði vunnið eitt stig. NSÍ spælararnir stóðu sum kánus. Tað var týðuligt, at teir fóru undir tak við kensluni av, at teir høvdu tapt tvey stig. Tað var ikki so undarligt, tá ið havt verður í huga, hvussu leik­urin fór fram. – Vit spældu fyri at vinna, og tað gekk sum eftir ánni, tá ið vit komu framum 3-0. Vit vistu, at ÍF fleiri ferðir hev­ur megnað at svara aftur, og vit ætlaðu ikki at taka okkum aftur á vøllin. Kanska fluttu vit okkum eitt vet longri aftur, enn vit framman­undan høvdu verið, men tað var meiri, tí teir løgdu øgiligt trýst á. Høgni Madsen skoraði eitt gott mál bein­leiðis upp á fríspark, og so fingu teir orduliga mót av nýggjum. Teir royndu við longum sendingum í brots­teigin. Tað áttu vit at megna ímóti teimum, men vit mugu bara staðfesta, at tað megnaðu vit ikki nóg væl, og tí endaði tað 3-3, sigur NSÍ mið­verjin Pól Jóhannus Justinussen. NSÍ miðverjin og lið­felag­ ar­nir høvdu neyvan verið so misnøgdir, um tað undan dystarbyrjan varð roknað við einum stigi í úrtøku, men tá ið nú tað gekk, sum tað gjørdi, so er lætt at skilja, at teir vóru vónnbrotnir. Grætur og grínur ÍF venjarin Albert Ellefsen hev­ur seinastu ferðirnar upp­ livað eitt sindur av hvørjum, tá ið liðið hjá honum er komið í bratta mótbrekku, sum tað í síðstu løtu hevur megnað at sleppa undan, og soleiðis var tað aftur ígjár: – Eg veit ikki, um vit skulu gráta ella grína. Tá ið støðan var 3-0, sá tað avgjørt ikki væl út. Vit eru ikki nóg góðir í eftiransingunum í sambandi við deyðbóltsstøður, og tað kostar tvey mál hesa ferð. Tað er ikki nóg gott og at gráta yvir, sigur ÍF venjarin, sum so rósar sínum monnum: – Tað boðar frá góðum mentali­teti og nógvari orku, at vit enn eina ferð megna at svara afur. Høgni Madsen skor­aði eitt flott mál, so trúgva vit upp á tað, og mál­ið hjá Bartali er uppaftur flott­ ari. At tað so eydnast Clayton at javna við síðsta sparkinum er bara prikkurin, heldur ÍF venj­arin. Tað hevði verið lættari, um tað eydnaðist tykkum at leggja tykkum framum? – Sjálvandi. Tað hevði verið so nógv lættari, um vit dugdu at brúka orkuna frá fyrsta bríksli av, og um tað hevði eydnast okkum at skora fyrsta ella tey fyrstu málini. Hvussu verður nú? – Vit eru framvegis við í kappingini. Eg hevði roknað við, at HB fðór at vera nógv best, og soleiðis vísir tað seg at vera. Eg hevði eisini rokn­ að við, at tað fór at verða tætt í kappingini millum 2. og 7. plássið. Nú vísir taðseg at vera tætt í kappingini millum pláss­ini millum tvey og átta, meðan 07Vestur og AB eru aftari. Vit arbeiða nógv og miðvíst, og nú vóna vit, at tað fer at vera betri fyrra partin av dyst­unum, enn tað hevur verið seinastu ferðirnar, sigur ÍF venjarin. joannes@sosialurin.fo Luft undir veingirnar í Sundalagnum Albert grínur og grætur Hoyrdu brølini fra hvítu tigarunum í fyrra hálv­leiki, sóu teir fara avstað sum flongdir hundar áðrenn dysturin var liðugur Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: Tórður Thomsen Martin Pedersen Hørður Askham (Rasmus D. Sørensen, 75.) Høgni Eysturoy Símun Joensen (Benjamin Heinesen, 75.) Róaldur Jacobsen Robert H. Brockie Jákup á Borg (Lukasz Cieslewicz, 64.) Gilli Sørensen Súni Olsen Radishina Lawal Kristian Joensen Jens Joensen ■ Pól J. Justinussen ■ Jónhard Frederiksberg Einar Tróndargjógv Magnus Olsen, Árni Frederiksberg Andrass Frederiksberg (Betuel Hansen, 75.) Jann M. Mortensen (Andrias á Líknargøtu, 90.) Klæmint A. Olsen Andy Olsen René Tórgarð Marni Djurhuus Egil á Bø ■ Gert Hansen Rógvi E. Nielsen Pætur D. Jacobsen Gunnar Zachariasen (Niels Pauli Danielsen, 77.) Arnar Dam Levi Hanssen (Hanus Olsen, 90.) Leif Niclasen Hans P. Samuelsen Jákup Mikkelsen Bartal Eliasen Høgni Zachariassen Leivur Joensen Jan Ó. Ellingsgaard Heri Nesá Høgni Madsen ■ (Jákup Johansen, 90.) Hanus Thorleifsson ■ Ari Ellingsgaard ■ (A. Jovevic, 90.) (Poul N. Mikkelsen, 81.) Øssur Dalbúð Clayton Soares EB/Str. - B36 4-1 (1-1) 0-1: sjálvmál 5. 1-1: Leif Niclasen 38. 2-1: Leif Niclasen 52. 3-1: Hans Pauli Samuelsen 63. 4-1: Levi Hanssen 89 Dómari: Lars Müller Eftir skinklandi fyrstu løtuna varð talan at enda um sannførandi 4-1 EB/Streyma sigur ímóti B36 ÍF venjarin rósar sínum spælarum fyri hugburð og orku, tá ið tað ferð eftir ferð eydnast teimum at reisa seg úr øskuni, men hann ásannar samstundis, at tað hevði verið hópin lættari, um ÍF onkuntíð legði seg framum ÍF fýra ferð á rað Tá ið ÍF og NSÍ í gjár spældu 3-3, var tað fjórða ferðin á rað í lands­kapp­ingini, at tað endaði við javn­leiki, tá ið ÍF er annar parturin. Í gjár minkaði ÍF um munin til 3-1 í 74. min­utti, og Clayton Soares javnaði í yvirtíðini. Ímóti TB minkaði ÍF um munin til 2-1 í 83. minutti, og Bartal Eliasen javnaði til 2-2 í 86. minutti. Ímóti KÍ mink­aði ÍF um munin til 3-1 í 60. minutti, og Øssur Dalbúð javnaði til 3-3 í 75. min­utti. Regla nr eitt, táið man heldur vid ÍF : Ongantíð rýma áðrenn síðsta bríksl. Heldur ikki táið tað regnar, 20 minuttir eru eftir, og 3-0 er til hinar Besta SMS'ið í Triða Hálvliki: ÍF - NSÍ 3-3 (0-1) 0-1: Andy Olsen 28. 0-2: Andy Olsen 64. 0-3: Árni Frederiksberg 67. 1-3: Høgni Madsen 74. 2-3: Bartal Eliasen 76. 3-3: Clayton Soares 90.+3 Dómari: Petur Reinert